týsdagur 20. mars 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
STARVSMARKNAÐUR
Sølu- og Fíggjarleiðari
Søkt verður eftir sølu- og fíggjarleiðara fyri ein
av kundum okkara í Tórshavn.
Felagið hevur 15 ár á baki og arbeiðir innan
maskin og el. Felagið er í menning við góðum
rakstri og arbeiðsumhvørvi og hevur í dag 8
starvsfólk.
Arbeiðsøkið
Títt arbeiðsøki verður fyrst og fremst bókhald,
umsiting og søla.
Tú kemur at hava ábyrgdina av bókhaldinum,
roknskapinum og umsiting felagsins annars.
Arbeiðið umfatar m.a. lønarflytingar, at rinda
ognarar, at gera fakturar umframt vanligt
bókhaldsarbeiði. Eisini kemur tú at bíleggja
vøru.
Herumframt verður ein týðandi uppgáva hjá
tær at menna sølu felagsins m.a. við at upp-
byggja eina goymslustýring.
Førleikakrøv og starvsroyndir
Vit ynskja ein persón við kunnleika innan
bókhald. Tú skalt verða røkin, ágrýtin, álítandi
og ikki bangin fyri at taka ábyrgd og kunna
arbeiða sjálvstøðugt. Tað er gott um tú hevur
kunnleika innan tað felagið arbeiðir við. Tað er
ikki avgerandi, um tú ert verkfrøðingur,
maskin meistari, bókhaldari ella okkurt heilt
annað.
Felagið bjóðar
Tú sleppur at arbeiða sjálvstøðugt eins og tú
verður ein partur av einum toymi í einum
spennandi og mennandi umhvørvi. Til rætta
viðkomandi verður bjóða góð løn við møgu-
leika fyri eini bonusavtalu.
Umsóknarfreist og starvsbyrjan
Umsóknarfreistin er 6. apríl 2018.
Ætlanin er, at tú skalt byrja í starvinum sum
skjótast, men vit hava tíð at bíða eftir tí rætta.
Kontakt
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Finnbjørn Zachariasen á tlf. 233475 ella
teldupost fz@spekt.fo.
Umsóknir skulu sendast til fz@spekt.fo
Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Staravegur 17,
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
BÓKHALDSFÓLK
UPPGÁVAN
Uppgávan fevnir m.a. um:
• Kassameistari – daglig eftirkannan og
avstemman av kontantkassum
• Skráseting av inngjøldum og krøvum í
Búskaparskipan Landsins (BSL)
• Kontering av útreiðslum í BSL
• Mánaðarlig avstemman av kontum
• Mánaðarlig eftirkannan av mánaðarroknskapi
• Móttøka og skráseting av posti
• Keyp av pappíri, brævbjálvum v.m.
• Hjálpa til við skráseting av eigaraskiftum av
akførum
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu
útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og
arbeiðsroyndum í bókhaldinum á skrivstovu.
Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og at
vera fyrikomandi. Tað er ein treyt, at ein hevur
kunnleika til bókhald og at arbeiða við teldu.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt Løgmans skrivstovuna og
onnur aðalráð.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av møguligum prógvum
og viðmælum skulu sendast til:
Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO 110 Tórshavn
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara á telefon
35 04 18. Umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
3. apríl 2018.
Søkt verður eftir skrivstovufólki til bókhaldið á Akstovuni at
byrja í seinasta lagi 1. juni 2018. Talan er um fulltíðarstarv.
Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og
akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting,
skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni
starvast 22 fólk.
www.akstovan.fo
Á hesum rakstrarøkinum, sum er eitt
spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss
og er staðsett á verkstaði okkara á
Lambareiði, starvast uml. 20 starvsfólk við
beinleiðis tilknýti til Teknisku deild.
Høvuðsverkevni
•
at vera bindilið millum teknisku
leiðsluna og útinnandi toymini á
tekniska økinum (vega-, timbur-,
vatn- og fríøkis-toymi, tils. uml. 20
starvsfólk)
•
at hava ábyrgdina av fakliga
førleikanum á toymunum
•
at leggja stutt- og langtíðarætlanir
og leiða arbeiði, sum eru gjørd klár
at seta í verk
•
at systematisera, optimera og skipa
arbeiðini í toymunum
•
at vera við í setan av starvsfólki
í toymunum og at skipa HTU í
toymunum
•
at standa fyri innkeypi, hava
fíggjaætlanarábyrgd og finna
sparingar
•
at skipa fyri, at førleikarnir hjá
starvsfólkunum í toymunum verða
dagførdir
•
at skipa fyri trivnaðarátøkum í
toymunum
Førleikakrøv
•
Byggifrøðingur ella onnur
viðkomandi útbúgving
•
Royndir innan lendis- og
byggiarbeiði
•
Royndir í stýring av verkætlanum
•
Munnligan og skrivligan málførleika
í føroyskum, donskum/norskum og
enskum
•
Góðan telduførleika
Vit sóknast eftir leiðara, sum
•
er opin, fyrikomandi, sjálvstøðugur
og tekur ábyrgd
•
hevur evni at eggja og ganga
undan
•
hevur leiðsluroyndir/-førleikar
•
evnar at virka sum millumlið millum
teknisku leiðsluna og útinnandi
arbeiðsfólkið
Løn sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag. Starvið verður ætlandi sett 1.
mai 2018.
Fá meira at vita um starvið frá tekniska
leiðaranum Lars Kirkegaard, tlf. 237035.
Søk starvið á www.runavik.fo/ Leys størv.
Umsóknarfreistin er 8. apríl 2018.
Talgild skjøl (t.d. pdf ella mynd) skulu
viðfestast, tá søkt verður: umsókn, CV,
mynd, prógv og møgulig viðmæli.
Rakstrarleiðari til Runavíkar kommunu