hósdagur 22. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
8
likamikið, hvar man býr, vita ikki,
hvat tey tosa um, staðfestir hon.
Hugsar um at flyta í húsbil
Í túninum uttan fyri íbúðina hjá
Adrianu og Kristiani Eli í Rituvík
stendur ein húsbilur, sum tey
hava átikið sær at hava standandi,
og sum tey eisini sleppa at brúka,
sum tey vilja.
– 1. juni hongur í mínum huga
alla tíðina, og eg hugsi ofta, at vit
møguliga verða noydd til at flyta
inn í húsvognin, um vit onki annað
hava, sigur hon hørm.
– Tað er ikki nøktandi, og eg vil
ikki gera tað móti dóttrini og sjey
ára gamla bónussoninum, sum
javnan vitjar okkum, leggur hon
afturat týðiliga rørd.
– Eg vóni veruliga, at onkur
kann hjálpa okkum, tí finna vit
onki, so veit eg ikki, hvar vit fara.
Eg kann ikki ímynda mær, at vit
flyta í ein húsvogn við einum
lítlum barni, men eg fangi meg
sjálva í at leggja tað til rættis. Til
dømis lá eg í gjár og hugsaði um,
hvørjar troyggjur vit skulu í, tá vit
fara í song í húsvogninum, sigur
hon.
–Tað særir meg allarmest, tá eg
hugsi um børnini. Eg føli, at eg havi
bankað á allar dyr, men her er onki
at fáa, leggur hon afturat.
Húsvognurin tykist til tíðir
sum einasti møguleikin, lítla
familjan hevur sum bústað, um
tey onki annað hava funnið 1. juni.
Adriana er sjúk, og hevði hon búð
í húsvogninum, hevði hon verið
trong og hostað illa. Eisini er alt
ov kalt í einum slíkum vogni um
veturin, og tá vetraródnirnar leika
í, er hann satt at siga vandamikil.
– Tað hevði ávirkað okkum
at búð undir slíkum umstøðum
og av tí sama, so hevði tað eisini
ávirkað dóttur okkara. Eg dugi
ikki at ímynda mær støðuna, tí
tað hevði verið so langt úti og
ógjørligt at havt ein vanligan
gerandisdag í einum húsvogni. Tó,
so er húsavognurin tað einasta,
sum eg havi at binda meg til. Men
tað er ikki ein verulig loysn, sigur
hon ørkymlað.
Adriana veit væl, at tað ikki er
ein veruligur møguleiki, men hon
greiðir frá, at hon ikki veit síni
livandi ráð.
– Fólk, sum ikki hava verið í
eini slíkari støðu, vita ikki, hvussu
torført tað er, sigur hon.
Hóast hon hevur greitt frá,
at tað var trupult fyri hana
persónliga ta tíðina, tey fluttu
til Strendur, og hon kennir seg
heima í Runavíkar kommunu, so
sigur hon eisini, at er nakað tøkt,
so flyta tey fegin til Fuglafjarðar,
Leirvíkar, Klaksvíkar, Havnar ella
aðrastaðni. Hon hevur eisini spurt
seg fyri í ymisku bygdunum, men
tað hevur ikki eydnast henni at
funnið nakað nakrastaðni.
Hvør eigur ábyrgdina?
Adriana greiðir frá, at hon er
varug við, at nógv verður tosað
um bústaðartrot í Føroyum, og at
fleiri eru í líkandi støðu, sum hon
og familja hennara nú eru í.
– Eg veit at Bústaðir byggir
íbúðir, og at tað politiskt verður
tosað um íbúðarbygging, og tað er
ein positiv gongd. Men eg dugi ikki
at síggja, hvussu tað skal hjálpa
okkum 1. juni, sigur hon.
– Eg haldi, at tað er so syrgiligt,
at Føroyar ikki kunnu hýsa sínum
egnu landsmonnum, staðfestir
hon.
Hon er fleiri ferðir spurd, um
hon ikki eigur familju, sum kann
veita henni húsrúm, men í hennara
føri er tað ikki ein møguleiki. Ein
vinkona hevur tó bjóðað henni at
koma heim til sín í eina tíð. Men
tað er ikki ein varandi loysn fyri
Adrianu og Kristian Eli, sum so ikki
høvdu livað saman sum familja, og
sum eisini eiga møblar og ting, sum
tey ikki kundu fingið við sær í eini
slíkari støðu.
– Vinkona mín og maður
hennara hava tvey børn og eini lítil
hús. Vit høvdu verið noydd til at
tikið eitt av kømurunum frá einum
av børnunum og fylt tað við øllum
okkara ognum. Umframt, at vit
sum ein familja fylla. Heldur ikki
er tað lætt hjá mær at seta vinfólk
í slíka støðu. Tey vilja ikki siga nei,
men tað ber ikki til at siga ja, sigur
hon frá.
– Eg vil ikki skilja familjuna
hjá okkum sundur og leggja meg
inn til onkra vinkonu, tá óvist
er, hvussu langa tíð talan er um.
Hevði eg vitað, at ein íbúð var klár
til okkum at flyta inn í um eina tíð,
so hevði eg klárað eina slíka støðu,
sigur hon.
Adriana greiðir frá, at hon
gjørdi vart við trupulleikan á
Facebookbólkinum “Fjølbroyttari
bústaðarmøguleikar í Føroyum”,
og har sá hon, at tey vóru triðja
barnafamiljan, sum seinastu tvær
vikurnar í ráðaloysi hevur gjørt
vart við sama trupulleika – tey
hava onki at búgva í. Søgan hjá
Adrianu, Kristiani Eli og Tamaru
er bert ein av fleiri.
– Tað líkist púrasta ongum, og
man øtast við, sigur hon ørkymlað.
Hon vil fegin varpa ljós á hesa
truplu støðuna, sum hon og so
mangir aðrir føroyingar eru í.
– Støðan ávirkar gerandisdagin,
humørið og lívsgóðskuna, sigur
Adriana, sum í juli mánað skal aftur
á Ríkissjúkrahúsið til kanningar,
men ikki veit, hvar hon og familjan
tá búgva.
–Eg vóni bara, at vit finna
okkurt. Tí eg veit ikki, hvat eg skal
gera, um vit ikki finna nakað, sigur
hon rørd.
Adriana og Kristian Eli vilja
búgva í Føroyum. Adriana sigur,
at hóast hægsta ynski hennara er
at finna ein støðugan bústað til sín
og familjuna, so sær tað ikki út til
at vera møguligt í Føroyum
– Eg veit ikki, um vit skulu slíta
allar røtur og flyta til Danmarkar
at búgva. Tað einasta, eg veit, er, at
1. juni standa vit á gøtuni, um vit
einki annað finna. Og ongin kann
hjálpa okkum, sigur hon álvarsliga.
ÍBÚÐARNEYÐ
Eg vóni veruliga, at onkur kann
hjálpa okkum, tí finna vit onki,
so veit eg ikki, hvar vit fara. Eg
kann ikki ímynda mær, at vit flyta
í ein húsvogn við einum lítlum
barni, men eg fangi meg sjálva í at leggja tað
til rættis. Til dømis lá eg í gjár og hugsaði um,
hvørjar troyggjur vit skulu í, tá vit fara í song í
húsvogninum
Eg haldi, at tað er so syrgiligt,
at Føroyar ikki kunnu hýsa
sínum egnu landsmonnum