hósdagur 22. mars 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
4
Bjarni Hammer er
aftur í tinginum
Løgtingslimurin hjá Javnaðarflokkinum,
Bjarni Hammer, møtti í hósmorgunin
aftur á tingi. Hann hevur seinastu tíðina
verið í farloyvi, eftir at millum annað
Sosialurin bar tíðindini um, at hann var
blivin avhoyrdur av donsku løgregluni í
samband við skuldsetingar um at selja
hassj.
Sosialurin hevur endurgivið eina sam
røðu, har Bjarni Hammer bjóðar sær at
skaffa ungum kvinnum hassj og valdi
eisini at melda málið.
Tað var eftir hesa søgurnar, at løg
maður heitti á Bjarna Hammer um at
fara í farloyvi.
Síðani hevur ríkisákærin boðað
frá, at eingin ákæra verður reist
móti tingmanninum og løgreglu
manninum. Enn hevur fútin ikki
avgjørt, um nakað sokallað disiplin
ermál verður reist móti móti Bjarna
Hammer.
Nú hevur Bjarni Hammer so tikið
sæti á tingið aftur. Bjørg Dam hevur røkt
sessin, meðan suðuroyartingmaðurin
hevur verið í farloyvi.
Tað er ótrúligt, hvat vit lata um okkum
ganga, sum samelagsborgarar í Føroyum.
Ikki minni enn trý ár eru gingin, síðan
ein kanning staðfesti, at mangir bústaðir
hjá okkara veikasstu borgarum eru í so
ringum standi, at teir ikki eru egnaðir at
búgva í.
Vit hava onki meira hoyrt um hetta.
Líka til sjónvarpið hjá Kringvarpinum
í vikuni tók um hendan. Við einari
reportasju, sum fekk flestu føroyingar
at ressast, vístu tey bæði rot og sopp í
íbuðum, har fólk við skerdum førleikum
búgva.
Stjórin á Almannaverkinum skuldi
standa til svars fyri, hvat hetta var fyri
óskil, men sum so mangan fyrr, tá ið vit
síggja hvat hendir í almenna geiranum,
so skúgvaði hann ábyrgdina frá sær til
Landsverk!
Ja, go’morin!
Nær hevur Lansverk tikið sær av teim
um bleytu virðunum og teimum veiku í
samfelagnum?
Uppgávan hjá Landsverk er av øðrum
slag.
Hendan gølan hoyrir undir Almanna
verkið og landsstýriskvinnuna við
almannamálum.
Tað kann gott vera, at Landsverk skal
gera viðlíkahaldið, men so mugu pengar
játtast. Tað trýstið eiga landsstýriskonan
og stjjórin á Almannaverkinum at leggja
á politisku skipanina.
Og lat vera við at koma við umbering
um.
Tað er tykkara ábyrgd, at hesi veiku
fólkini liva undir sømiligum korum, har
viðurskiftini ikki er so vánalig, at tey
hótta heilsuna.
Tit hava ábyrgdina og duga tit ikki
at sannføra politisku skipanina um, at
hetta skal hava hægri raðfesting enn so
mangt annað, so duga tit ikki tykkkara
hondverrk – hvørki sum politikarar ella
stjóri.
Ábyrd er nakað sum tit hava fingið. Tí
skulu tit taka hana og seta hart móti hørð
um, vil skipanin ikki gera so eyðsýnd ting,
sum at viðlíkahalda almennar bygningar,
har fólk búgva.
Gera tit ikki tað, so má stazðfestast
at tit hava svikið. Tað ber ikki til bara at
taka við vælløntum størvum og so lata
standa til.
Skal nýta høvi at geva SvF eitt stórt
blómutyssi fyri at hava tikið málið upp.
Sterku myndirnar vístu klárt, hvussu kyn
isk og hørð skipanin er, tá ið tað ikki sæst.
Hendan samgongan messar ferð eftir
ferð, at hon hevur tikið sær av teimum
veiku og at summi hava fingið ein skatta
lætta.
Tað er alt gott, men skal prísurin vera,
at tey allarveikastu skulu húsast í hunda
bølum, so síggi eg onga meining við tí.
Vóni at bæði Kringvarpið og aðrir miðl
ar taka málið uppaftur – og so vóni eg
eisini, at flokkurin sum búleikast á Ting
húsvegnum skammast so mikið ila, at ferð
verður sett á málið.
Tað er bert spurningur um tíð, so lat
vera við at seta eina nevnd.
Far í gongd og fáa neyðugar heimildir,
sum skjótast.
Tíðin er farin frá politiskum rósi og
skalatalum um at hjálpa teimum veiku.
Vís tað heldur í verki.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Løgtingsformaðurin vil ikki avsløra, nær
Burkhabannið kemur fyri á tingið aftur
Grannar mótmæla ætlaðu
byggingini av íbúðum á
Frúutrøð í Havn.
Landsverk og
Sjóvinnustýrið mæla til
at byggja nýtt høvuðsæti
til Sjóvinnustýrið í Vága
Kommunu.
Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna,
staðfestir, at bert 36
prosent av almennum
stjórum eru kvinnur.
Sjálvstýri boðar
frá, at tey fara ikki
upp í samgonguna.
Høvuðsorsøkin er ósemjan
um fiskivinnuna.
Bjarni Hammer tekur aftur
sæti á løgtingi, eftir at hann
hevur verið í farloyvi eina
tíð.
Vladimir Putin verður
afturvaldur sum forseti í
Russlandi komandi seks
árini.
Fíggjarnevndin
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
metrar høgur er nýggi
skorsteinurin á Brennistøðini
í Leirvík. Tann gamli var 58
metrar.
33
Órógv er í politisku skipanini, tí uppskot,
sum eru til viðgerðar í fíggjarnevndini hjá
løgtinginum, koma ikki aftur í løgtingið til
viðgerðar. Orsøkin er, at tað krevjast fýra
undirskriftir frá nevndarlimum fyri at senda
málið aftur í løgtingið, og samgongan hevur
ikki megnað at manna meiriluta, tí Kristin
Michelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin,
vil ikki skriva undir. Eftir øllum at døma vil
andstøðan ikki hjálpa samgonguni burtur úr
knípuni.
Hann øtlar vindin í andøvsgul
upp í ein strúk í vindi av norðri,
8 til 13 m/s, um kvøldið og
náttina øtlar hann vindin í stívt
andøvsgul upp í hvassan vind,
10 til 15 m/s, sum snarar í ein
vestan. Skýggjað og regn, í støðum
vátaslettingur. Um náttina klárar
í, tó framvegis ælaveður. Hitin
um dagin millum 2 og 6 stig, um
náttina millum 1 og 4 stig.
8-13 m/s
10-15 m/s
5-10 m/s
Um orðið sigur Sprotin
Fíggjarnevnd
(stjm.) tingnevnd, ið viðger fíggjarlógina og onnur
fíggjarmál landsins
Visti tú?
Kvinnur hava
bert 37,5 prosent
av nevndarsessunum
í almennum nevnd
um og almennum
ráðum.
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av vestri, 10 til 15 m/s. Um
náttina makar hann vindin í gul
til stívt andøvsgul av vestri, 4
til 9 m/s. Skýggjað og stundum
regn ella ælaveður. Hitin alt
samdøgrið millum 2 og 5 stig.
Hann makar vindin í eitt lot av
ymsum ættum, undir 6 m/s, sum
frá líður frískar hann vindin í gul
til stívt andøvsgul av eystri, 5 til
10 m/s. Um náttina andøvsgul
upp í ein strúk í vindi av eystri og
landnyrðingi, 7 til 12 m/s. Fyrst
skýggjað og stundum regn, sum
frá líður samdrigið og ælaveður.
Hitin um dagin millum 4 og 6 stig,
um náttina millum 3 og 6 stig.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!