Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 16 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 4. partur Blaðið Neistin Jakob Jacobsen (Sjabokk), skrivari hjá Merkinum, sum eisini var prentari, fór beinanvegin felagið var stovnað saman við Johan E. Mikkelsen, ættaður úr Gásadali, í holt við at geva út eitt felagsblað. Blaðið var hektograferað, eitt slag av duplikering, við fýra síðum í A4 stødd. Innihaldið var tíðindi frá Merk­ inum, søgur, yrkingar, ferða­frá­ sagn­ir og annað. Blaðið fekk navnið Neistin, sum tað varð kallað øll árini. Sum frá leið kom Neistin at hava sama skap sum Baldursbrá hjá Havnar Ungmannafelag fyrst í øld­ini. Tað var eitt hondskrivað blað, sum hevði ein blaðstjóra hvørja ferð, og ein sum skrivaði. Ofta var tað sami persónur. Blaðið varð so lisið upp á hvørjum fundi. Tá varð eisini valdur ein blaðstjóri til komandi blað. Ofta varð sami blað­stjóri á fleiri fylgjandi bløðum. Tað sigst í tilfari hjá Merkinum, at alt hetta tilfarið er latið Lands­ bóka­savninum, men har tykist tað ikki at vera at finna. Tað hevur verið spurt ymsa staðni, men eing­in veit nakað. Hetta er sera óheppið, tí hetta er virðismikið tilfar. Um onkur veit um hetta tilfarið, kundi tað verið áhugavert at frætt. Her er talan um ein hóp av tilfari, sum vildi havt størstan áhuga í dag. Øll hesi handskrivaðu bløðini vórðu bundin inn í fýra bøkur. Vit mugu rokna við, at hetta má finnast “onkustaðni”. Slíkt tilfar kann ikki vera burturbeint. Tað finst eitt yvirlit yvir tær yvirskriftir, sum hava verið í Neist­anum. Hetta er ikki smávegis til­far. Tað er einir 300 titlar frá 1924-1954. Í fyrsta umfari var Neistin til árini 1924-1928. Tá kom eitt glopp í. Neistin varð tikin upp aftur í 1930 og helt á til 1937. Í 1941 verður hann tikin upp aftur og var virkin fram til 1948. Ein roynd var at taka Neistan upp aftur í 1954, men hendan vardi stutt. Her eru nógv kend nøvn sum Jákup av Skarði, Ingvard Jacobsen, Einar Joensen, Nyholm Debes, Óli Dahl, Poul Johs. Lindberg, Stig Rasmussen og nógv onnur. Í minsta tveir av hesum eru enn á lívi. Teir eru Jeffrei Henriksen og Johannes Andreas Næs. So eru eisini meira onnur ókend nøvn. Nógv er eisini skrivað undir dulnevni. Nógvir av teimum, sum skrivaðu í Neistanum, komu seinni at gera vart við seg sum rit­ høv­undar. Kanska er grund­arlagið hjá fleiri teirra lagt í Neistanum. Her vóru eisini kvinnur sum skrivaðu. Ein tann fyrsta var Ada Rasmussen, dóttir Rasmus á Háskúlanum. Aðrar vóru t.d. Ebba Rein, Sigrið av Skarði, Mia Trond Hansen, seinni Jensen. Sum tað sæst á yvirskriftunum var tilfarið ógvuliga ymiskt, sum titlarnir eisini siga frá. Dømi kunnu vera: Náttin fyri sum Svín­ oyarbjarni varð kristnaður, Gam­al kær­leiki rustar ikki, Á ferð á há­ skúla. Her vóru bæði greinir og yrk­ingar. Onkrar týðingar vóru eisini. Okkurt smávegis finst tó úr Neist­anum. Í 1948 gjørdi Føroya Ung­mannafelag avtalu við Ítrótt­ ar­samband Føroya um at fáa fýra síður í Ítróttartíðindum. Blaðstjóri á hesum partinum var Dánjal Pauli í Búðunum á Velbastað. Henda avtala helt bara fyri fýra bløð, tí tað var so ringt at fáa tilfar. Men í einum av hesum bløðum var ein grein, sum hevði staðið í Neistanum í 1935. Her skal ein part­ur av hesi grein endurgevast. Tað sæst ikki í umrødda yvirliti, hvør ið hevur skrivað greinina. Her verður m.a. sagt: Ungdómur og lesnaður Munur unglinganna millum her á landi er sum millum nátt og dag. Størstur er hann óivað, tá talan er um hugmál. Summi eiga ikki tað, sum eitur andliga hugmál – og tann flokkurin er stórur tíverri. Til teirra, sum ikki hava onnur mál enn at vinna pening og “njóta lívið”, er ónýtt at tala um bøkur og lesnað. Óivað eru dugandi fólk teirra millum, men nakað sum kann hevja tey upp úr tí gráa hvønndagslívinum, eiga tey ikki. Skulu tey njóta eina hvíldarstund, venda tey sær annaðhvørt til biografteatrið – ella til fløskuna og kortini. Men tað er ikki til hendan ungdóm, eg vil tala. Tað er til tann ungdóm, sum hevur hug at lesa, og sum gjøgnum lesnað og tílíkt vil virka fyri egnu andsútvikling. Við øðrum orðum til tann ungdóm, sum fylkist um “Merkið”. Tað at fólk okkara er lítið og skrivi­málið ungt og forfjónað, er tað so, at Føroyingurin hevur ógvuliga lætt við at ogna sær allan norðurlendskan lesnað. Men hvat skal ungdómurin so lesa? Ein kann lesa seg óðan í staðin fyri klókan. Her hugsi eg mest um tær bøkur, sum undir einum bera navnið “kriminalromanir”, bøkur sum Nick Carter og Buffalo Bill. Hetta eru bøkur, sum í tonsavís verða tveittar út um landið. Til ring­an lesnað má eisini roknast tað fjákuta, virðisleysa tvætlið, sum ber navnið “Ungpigebøger”. Mong eru tey, ið siga, at ung­ dóm­urin skal lesa bíbliuna og halda seg burtur frá øllum “verðs­ligum” lesnaði. Slíkur hugs­ unn­arháttur er blóðskeivur. Við hes­um meini eg sjálvandi ikki, at tey ungu skulu lata vera við á lesa bíbli­una, tí hon er ein lívskelda fyri kristið fólk. Men ein ungdómur, sum vil fylgja við tíðini, og sum vil síggja vítt og frítt um seg, hann má hava annan andaligan kost enn religiøs­ an. Í komandi parti verður framhald av hesi grein. Merkið hevði blaðið Neistin, sum “kom út” um 300 ferðir. Men hetta nógva tilfarið finst ikki í dag. Veit nakar um tað? Ungmannafelagið Merkið: NEISTIN SUM HVARV! Ungmannafelagið Merkið varð stovnað á Føroya Fólkaháskúla á Frælsinum, og háskúlamenninir vóru dyggir stuðlar. Ein dyggur stuðul bæði hjá háskúlanum og Merkinum í mong ár var Poul Johannes Lindberg. Eitt hjartamál hjá Merkinum var eisini at varðveita gomlu merkini í Tinganesi.