hósdagur 22. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
10
LÍVSSTÍLUR
SKEIVUR KOSTUR
TIL BØRN ELVIR TIL
MØÐI OG ØÐI
Er matpakkin til børnini ikki so mikið fjølbroyttur, at kroppurin fær
føðsluevnini, ið honum tørvar, er tað skjótt, at barnið ikki orkar tað, sum tað
eigur. Tað sigur Sølvá Jansdóttir Joensen, yrkisbachelorur í føðslu og heilsu,
sum heldur, at nógv foreldur vita ikki nóg mikið um heilsugóðan kost
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
S
keivur kostur hevur stóra
ávirkan á gerandisdagin
hjá barninum. Útlendskar
kanningar vísa, at eitt barn,
sum ikki fær tey føðsluevnini, sum
tað hevur tørv á, verður ávirkað
bæði sálarliga og kropsliga. Eitt nú
orkar barnið ikki at spæla, og tað
verður ringt at fáast við. Eisini vísa
kanningar, at evnini hjá barninum
at læra verða ávirkað av skeivum
kosti.
Flestu børn eru á stovni ella í
skúla ein stóran part av degnum,
og tí er sera týðandi, at matpakkin
er fjølbroyttur og nøktar tørvin á
føðsluevnum.
– Skal barnið hava orku til dagin,
er tað umráðandi, at tey røttu
føðsluevnini eru í matpakkanum.
Maturin skal vera fjølbroyttur, so
kroppurin fær alt tað, sum honum
tørvar, sigur Sølvá Jansdóttir
Joensen, sum er yrkisbachelorur í
føðslu og heilsu.
Hon sigur, at er matpakkin
ikki nøktandi, so er tað skjótt, at
barnið ikki orkar tað, sum tað eigur.
Avleiðingarnar kunnu verða bæði
møði og øði, sigur Sølvá Jansdóttir
Joensen.
Tann góði matpakkin
Spurd hvat foreldur skulu hugsa
um, tá tey smyrja matpakka til
barnið, sigur Sølvá, at tað er fyrst
og fremst umráðandi, at matpakk
in er fjølbroyttur, mettar væl og
gevur barninum orku til dagin.
Hon mælir til at fylgja teimum
tíggju kostráðunum, um tú vilt
tryggja tær, at barnið fær nóg nógv
føðsluevni.
Í einum matpakka, sum er í sam
svari við kostráðini, eru rugbreyð
ella grovari breyð, grønmetisstavar
ella salat, høsnarungi, ostur ella
egg sum viðskeri, minst eitt slag
av fiskaviðskera og frukt.
Ov lítið upplýst
Sølvá Jansdóttir Joensen heldur, at
foreldur verða ov lítið upplýst um,
hvussu týdningarmikil maturin er
fyri børnini.
– Foreldur áttu at verið betur
upplýst um, hvat heilsugóður
kostur er, soleiðis at tey kunnu
læra børnini góðar matvanar, sigur
Sølvá og leggur afturat, at so høvdu
foreldur eisini verið betur før fyri
at smurt børnunum spennandi og
heilsugóðar matpakkar.
Hon heldur, at tað átti at verið
skipað fyri eitt nú kunningarkvøld
um í skúlum og dagstovnum, har
fakfólk innan heilsu og føðslu
kundu greitt frá, hvussu stóran
týdning tað hevur, at barnið fær
heilsugóðan kost. Eisini kundu for
eldur fingið útflýggjað ein bókling
við kunnandi tilfari um kost og
heilsu, sigur Sølvá Jansdóttir Joen
sen.
Sølvá heldur, at tá foreldur gera
matpakkar í dag, so eru tað fram
vegis nógv, sum ikki gera so nógv
burturúr. Tey leggja tvær breyð
flísar saman við livurpostei og
pakka tær í plastfilm, og tað er tað.
– Tað er helst tí, at nógv fólk
hava ikki stundir til at smyrja,
skera og flysa til matpakkan. Og
tað, haldi eg, er sera óheppið, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen.
Hon ásannar, at tað tekur tíð og
krevur orku at gera spennandi mat
pakkar. Eini góð ráð, um tíðin ikki
røkkur, eru at smyrja matpakkan
um kvøldið. Tað ber væl til, sigur
Sølvá, sum heldur, at ein orsøk til,
at nógv ikki gera so nógv burtur úr
matpakkanum, er helst, at børnini
eru ikki von við aðrar matpakkar
enn breyð við livurpostei, og tí seta
tey ikki krøv um ein øðrvísi mat
pakka.
Sølvá leggur kortini afturat, at
tað er fleiri, sum eru tilvitað um
kost og tí gera nógv burtur úr mat
pakkunum hjá børnunum.
Matarskipan ongin loysn
Sølva Jansdóttir Joensen, B.A. í
føðslu og heilsu, heldur ikki, at
tað hevði verið ein loysn fyri øll at
skift matpakkarnar út við eitt slag
av matarskipan ella kantinu á dag
stovnum og á skúlum.
Hon vísir á, at tær matarskipan
irnar, sum hevur kennir til, eru als
ikki nøktandi.
– Tað tykist sum um, at tað er
ikki nóg mikið av peningi. Bíligar
vørur verða keyptar, so maturin
røkur til so nógv sum møguligt,
og tað verður als ikki hugsað um
góðskuna, sigur Sølvá.
Hon sigur, at skulu matarskip
anir ella kantinur setast á stovn í
skúlum og dagstovnum, so skulu
tær lúka høg krøv innan føðslu og
heilsu, um øll skulu fáa ágóðan av
tí.
– Maturin skal vera fjølbroyttur,
heilsugóður, vælsmakkandi, menn
andi og spennandi fyri børnini. Og
fakfólk innan mat og heilsu mugu
standa aftan fyri eitt slíkt konsept,
so børnini fáa góðar matvanar,
matmót og heilsugóðan kost dag
liga, sigur hon.
Ein slík skipan, sum lýkur
krøvini innan føðslu og heilsu,
og sum fakfólk standa fyri, hevði
gagnað teimum, sum í dag fáa ein
matpakka, sum ikki er í samsvari
við tey tíggju kostráðini, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen, yrkis
bachelorur í føðslu og heilsu.
Tey tíggju kostráðini:
Et fjølbroytt, et ikki ov nógv og
ver kropsliga virkin
Et frukt og nógv grønmeti
Et meira fisk
Vel fullkorn
Et soltið kjøt og soltnan
kjøtviðskera
Vel soltnar mjólkarvørur
Et minni mettað feitt
Et mat við minni salti
Et minni sukur
Drekk vatn
Kelda: Danska Matvørustýrið
Góð ráð til
kræsin børn
At nógv børn eru kræsin, er
ongin loyna. Sølvá Jansdóttir
Joensen heldur, at bestu
ráðini til tey, sum hava eitt
kræsið barn, er at blíva við
at bjóða barninum ymiskan
mat, lata barnið royna matin,
nerta við hann og smakka
á hann og eisini sleppa at
greiða frá, hví barninum
dámar ella ikki dámar matin.
– Eg haldi, at tað snýr
seg um at geva barninum
matmót. Vís barninum
ymiskar matvørur, tak barnið
við í matgerðina og skapa
áhuga fyri matinum, sigur
hon.