Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 7 ting, sum stóðu eftir í húsunum og nú vóru hálvavegna oyðiløgd av blámusoppi, sigur Adriana Arnbjarnardóttir um støðuna júst eftir, at hon var vorðin mamma. – Í dag hevði tað ikki riggað, tí dóttir okkara er blivin størri og hevur brúk fyri meir plássi, og vit sum familja vilja sjálvandi hava okkara egna. Tað hevði heldur ikki riggað at flutt inn til mammu Kristian Eli, tí hon leigar eini lítil hús í Suðuroy, leggur hon afturat. Ikki líkamikið hvar ein er Eftir at tey høvdu leitað eftir bústaði í eina tíð, finna tey eina íbúð á Strondum. Tey valdu so at flyta til Strendur, tí onki annað var at finna, og støðan, tey vóru í, ikki var ein langtíðarloysn. Dóttirin gekk enn í dagrøkt i Runavík, og Adriana vildi ikki flyta hana, tí vónin og ætlanin var at koma aftur til Runavíkarøkið. – Folk siga ofta, at hevur ein bil, so er tað er líkamikið, hvar ein býr, men hendan útsagnin passar ikki, staðfestir Adriana Arnbjarnardóttir, sum fekk tunglyndi ta tíðina, hon búði á Strondum. – Eg sá tað ikki tá, men eg dugi at síggja tað í dag. Tað er torført at koma inn í eina lítla bygd, har tú ongan kennir. Og tað er ikki líka mikið, hvar tú býrt, tí tú mást trívast, har sum tú býrt, sigur hon. Strendur var langt burturi frá øllum, sum áður var gerandisdagur hennara. Hon longdist illa aftur til Runavíkarøkið, har vinir og familja búðu. Eitt ár seinni funnu tey íbúðina í Rituvík, sum tey nú búgva í, til tey aftur standa á berum 1. juni. – Tá vit komu aftur her, so kendi eg tað, sum var eg komin heim, og eg bleiv sum eitt annað menniskja. Eg kendi meg glaðari, fekk meir orku og fekk lívsgleðina aftur, sigur hon. – So tey sum siga, at tað er Framhald á síðu 8 EFTIR HJÁLP – Fólk, sum ikki hava verið í eini slíkari støðu, vita ikki, hvussu torført tað er, sigur Adriana Arnbjarnardóttir, sum býr saman við Kristian Eli Holmsund og dóttir teirra, Tamaru, í einari kjallaríbúð í Rituvík