týsdagur 20. mars 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyska U21-landsliðið ætlar at byggja víðari á góðu gongdina
ímóti Georgia. Eli Hentze, venjari, vil hava øll trý stigini. - Men
at vit stríðast til síðsta floyt er ein fortreyt, sigur hann
Føroyar U21
Málverjar
Rói Mørk Hentze (B36)
Karstin Hansen (Skála)
Verjuleikarar
Jóannes K. Danielsen (KÍ)
Ari Olsen (Skála)
Bjarni Petersen (B36)
Bartal Wardum (HB)
Erlendur Magnusson (B36)
Benjamin Heinesen (B36)
Daniel Johansen (HB)
Miðvallarar
Betuel Hansen (NSÍ)
Dan í Soylu (HB)
Høgni Egilstoft Nielsen (07
Vestur)
Teit Jacobsen (SønderjyskE,
Danmark)
Jann Julin Benjaminsen (NSÍ)
Petur Knudsen (NSÍ)
Áleyparar
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard E. Olsen (B36)
Jákup L. Thomsen (Thisted,
Danmark)
Hópurin hjá
Georgia U21:
Málverjar
Lazare Kupatadze (Saburtalo)
Demetre Buliskeria (Dinamo
Tblisi)
Giorgi Chochishvili (FC Zlate
Moravce-Vrable, Slovakia)
Verjuleikarar
Tsotne Nadaraia (Saburtalo)
Guram Giorbelidze (Sioni)
Giorgi Kantaria (FC Neman
Grodno, Hvítarussland)
Andre Giorgadze (Torpedo)
Tamaz Tsetskhladze (FC Sebail,
Aserbadjan)
Luka Nadiradze (Olympik
Donetsk, Ukreina)
Gagi Margvelashvili (Vera)
David kobouri (Dinamo Tbilisi)
Miðvallarar
Vladimir Mamuchashvili
(Saburtalo)
Akaki Shulaia (Dinamo Tblisi)
Otar Kiteishvili (Dinamo Tblisi)
Giorgi Kharaishvili (IFK Göteborg,
Svøríki)
Levan Macharashvili (FC
Stumbras, Litava)
Luka Zarandia (Arka Gdynia,
Pólland)
Giorgi Beridze (Trencin, Slovakia)
Giorgi Arabidze (Shakhtar
Donetsk, Ukreina)
Áleyparar
Giorgi Kokhreidze (Saburtalo)
Vato Arveladze (Lokomotiv Tblisi)
Beka Mikeltadze (FC Rustavi)
Pætur Albinus
Fríggjadagin spælir føroyska U21-
landsliðið sætta dystin í hesari
EM-undankappingini,
har
teir
hava gjørt tað frálíka væl í fyrstu
fimm dystunum og í løtuni eru á
triðja plássi aftanfyri Danmark og
Pólland. Mótstøðuliðið hesaferð er
Georgia á útivølli.
Úrtøkan hjá Føroyum er fimm
stig eftir fyrstu fimm dystirnar, og
trý av teimum stigunum eru komin
til høldar eftir sigur ímóti júst
Georgia. Tað var tann 10. oktobur
í fjør, at Føroyar vunnu 3-1 ímóti
Georgia á Tórsvølli við málum frá
Meinhardi E. Olsen, Jákupi Thom
sen og Teit Jacobsen.
Til landsdystin hesaferð er før
oyska liðið nakað skert. KÍ-mið
vallarin, Jákup B. Andreasen, hevur
givið avboð vegna skaða, og stutt
undan fráferðini mánamorgunin
góvu tveir spælarar avboð afturat.
Teir vóru Elias Rasmussen (Vík
ingur) og Janus S. Samuelsen (07
Vestur).
Í teirra stað blivu Dan í Soylu
(HB), Rói Mørk Hentze (B36) og
Petur Knudsen (NSÍ) úttiknir.
Føroyski U21-landsliðsvenjarin,
Eli Hentze, undirstrikar, at tað er
stórt álit á teimum monnum, ið eru
við í hópinum.
- 18 mans-hópurin er væl fyri at
møta Georgia fríggjadagin. Vit hava
fleiri ferðir víst á, at bólkurin av
U21-spælarum er rættiliga stórur,
og at kapping er um plássini. Vit
hava stórt álit á monnunum, at teir
fara at leggja nógv fyri fríggjadagin,
sigur hann.
Trý stig
Mótstøðuliðið fríggjadagin, Geor
gia, er beint í hølunum á Føroyum
í bólkinum. Teir eru eitt stig aftan
fyri og hava havt eina misjavna
gongd, har teir einans hava vunnið
ein út av fimm dystum. Hesin sigur
in var ímóti Litava.
Hetta hevur havt við sær, at
venjarin, Gia Geguchadze, fekk
sekkin.
- Georgia skifti venjara í desem
ber mánaði. Um tað broytir nakað,
er ilt at meta um. Liðið hevur spælt
ein venjingardyst í januar, men tá
var talan í mestan mun um leikarar,
ið ikki eru við móti okkum, greiðir
føroyski U21-venjarin, Eli Hentze,
frá, og heldur fram:
- Georgia er lið sett saman av
nógvum sera sterkum einstakling
um. Men sum øll onnur hava teir
veikleikar, ið vit ætla at gagnnýta,
sigur hann.
Føroyska U21-landsliðið hevur
eftir hondini næstan fingið sum
vana at fara eftir sigrinum óansæð
hvat, og soleiðis er eisini hesaferð.
- Vit fara sjálvandi eftir sigrinum.
Allir í hópinum er fullgreiðir yvir,
at avrikið hjá okkum sjálvum er
altavgerandi. At vit stríðast til
síðsta floyt er ein fortreyt, sigur Eli
Hentze.
Dysturin ímillum Føroyar og
Georgia verður spældur á Tengiz
Burjanadze Stadioni fríggjadagin
kl.15.00. Heimasíðan in.fo fer at
hava beinleiðis tekstafrásøgn frá
dystinum.
albinus@sosialurin.fo
U21 FER
EFTIR
SIGRINUM