hósdagur 22. mars 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
15
DANJAL AV RANA
Seinnapartin mikudagin fekk
løgreglan fráboðan um, at ein
hundur hevði bitið eitt smábarn.
Hetta hendi í einari bygd í
Eysturoynni, sigur løgreglan.
Tað var, tá móðirin at barni
num skuldi seta hálvtannað
ára gamla barnið inn í bilin, at
hundurin leyp á og beit barnið.
Barnið bleiv tó ikki so illa bitið,
at hol kom á, sigur vakthavandi.
Eigarin av hundinum verður
nú skuldsettur fyri ikki at hava
tamarhald á hundinum. Í onkr
um kommunum er krav um, at
hundar altíð skulu vera í bandi,
so sum í Klaksvík og í Havn,
men hetta er ikki galdandi alla
staðni. Hundalógin sigur tó, at
eigarin altíð skal hava ræði á
hundinum.
- Tað hevur ein ikki, um
hundurin loypir á og bítur eitt
barn, sigur vakthavandi.
Umframt kravið at hava ræði
á hundinum sigur hundalógin,
at eigarin skal hava eina ábyrgd
artrygging fyri hundin og
spjaldur við navni eigarans á
hundinum.
Løgreglan vil tí heita á fólk
um at hava hundarnar í bandi
og annars hava tamarhald á
hundum sínum.
DANJAL AV RANA
Næstseinasta vikuskiftið var
eitt innbrot í Havn, har tjóvarnir
fingu hendur á eini stórari nøgd
av rúsandi heilivági.
Hildur Hentze, kanningar
leiðari hjá løgregluni, segði,
at talan var um stórar nøgdir
av morfintablettur, morfin
ampullum, morfinplástrum og
ketogan.
Talan er um 90 morfin
tablettir, 20 ampullir av flótandi
morfin, 10 ampullir av flótandi
ketogan, 2 pakkar av morfin
plástri, 50 dololtablettir og aðrar
tablettir.
Nú hevur løgreglan handtikið
ein mann fyri innbrotið. Talan
er um ein mann í 30’unum, sigur
kanningardeildin.
Løgreglan sigur, at hon
hevur fingið fatur á einum parti
av morfininum, men handtikni
maðurin sigur, at partur av tí er
burturbeint.
Tað vóru kanningar hjá løg
regluni, sum beindi hana á slóði
na eftir mannin.
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú skal nógv umrødda verkfallið
hjá Pedagogfelagnum um árs
skiftið eftirmetast.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum. Í drúgva verkfallinum hjá
pedagogunum, varð fleiri ferðir
ført fram at tað gekk so illa at fáa
undantak frá verkfallinum, at
lív og heilsa á búfólki á stovnum
undir Almannaverkinum, varð sett
í vanda.
Nú hevur Brandur Sandoy,
løgtingsmaður, spurt landsstýris
kvinnuna, hvørji stig hon ætlar at
taka fyri at sleppa undan, at vit
enda í eini so vanlukkuligari støðu
eina ferð afturat.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at
beint tá ið verkfallið var av, lovaði
hon at stig skuldu takast fyri at
fyribyrgja, at ein slík støða tók seg
upp aftur.
– Hetta lyftið standi eg við,
staðfestur Landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at nú tað er friðartíð, fer
hon sostatt at eftirmeta avtaluna
um undantøk frá verkfallinum
saman við Lønardeildini í Fíggjar
málaráðnum og Pedagogfelagnum.
Avtalan, hon sipar til, er ein
avtala ímillum Pedagogfelagið
og Fíggjarmálaráðið um, hvørji
undantøk skulu gevast, tá ið
pedagogar eru í verkfalli, so at
tað altíð er nokk at pedagogum
til arbeiðis til at lív og heilsa ikki
verður sett í váða.
Men í verkfallinum hjá peda
gogunum var týðiligt, at hendan
avtalan er ikki nøktandi, tí tað var
stór ósemja ímillum pedagogarnar
og Almannaverki um, hvørji
undantøk, tað var neyðugt at geva.
– Fyri meg er tað av sera stórum
týdningi, at borgarar við serligum
avbjóðingum og avvarðandi teirra
ikki koma í eina líknandi støðu
aftur, samstundis sum eg eisini
meti, at verkfalsrætturin eigur
at verða virdur, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
– Tí er neyðugt, at avvarðandi
partar seta seg saman og finna eina
haldgóða loysn, ið er nøktandi fyri
allar partar, leggur hon afturat.
ÁKI BERTHOLDSEN
Allir tunlar skulu bjóðast út ísenn.
Tað heldur Heðin Mortensen,
løgtingsmaður fyri Javnaðar
flokkin. Løgtingið viðger eitt upp
skot um at heita á Henrik Old um
at bjóða Fámjinstunnilin út saman
við Hvalbiartunlinum, sum annars
skal bjóðast út seinni í ár.
Tey, sum hava sett uppskotið
fram, eru tinglimir í andstøðuni og
teir báðir tinglimirnir í samgongu
ni, Heðin Mortensen og Kristin
Michelsen.
Heðin Mortensen sigur, at
verður Fámjinstunnilin boðin
út saman við Hvalbiartunlinum,
verður Fámjinstunnilin munandi
bíligari. Og tá ið Løgtingið viðgjørdi
málið í morgun førdi Heðin
Mortensen fram, at í roynd og veru
er tað einasta rætta at bjóða allar
tunlarnar, út í einum, bæði stuttar
langar tunlar.
Hann hugsar um tunnil til
Hvalbiar, tunlarnar Norður um
Fjall, Fámjinstunnilin, Dals
tunnilin, tunnilin til Gjáar, tunnil
in til Tjørnuvíkar, tunnilin til
Vestmanna, tunnilin undir Gøtu
eiði tunnilin til Velbastaðar, tunnil
in til Sandavágs, og aðrar tunlar
við.
– Bjóða vit allar hesar tunlar út í
einum, høvdu vit fingið teir fyri ein
prís, vit høvdu klárað sum enki. Og
so høvdu vit skriva politiska søgu,
ístaðin fyri tað støðu, vit nú hava,
har tað er stríð hvørja ferð ein sam
gonga skal skipast, við teimum
politisku rossahandlum, tað ber
við sær, sigur hann.
Jenis av Rana, tingmaður fyri
Miðflokkin, er púra samdur í, at tað
einasta rætta, og tað bíligasta, er
at bjóða tunlarnar til tær smærru
bygdirnar út undir einum, heldur
enn at lata eitt tunlasjakk hjá
Landsverki gera tunlarnar í smá
um, tí tað fer at taka nógvar ferðir
longri tíð.
– Bjóða vit allar hesar tunlar út í
einum, høvdu vit fingið teir fyri
ein prís, vit høvdu klárað sum
enki, sigur Heðin Mortensen
Hundur beit
smábarn
Eitt ára gamalt barn
í Eysturoynni varð
bitið av hundi
Vil bjóða allar tunlar
út samstundis
Løgtingsmaður heldur, at ætlaðir tunlar
í Føroyar eiga at bjóðast út samstundis
Ein maður er nú handtikin fyri stóran morfinstuldur í Havn
Maður tikin fyri
morfinstuldur
Hundaeigurin verður skuldsettur fyri ikki
at hava tamarhald á sínum hundi
FARA NÚ AT TOSA UM
UNDANTØK Í VERKFALLI
– Fyri meg er tað av sera stórum týdningi, at
borgarar við serligum avbjóðingum og avvarðandi
teirra ikki koma í eina líknandi støðu aftur, sigur
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, um
lønarstríðið millum tað almenna og pedagogarnar
- Avvarðandi partar mugu seta
seg saman og finna eina haldgóða
loysn, ið er nøktandi fyri allar
partar, sigur Eyðgunn Samuelsen