Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 9 Letur dyrnar upp fyri heimleysum føroyingum Eg hopi, at onkur setur seg í samband við meg, og at eg fái hjálpt onkrum í neyð. Tey skulu vera hjartaliga vælkomin, sigur Arnhild Maria Poulsen úr Oyndarfirði, sum alment hevur boðað frá, at hon letur húsini upp fyri fólki, sum hava tørv á bústaði ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO F yri á leið einari viku síðani skrivaði Arnhild Maria Poulsen úr Oyndarfirði so­leiðis á Facebook: “Hey øll somul. Eg fái ilt fyri hjartað at síggja so nógv fólk leita eft­ir onkrum at búgva í. Eg fari at opna hurðina og bjóða onkrum ein­ ligum foreldrum við børnum stov­ una hjá mær. Eg taki onki í leigu, men kanska eitt oyra í olju. Stov­ an hevur dupultsong, eina stóra hjørna­sofu og stólar. Tit mugu gjarna hava djór” Arnhild Maria Poulsen hevur sjálv roynt at staðið uttan bústað, tá hon og fýra børn hennara fyri skjótt tveimum árum síðani vórðu noydd at flyta út úr bústaði sínum vegna blámusopp. Støðan var tá so ring, at Arnhild Maria búði í bilin­ um í hálvanannan mánað. – Blámusoppur var í húsunum, sum vit búðu í, og vit gjørdust øll so sjúk av soppinum, at vit vórðu noydd at flyta út. Eg hevði onga­ staðni at fara, og tí búðu vit í bil­ in­um í hálvanannan mánað, sigur Arn­hild Maria, sum tá hevði fyri­ reikað seg til at flyta av land­in­um, so hon og børnini kundu fáa tak yvir høvdið. Tá var yngsta dóttir hennara 15 ár, og Arnhild Maria royndi at verja hana við at senda hana á summ­arlegur og annað hetta tíðar­ skeiðið. Tann elsta fór til familju at vera, men ikki var gjørligt hjá teim­um øllum at gista hjá fólki. Megin­partin av tíðini vóru Arnhild Maria og tann næstyngsta dótturin í bil­inum. – Av og á fóru vit á okkurt gist­ ingarhús at sova og at vaska okk­ um, men tað kundu vit ikki gera ov ofta, tí tað varð ov kostnaðarmikið, sigur hon. – Tað var í evstu stund, at eg fekk hesi húsini, sum vit nú búgva í í Oyndarfirði. Eg hevði ikki nógva ogn, tí tað mesta varð oyðilagt av sopp­inum. Eg hevði fyrireikað flyt­ ingina, fingið keypara til bilin og mangl­aði bara at keypa ferða­seðl­ ar­nar, sigur hon. Tá Arnhild Maria stóð í hesi støð­uni fyri ikki so langari tíð síð­ ani, var tað yngsta barnið hjá henni 15 ár. Hon greiðir frá, at hevði hon havt smábørn og staðið í líknandi støðu í dag, so hevði hon ikki ivast í at farið av landinum. – Ein slík støða slítur fólk upp. Vit vóru øll strongd og enntá hund­ urin merkti, hvussu spent og troytt vit vóru hesa tíðina, sigur hon álvarsom. Ov lítið verður gjørt Arnhild Maria Poulsen ilskast inn á politikarar, sum raðfesta tunlar og aðra bygging, men sum ikki síggja stóru neyðina, sum fleiri før­oy­ing­ ar dagliga eru í. – Tá eg var heimleys, ringdi eg til allar kommunurnar í Før­ oy­um, skrivaði til politikarar og løg­tingsfólk og spurdi meg fyri alla­staðni. Ongin fekk hjálpt mær. Eg fór eisini til tey smáu øk­ini og minnist serliga ein túr til Sand­ oynna við børnunum, har eg fór fyri at tosa við kommununa, um tey ikki høvdu onkran bústað til okk­ara, sigur hon. Hon ilskast inn á myndugleikar og politikarar, ið onki gera við trupul­leikan og ikki svara teimum, sum skríggja eftir hjálp. – Onki verður gjørt við stóra bú­staðartrupulleikan. Ístaðin fyri at byggja bíligar bústaðir, so rað­ festa tey, sum sita við valdinum, at byggja tunlar. Fólkið hevur ein ann­an tørv, staðfestir hon. Ikki rúm fyri øllum í samfelagnum Hon greiðir frá, at í eini slíkari støðu kennist tað, sum ein ikki pass­ar inn í samfelagið. – Soleiðis kendist tað. Eg var bara til problemir, og samfelagið var for lítið til mín, staðfestir hon. – Tað er keðiligt, tá ein hevur arbeitt og goldið skatt, sum øll onn­ur, og kortini endar í eini slíkari støðu. Tá kennist tað, sum leggur sam­felagið onki í teg, ella hvussu tú livir. Tað er ikki pláss fyri øllum í samfelagnum, staðfestir hon. Hon sigur, at hon hugsar sera nógv um tey, sum eru í eini støðu, har tey ongan bústað hava. Tað er ikki ein ynskilig støða, og tí valdi hon at leggja uppslagið á Facebook, har hon bjóðaði stovu sína til onkr­an, sum er í trongstøðu. Enn er ongin fluttur inn í stovuna hjá Arn­hild Mariu, og hon vónar, at or­søkin ikki er stoltleiki. Tí, sigur hon, at ein skal ikki vera ov stoltur til at takka ja til hjálpina, sum verð­ ur einum boðin. – Eg veit, at mong mangla bú­ stað og eitt pláss at vera. Enn havi eg ongan fingið inn at búgva, og eg haldi, at tað er tí, at fólk skammast, men tað haldi eg ikki, at tað er nøk­ ur orsøk til, sigur hon. –Eg hopi, at onkur setur seg í sam­band við meg, og eg fái hjálpt onkrum í neyð. Tey skulu vera hjarta­liga vælkomin, leggur hon aft­urat. Nógv hús tóm kring landið Sum teimum flestu kunnugt, so standa fleiri hús tóm kring landið. Arnhild Maria heldur, at komm­ un­ur­nar áttu at tikið ábyrgd og møgu­liga keypt summi av hes­um hús­unum við tí endamáli at leiga tey út. Hon heldur, at tað verður ein trupul­leiki, tá allar leiguíbúðir í komm­ununum skulu vera kostn­ að­ar­miklar marglætisíbúðir. – Tað er ikki neyðugt, at alt er so fínt. Fólk hava eisini áhuga í van­ lig­um húsum og íbúðum. – Hví kunnu kommunurnar ikki taka ábyrgd og keypa bíligar bú­stað­ir uttan ta risastóru in­vest­ er­ingina, spyr hon. Arnhild Maria Poulsen: Onki verður gjørt við stóra bústaðar­ trupulleikan. Ístaðin fyri at byggja bíligar bústaðir, so raðfesta tey, sum sita við valdinum, at byggja tunlar. Fólkið hevur ein annan tørv Eg veit, at mong mangla bústað og eitt pláss at vera. Enn havi eg ongan fingið inn at búgva, og eg haldi, at tað er tí, at fólk skammast, men tað haldi eg ikki, at tað er nøkur orsøk til