hósdagur 22. mars 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
11
Hetta vilja børn
helst hava í
matpakkan:
Pitsasniglar
Frukt
Pylsubreyð
Múslibarr
Grønmeti í stavum
Rugbreyð við viðskera
Tvíflísar av grovum breyði
Ljóst breyð og pannukøkur
Pastasalat og køkur
Góðgæti
Kelda: tv2.dk
Orkutørvur
hjá børnum:
Børn 2 til 5 ár: 1.272 kaloriur um dagin
Børn 6 til 9 ár: 1.656 kaloriur um dagin
Dreingir:
10 til 13 ár: 2.232 koloriur um dagin
14 til 17 ár: 2.832 kaloirur um dagin
Gentur:
10 til 13 ár: 2.064 kaloriur um dagin
14 til 17 ár: 2.352 kaloriur um dagin
Talan er um miðaltøl, sum eru treytað
av matarlysti, og hvussu kropsliga virkin
tey eru. Mælt verður til, at børn og ung
undir 18 ár eru kropsliga virkin ein tíma
um dagin. Ongar tilráðingar eru um
kropsligt virkni til børn undir 5 ár.
Kelda: Norðurlendsku føðsluevnistilmælini
Sambært
kostráðunum er
hetta ein góður
matpakki:
Breyð:
rugbreyð ella grovari breyð
Grønmeti:
grønmetisstavar ella salat
Viðskeri:
høsnarungi, ostur ella egg
Fiskur:
í minsta lagi eitt slag av fiskaviðskera
Frukt:
tað fríska
og søta
HEILSUGÓÐUR MATPAKKI
SUM BARNIÐ ETUR
Sama um talan er um vøggustovubarn, barnagarðsbarn ella skúlabarn, so eigur
matpakkin at vera so spennandi fyri barnið, at barnið vil eta matpakkan
FRUKT HELDUR ENN KØKU
Góðgæti, køka ella sjokoláta skal
ikki í matpakkan hjá barninum.
Vel heldur frukt til at umboða
tað søta. Sker fruktina sundur og
koyr hana í eitt ílat fyri seg at eta
omaná.
PAKKA MATIN FYRI SEG
Pakka matin inn fyri seg ella nýt
fleiri lítil íløt at koyra matin í.
DØGURÐARESTIR
Koyr restir frá døgurðanum í
matpakkan. Eitt nú pitabreyð ella
skrúvusalat.
PITSASNIGLAR OG
PYLSUHORN
Pitsasniglar og pylsubreyð við
fullkornsmjøli eru góð at koyra í
matpakkan.
EGGJAKØKUR OG
MATPANNUKØKUR
Matpakkin verður eisini meira
spennandi við lítlum eggjakøkum
ella matpannukøkum.
GER EITT SPJÓT ELLA
EINA TVÍFLÍS
Ger eina tvíflís, ella sker ost,
grønmeti, breyð og annað í
terningar og koyr tað á eitt spjót.
SMILEY Á VIÐSKERAN
Ger eitt smiley á viðskeran við
eitt nú agurk og piparfrukt.
GRØNMETI OG FRUKT
Brúka grønmeti og frukt til
at gera tað innbjóðandi hjá
barninum at hyggja niður í
matareskjuna. Sker grønmeti
í stavar, sum tað er lætt hjá
barninum at eta.
YMISKIR LITIR OG FORMAR
Tað ber eitt nú til at skera breyðið
út við formum, so tað fær onnur
skap.
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
Tað sigur Sølvá Jansdóttir Joensen,
yrkisbachelorur í føðslu og heilsu,
sum heldur, at foreldur eiga at
bjóða tí góða gamla breyðinum
við livurpostei av og heldur hugsa
kreativt. Tá verður tað stuttligt hjá
barninum at eta matpakkan, sigur
hon.