Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 6 – Eg ynski mær veruliga at fáa ein fastan og stabilan bústað til mína familju. Tað sær bara ikki út til, at eg fái tað í Føroyum, sigur 26 ára gamla Adriana Arnbjarnardóttir, sum saman við sjeikinum og tvey ára gomlu dóttur teirra verður heimleys 1. juni, finna tey ikki ein leigubústað innan ta tíð ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO A driana Arn­bjarnar­ dótt­ir og Kristian Eli Holm­sund búgva í eini kjallaraíbúð í Rituvík sam­an við tvey ára gomlu dóttur teirra Tamaru, sum onki kennir til torføru støðuna, tey eru í og strongd­ina, sum er við at kvala for­eldur hennara. Í februar mánaði í ár varð fam­ iljan uppsøgd í íbúðini, tí húsini, tey eru í, skulu seljast, og nú royna tey av øllum alvi at finna eitt stað at húsast í. Eydnast tað ikki, so verð­ur hendan barnafamiljan tí heim­leys 1. juni. – Vit fingu tríggjar mánaðir upp­sagnartíð, men í dag er tað alt ov lítið, tí tað er óvanliga torført at finna ein nýggjan bústað at búgva í, sigur Adriana Arnbjarnardóttir. – Vit hava leitað og spurt allastaðni, sum er hugsandi, men onki er at finna. Vit hava onga familju, sum vit kunnu búgva hjá, meðan vit leita ella samla okkum pengar, so vit kunnu keypa eini hús, sigur hon. – Húsaprísurin er eisini sera høgur, so tað er ikki so nemt at fáa lán. Hevur man so eisini leigu og aðrar útreiðslur, so er torført at samla sær upp til nakað fast ella at rinda eina kostnaðarmikla leigu, leggur hon afturat. – Fakta er tað, at finna vit einki at búgva í áðrenn 1. juni, so standa vit á gøtuni við eini tvey ára gamlari gentu, og ongin kann hjálpa okkum, staðfestir 26 ára gamla mamman. – Eg havi onga hóming av, hvat eg skal gera, og eg havi onga lummaloysn. Tað er eisini tí, at tað fyllir so nógv, sigur hon. Støðan ørkymlar Adrianu, sum hevur leitað eftir bústaði til lítlu familjuna, síðani tey fingu boðini um uppsøgnina. Men onki er at finna. – Eg havi ikki tal á, hvussu nógv privatfólk eg havi tosað við, sum leiga út. Onki er at fáa, tí alt er upptikið. Tann eini, sum eg tosaði við, segði, at støðan er so ring, og onki er tøkt, tí fólk tora ikki at flyta seg, tí tey vita, at tey ikki finna nakað annað, sigur Adriana, sum eisini hevur tosað bæði við kommunur, Almannastovuna og Bústaðir. Frá almannaverkinum fingu tey at vita, at tey kundu skriva Adrianu og familjuna upp á listan hjá Bústøðum, og hóast hon er á listanum, so er hann so mikið langur, at ongin vón er fyri, at hon fær nakað bjóðað, áðrenn tíðin er liðin, og familjan stendur uttan tak yvir høvdið. – Ongin kann hjálpa mær. Kanska eg fari at spyrja Axel V. Johannesen, um vit kunnu búgva hjá honum, tí kann man ikki venda sær til tey, ið umsita, hvønn skal man so venda sær til, spyr hon bæði skemtandi og álvarsom. Flutt fleiri ferðir Nú, tá Adriana, Kristian Eli og Tamara fara úr íbúðini í Rituvík, er tað fimtu ferð, tvey ára gamla Tamara flytur bústað saman við foreldrum sínum. Adriana og Kristian Eli fluttu eisini nakrar ferðir, áðrenn tey vórðu foreldur. – Eg haldi eisini, at tað er ørkymlandi í sjálvum sær, at hon hevur flutt so ofta, sigur hon. Áðrenn Tamara varð fødd, búðu tey í einum hugnaligum húsum á Glyvrum, men tey løgdu skjótt til merkis, at Adriana, sum hevur astma, varð verri og verri fyri í viðgongutíðini. Eftir at Tamara varð fødd, gjørdistAdriana álvarsliga sjúk. Hon varð innløgd, fekk masku og penisillinkurar, men onki riggaði. Seinni varð staðfest, at hon hevur kronisku lungnasjúkuna eosinophilic pneumonia, sum er ein bindivevnaðarsjúka í lungunum, ið millum annað ger, at hon verður lætt forkølað og trong. Hesa tíðina vóru dótturin og sjeikurin eisini ofta sjúk, og tá húsini vórðu kannað, varð komið fram til, at húsini vóru heilsuskaðilig at búgva í vegna blámusopp. Í dag fær Adriana forsorgarhjálp frá almannaverkinum. Hon bíðar eftir at sleppa í arbeiðsútbúgving og vónar, at hon skjótt sleppur aftur á arbeiðsmarknaðin. Og hóast Kristian Eli arbeiðir sum kokkur, so ger sjúkrastøðan hjá Adrianu, at familjan ikki hevur eins nógvar pengar um hendur, og tey høvdu, tá hon var frísk og arbeiddi fulla tíð. Tað ger eisini, at tey ikki fáa keypt hús ella leiga dýrar íbúðir. – Eg føli ofta, at mín sjúka forðar okkum í at fáa ein stabilan bústað til okkara barn. Hevði eg ikki verið sjúk, so hevði eg arbeitt sum øll onnur, tí tað gjørdi eg, áðrenn eg varð sjúk, sigur hon álvarsom. Orsakað av blámusoppi mátti lítla familjan flyta, tá Tamara var á leið tveir mánaðir gomul. Tí búðu tey inni hjá mammu Adrianu og manni hennara í eitt stutt tíðarskeið og húsaðust í gamla tannáringakamarinum hjá Adrianu. Støðan var til at halda út, tí Tamara var pinkubarn, og tey vistu, at talan var um eina stutt tíðarskeið. – Eftir eina tíð verður tað ótolandi at búgva inni hjá fólki við einum barni. Húsini hjá mammu eru lítil, tey hava bert tvey kømur, og vit høvdu mítt gamla kamar at húsast í. Hvørki vit ella mamma og maðurin høvdu nakað privatlív hesa tíðina, og vit høvdu heldur onki stað at seta møblar og ÍBÚÐARNEYÐ Eg føli ofta, at mín sjúka forðar okkum í at fáa ein stabilan bústað til okkara barn. Hevði eg ikki verið sjúk, so hevði eg arbeitt sum øll onnur, tí tað gjørdi eg, áðrenn eg varð sjúk EG SKRÍGGI E Adriana Arnbjarnardóttir