hósdagur 22. mars 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
14
BLOGGUR
Jarðarferðin hjá Billy Graham
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
Í
bók síni, “Seven habits of highly effect
ive people”, sigur Stephen R. Covey, at
um tú vilt seta tær mál fyri lívið, so
skalt tú seta spurningin, ‘Hvat ynski
eg, at fólk siga um meg við jarðarferð mína?’”
Fríggjadagin tann 2. mars 2018, fór
heimskendi prædikumaðurin Billy Graham
til gravar í heimbýi sínum, Charlotte, í North
Carolina. Eg hevði stóra framíhjárættin at
vera við til jarðarferðina. Har kom sami
spurningurin fram, men víst varð á, at Billy
setti ein heilt annan spurning: “Hvat ynskir
tú, at Gud sigur við teg, tá tú møtir honum
hinumegin?” Stórur munur er á hesum
báðum spurningunum. Við tí fyrra verður
leitað eftir svari hjá menniskjanum, við tí
seinna verður leitað hjá Gudi.
Fyri Billy Graham var eingin ótti í seinna
spurninginum, men ein livandi vón, tí hann
gleddi seg til dagin, tá ið hann skuldi møta
skapara sínum. Billy hevur sjálvur sagt: “Tá
tit hoyra tíðindini um, at Billy Graham er
deyður, skulu tit ikki trúgva einum orði av
tí. Eg eri ongantíð so livandi sum júst tá, tí tá
eri er heima hjá Gudi.” Og hetta var júst tað,
ið eyðkendi jarðarferðina – ein gleðishátíð!
Nógv góð fólk høvdu nógv gott at siga
um Billy Graham, men tað, ið hugtók meg,
var tað, sum børn hansara søgdu. Eingin ivi
var um ein djúpan kærleika í tónalagi teirra.
Men tað, ið gav jarðarferðini ein serligan
dám, vóru orðini frá dóttrini, Ruth. Hon
segði okkum frá, hvussu hon, tíverri, kom at
uppliva hjúnarskilnað í lívi sínum. Stutt eftir,
gifti hon seg aðruferð – ímóti ráðunum, sum
foreldur og onnur góvu henni – við einum
manni, sum hon neyvan kendi nóg væl.
Somu nátt, sum hon giftist, dugdi hon longu
at síggja, at hon hevði gjørt ein stóran feil og
seks vikur seinni noyddist hon at flýggja frá
einum harðligum og vandamiklum manni.
Hon greiddi frá: Eg visti ikki hvagar eg
skuldi fara, men hevði eina vón um, at heima
hjá mammu og pápa fór eg at finna kærleika.
Tá eg kom koyrandi inn um portrið við
húsini, stóð pápi í túninum og bíðaði eftir
mær. Eg visti ikki, hvat hann fór at siga ella
gera, men beint eg kom úr bilinum, kom hann
til mín, tók meg inn í favn sín og segði mær,
hvussu nógv hann elskaði meg. Eg kendi,
at eg var komin “heim” – ikki bert til ein
bústað, men til ein stað, har eg kundi kenna
meg trygga, vælkomna og góðkenda. Meðan
eg lá í favni hansara, upplivdi eg fyri fyrstu
ferð, at Gud eisini er mín Faðir. Hendan løtan
og tíðin aftaná, broytti lív mítt og gav mær
nýtt dirvi at liva – brotin og ófullkomin, men
góðtikin og elskað.”
Sum eg sat til jarðarferðina, kendi eg
styrkina í orðum hennara. Ruth minti meg
á, hvussu vit, eisini í trongastu stundum
okkara, har vit allarminst væntaðu ella
ímyndaðu okkum tað, kunnu vera vitni
Guds. Í teirri stund, tá Ruth kendi seg brotna
og ófullkomna, var tað, at hon vísti dirvi,
styrki og virðing fyri skapanarverki Guds,
við tað, at hon tók frástøðu í mun til tað
virðisleysa og oyðileggjandi, ið hon royndi
saman við manninum. Og hóast hetta av
mongum, kann kennast sum eitt niðurlag,
vitnaði atburður hennara um, hvussu trúgv
hennara gav henni styrki og setti kósina, ið
hon valdi at taka. Ferðin, at liva lívið soleiðis,
sum vit trúgva, at Gud hevur ætlað okkum
tað, kann mangan sýnast torskild, í eygunum
hjá okkum sjálvum og øðrum við. Í síðsta
enda, er tað einans Gud, ið kan døma um,
nær vit snávaðu, sigraðu, sviku, bóru okkum
undan, vóru sjálvsøkin, høvdu reint hjarta
o.s.fr.. Ruth sókti sær skjól í kærleikanum,
sum faðirin gav henni. Treytaleysi kærleikin
hjá pápanum til dóttrina, bjargaði henni í
hasi trongu stund hennara. Men Billy kundi
bert elska við treytaleysa kærleikanum, tí
Gud hevði elskað hann fyrst. Og tá Gud
gav pápanum dóttrina, gav hann gávuna at
elska treytaleyst. Eins og hansara kærleiki til
okkara er, treytaleysur. Men eisini at dupult
signingin er hendan, at Billy ikki bert var ein
gáva til Ruth, men Ruth eisini var ein gáva
til Billy.
Vit vita sjálvandi ikki, hvat Gud segði við
Billy, tá hann møtti honum hinumegin, men
tað, sum Billy gjørdi mótvegis dóttir síni, var
nakað, sum eyðkendi kósina fyri, hvussu
hann var mótvegis øllum menniskjum. Sært
tú, livir tú í ljósinum av seinna spurninginum
– “Hvat ynskir tú at Gud sigur við teg, tá tú
møtir honum hinumegin?” – so er tað givið,
at fyrri spurningurin eisini verður svaraður.
Spurningurin er bara, hvør spurningur er
týdningarmiklari fyri teg?