hósdagur 22. mars 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
12
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
42 ára gamli føroyingurin, sum
miðskeiðis í oktober bleiv hand
tikin í Danmark undir illgruna
fyri at hava viðvirka til neyðtøku
av einum fýra árum gomlum smá
drongi, er nú ákærdur fyri 41 brot
á revsilógina.
Tær 41 ákærurnar vísa til
tríggjar lógargreinar í revsilógini,
ið føroyingurin skal hava brotið.
Talan er um §216, ið umfatar neyð
tøku og neyðtøku av persónum
undir tólv ár, §23, ið umfatar
eggjan ella ráðgeving í samband
við lógarbrot, og §232, ið umfatar
blygdanarskemd.
Av teimum trimum lógargrein
unum er tað serliga §216, ið kann
føra til eina stranga fongsulsrevs
ing. Í henni verður staðfest, at ein
persónur kann fongslast í upp til
tólv ár fyri neyðtøku av einum
persóni undir 12 ár. Lógin er í hesum
føri relevant, tí í revsilógini verður
alt slag av kynsligum ágangi móti
børnum undir 12 ár bólkað sum
neyðtøka.
Nágreiniliga hvat stendur í
teimum ymisku paragraffunum
sæst aðrastaðni á síðuni.
Sosialur miðil boðaði frá
Málið snýr seg um, at 42 ára gamli
føroyingurin við ráðum og eggj
an hevur viðvirkað til, at ein 42
ára gomul donsk kvinna framdi
kynsligan ágang móti fýra ára
gamla soni sínum. Tað er í tíðar
skeiðinum frá 7. juni 2017 til 19.
september í 2017, at samskiftið mill
um føroyska mannin og donsku
kvinnuna er farið fram.
Maðurin hevur alla tíðina
noktað seg sekan í ákærunum, men
byggja ákærurnar millum annað
á tjatt-samskifti, ið maðurin og
kvinnan hava havt á sosiala miðl
inum LinkedIn, ið vanliga mest
verður brúktur sum eitt amboð
hjá arbeiðsgevarum og arbeiðs
takarum at hittast. Tey bæði hitt
ust á LinkedIn, og er tað har, at tað
mesta av samskiftinum er farið
fram.
Í skuldsetingini hjá løgregluni
varð eisini greitt frá hvat maðurin
bað kvinnuna gera við sonin, um
framt at hann bað hana senda sær
myndir og upptøkur av neyðtøk
uni.
Undir rættarmálinum móti
kvinnuni kom fram, at løgreglan
fekk frænir um málið, tá LinkedIn
varnaðist myndirnar í samskift
inum millum tey bæði og boðaði
myndugleikunum frá teimum.
Kvinnan dømd
Enn er ikki ásett nær rættarmálið
móti 42 ára gamla føroyingunum
verður, men fyrr í hesum mánað
inum bleiv 42 ára gamla kvinnan
dømd fyri sín leiklut í áganginum
móti soninum.
Í rættinum próvførdi ákæru
valdið fyri, at hon hevði neyðtikið
fýra ára gamla sonin 20 ferðir, um
framt at hon gjørdi seg kynsliga
inn á hann upp á aðrar mátar.
Og sambært ákæruni var tað
føroyingurin, sum hevði eggjað
hana til tað yvir eitt tíðarskeið á
tríggjar mánaðir, skrivar Ritzau
tíðindastovan, ið var til staðar til
rættarfundin.
Í rættinum kom eisini fram, at
mamman gjøgnum LinkedIn hevði
sent føroyska manninum upp
tøkur og 50 pornografiskar myndir
av kynsliga áganginum.
Hóast tað í hesum førinum
var talan um rættarmálið móti
kvinnuni, so bleiv leikluturin hjá
42 ára føroyinginum eisini lýstur.
Sambært ákæranum, so var tað
eftir eggjan frá manninum, at hon
hvørja ferð gjørdi seg inn á sonin.
Í rættarúrskurðinum hjá rætt
inum í Lyngby verður upplýst,
at mamman er dømd fyri mill
um annað neyðtøkuroynd, neyð
tøku á annan hátt enn samlegu,
blygdanarskemd og upptøkur,
varðveitslu og senda víðari barna
pornografiskt tilfar. Rætturin legði
aftrat, at tað í øllum tilburðunum
er talan um sama barn, ið var fýra
ára gamalt, tá brotsverkini blivu
framd.
Kvinnan játtaði seg seka í ákær
unum og rætturin dømdi hana til
at sita inni í trý ár og níggju mán
aðir.
Handtikin á flogvøllinum
Í skuldsetingunum móti kvinnuni
og manninum er vorðið upplýst,
at ágangurin er farin fram í tíð
arskeiðinum 7. juni 2017 til 19.
september sama ár. Eftir øllum at
døma er samskiftið teirra millum
sostatt fyrst steðgað, tá løgreglan
20. september handtók kvinnuna
eftir at LinkedIn hevði boðað løg
regluni frá myndunum.
Maðurin bleiv tó ikki handtikin
fyrr enn 16. oktober klokkan 17.37.
Sosialurin hevur áður skrivað
um handtøkuna av 42 ára gamla
føroyinginum. Sum skilst, so bleiv
hann handtikin, tá hann kom í land
í Kastrup av Føroya flogfarinum.
- Sum skilst var maðurin tá í
ferðalag saman við unnustu síni,
verforeldrum og við smábarni
teirra í føvninginum, tá løgreglan
stendur fyri honum. Løgreglan bað
hann lata teimum telefon og teldu,
og síðani fekk hann at vita, at hann
var handtikin, skrivaði Sosialurin
4. desember 2017.
41 ÁKÆRIR UM
BROTSVERK MÓ
Danska ákæruvaldið hevur reist 41 ákærir móti einum
42 ára gomlum føroyingi, sum í tíðarskeiðinum frá 7.
juni 2017 til 19. september í 2017 skal hava ráðgivið og
eggjað einari danskari kvinnu til at fremja kynsligan
ágang móti fýra ára gamla soni sínum.
- Undir
rættarmálinum móti
kvinnuni kom fram,
at løgreglan fekk
frænir um málið, tá
LinkedIn varnaðist myndirnar
í samskiftinum millum tey bæði
og boðaði myndugleikunum frá
teimum.
- Eftir øllum at døma
er samskiftið teirra
millum sostatt fyrst
steðgað, tá løgreglan
20. september
handtók kvinnuna eftir at
LinkedIn hevði boðað løgregluni
frá myndunum.