Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 5 Fá bankaútbúgving í altjóða umhvørvi Næmingur í BankNordik Sum næmingur í BankNordik fært tú bankaútbúgving í einum spennandi, altjóða umhvørvi umframt 400 starvsfelagar í 3 londum. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur góðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á. Í næmingatíðini fært tú bæði ábyrgd og ávirkan, og tú fert at hava samband við nógv ymisk fólk – bæði kundar og starvsfólk í samtakinum. Sum ein liður í útbúgvingini sleppur tú eisini 14 dagar í starvsvenjing á deildum okkara uttanlands. Umsókn Les meiri um útbúgvingina, løn, arbeiðstíð og hvørjar upplýsingar umsóknin skal innihalda á www.banknordik.fo/naemingar. Send okkum tína umsókn við avriti av próvskjølum í seinasta lagi 13. apríl 2018 til hr@banknordik.fo ella til: BankNordik Starvsfólkadeildin Oknarvegur 5 100 Tórshavn Kundi tú hugsað tær eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving innan fíggjarheimin? Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum næmingum at byrja eftir summarfrítíðina. Vilt tú vita meira? www.banknordik.fo/naemingar > Trygd er eitt tryggingarfelag, ið er í einari spennandi menningartilgongd. Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi og dynamiskt lærupláss, har tú skjótt fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum. Um teg Tú ert ágrýtin, tær dámar at læra og at fáast við kundarøkt. Tú hevur eina miðnámsútbúgving, ella verður liðug/ur í summar. Umsókn Les meiri um útbúgvingina, løn, arbeiðstíð og hvørjar upplýsingar umsóknin skal innihalda á www.trygd.fo/næmingur Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Brian Smedemark, stjóra, á brs@trygd.fo ella við at ringja 358 100. Send okkum tína umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum til HR@trygd.fo ella Trygd, Oknarvegur 5, 100 Tórshavn, att: Brian Smedemark. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 13. apríl 2018 Vilt tú verða partur av einum samtaki, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og hevur ávirkan? Trygd søkir eftir næmingi Trygd er partur av BankNordik samtakinum, og byggja vit á virðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin. Vilt tú vita meira? www.trygd.fo/næmingur