Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSMARKNAÐUR Hugskotskapping torshavn.fo Mentamálaráðið hevur kunngjørt, at 2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum. Hesum ynskir Tórshavnar kommuna at stuðla undir og vil við hesum lýsa eina hugskotskapping, um at gera ein (tekni)film, eina app ella telduspæl á føroyskum til tey minstu børnini (1-3 ár). Talan nýtist ikki vera um antin ella, men kann eisini vera bæði og, so úrslitið kann gerast eitt heildarkoncept har t.d. (tekni)filmur og app/telduspæl verður hugsað saman. Børn byrja tíðliga at hyggja í sjónvarp og spæla á teldlum, men enn finst lítið og onki tilfar á før- oyskum til hendan málbólk. Endamálið við film- inum, appini ella telduspælinum skal vera, at geva teimum minstu ein føroyskan møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fang- andi, stuðlar undir máltøku og málmenning hjá teimum minstu børnunum. Tað er ikki treyt fyri luttøku at tú kanst framleiða filmin, appina ella telduspælið, men er nøktandi, um hóskandi konsept, innihald, skitsur og møgulig projektering er gjørd, sum seinni kunnu gerast um til ein film, app ella telduspæl. Harumframt skal vera hjáløgd frágreiðing um, hvat ger uppskotið áhugavert og viðkomandi. Loyvt er at lata inn fleiri hugskot. Vinnandi uppskotið fær kr. 30.000 og næstbesta uppskotið kr. 15.000. Kommunan tilskilar sær eis- ini ikki at velja nakran vinnara. Ætlanin er síðani, at Tórshavnar kommuna fer at kanna, um grundarlag er fyri at fara undir útinnan og gerð av hugskotinum saman við hugskots- havanum og øðrum serkønum persóni ella felag. Her kann eisini vera talan um vinnaran sjálvan, um førleikarnir eru til tess. Kommunan setur upp til kr. 100.000 av til at menna hugskotið. Nærri avtala verður gjørd um rættindi v.m. Eru spurningar ber til at skriva til mentamála- deildina á torshavn@torshavn.fo. Svar uppá spurn- ingarnar verða løgd út á hesa síðuna. Dómsnevnd kemur at gera innstilling til menta- málanevndina í kommununi. Freistin fyri at lata inn hugskot er 26. apríl 2018 kl. 12 og er ein niðurstøða væntandi miðskeiðis í mai. Hugskotini skulu latast inn á t-post á torshavn@- torshavn.fo ella í Snarskivuni í brævbjálva merkt- ur „Hugskotskapping“. Hevur tú eitt gott hugskot til ein teknifilm, eina app, telduspæl o.l. á føroyskum, ið kann strimba undir máltøku og málmenning hjá smáum børnum? Posta sóknast eftir einum dugnaligum kunda- ráðgeva til kundatænastuna og søludeildina á Frímerkjadeildini. Á Frímerkjadeildini verður samskift dagliga við kundar kring allan heim. Tí er umráðandi, at tú hevur lætt við at samskifta, hevur sølutev og dugir at síggja møguleikar fyri meirsølu. Sum partur av kundatænastuni avgreiðir tú eisini fakturar, bíleggingar, fyrispurningar og aðrar fyri- fallandi uppgávur. Posta væntar, at tú: • ert tænastusinnað/ur • ert væl fyri málsliga og kanst samskifta á donskum, enskum, fronskum og møguliga týskum • hevur góðan telduførleika • ert ágrýtin og avgreiðir uppgávur skjótt og væl • ert væl skipað/ur • ert fleksibul • hevur sølutev Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett sambært útbúgving og royndum eftir sáttmál- anum millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um Posta. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV o.ø skulu sendast til Ingun Olsen, leiðara á Frímerkja- deildini á inol@posta.fo - tlf. 236203. Umsóknarfreistin er 6. apríl 2018, kl 12:00. Starvið verður sett skjótast til ber. Kundaráðgevi til Frímerkjadeildina Dámar tær væl at samskifta við kundar kring allan heim? Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 125 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 90 mkr og virksemi kring alt landið.