Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 17 Komandi partur Seinnapartin í apríl kom tveir partar afturat um ungmannafelagið Merkið. Í komandi parti, sum kemur aftaná páskir verður frásøgn frá Skansanum í Havn. Fundir í 1924 við mongum evnum Í undanfarnum pørtum er greitt frá fundum í merkinum frá 1920. Hesar frásagnir eru góð lýsing av tí, sum rørdi seg í Havn fyri nærum 100 árum síðani. Hetta verður eisini lýst í fundarfrásøgnunum. Týskland, Fríðrik Petersen og Martin Joensen Tann 29.januar 1924 greiddi M.A. Jacobsen frá, at tross neyðartíðina í Týsklandi eru týskarar ikki falnir í fátt. Ein týskur vísindamaður hevði skrivað til hansara og biðið hann greitt frá føroyskum bókmentum nú í tíðini. Tað hevði hann eisini gjørt. Hetta var áðrenn Hitler fekk valdið í 1933. Tann 12. februar helt Edward Mitens røðu um Frederik Peter­ sen. Greiddi frá lívssøguni og las yrk­ingar, sum hann dvøldi leingi við. Í vøkrum orðum greiddi Mit­ ens frá um henda framliga son Før­oya lands, ið var ein av teimum fyrstu, sum við skaldskapi førdi tjóð­skaparrørsluna fram. Síðan las hann nakrar yrkingar, sum ikki høvdu verið frammi fyrr. Martin Joensen, lærara­skúla­ næm­ingur úr Sandvík, legði 13.mai fram um ungdóm nú í tíð­ini, hvussu hann er og hvussu hann átti at verið. Hann tosaði um krist­ in­dómin sum ta berandi kraftina. Martin var hugaður fyri felagslívi. Hann mælti til eitt meginfelafg fyri ungmannafeløg kring landið. Hesum tók m.o. Símun av Skarði undir við. Martin Joensen bleiv ein kendur rithøvundur. Í 1946 kom hans­ara fyrsta kenda skaldsøga, Fiski­menn, út. Friðarstevna og ársveitsla við Merkinum Tann 10. juli talaði frøken Helena Bærentsen um eina friðsstevnu, hon hevur verið á í Danmark í fjør, har fólk høvdu verið frá mest sum øllum londum. Hetta var mestsum ein kristiligur fundur, hildin av fólki frá ymsum trúarhættum í góðum samklangi. Hon var hug­tik­ in av hesum fundi og dugdi væl at fáa áhoyrararnar við. 16. august var ársveitsla á há­ skúl­anum. Her var prýðiliga borð­ reitt, ein mongd av merkjum stóð á borðinum. Rasmus Rasmussen helt eina frálíka vakra røðu um Merkið, fyrst tað sjónliga merkið, sum hann stóð við í hondini, og síð­an um tað merkið, sum mest ræð­ur um, tað menn bera í barmi sær. Ong­antíð ræður tað meira um enn nett­upp nú at halda merkið fram, bæði hjá teimum, ið á odda standa og ikki minni hjá teimum, ið arbeiða millum fjøldina. Vildu geva Mikkjal á Ryggi út Tann 16. september las Mikkjal á Ryggi upp eitt ævintýr “Børku­ vísan og svínahvonnin” ið var eitt fitt lítið lívsbílæti. Síðan las hann tvey kvæðir, ið eisini eru hansara egna verk. Annað handlaði um, tá ið Brestir og Beinir vóru dripnir á Dímun, og hitt var frá seinni ævi Sigmundar, tá hann var í Noregi. Nútíðar kvæðir kunnu sjáldan máta seg við tey fornu, hvat ið megi og lýsingar viðvíkir, men hesi vóru av teimum frægu. Tann 28. september varð sam­ tykt at senda soljóðandi bræv til Mikkjal á Ryggi, har tað m.a. var sagt: “Sum tygum kunnugt hevur tað leingi verið ætlanin, at Varðin skuldi geva út tey bæði kvæðini, ið tygum lósu upp upp fyri kortum í felag okkara. Men av tí, at Varðin ongar pengar eigur eru hesi bæði feløg komin til sættis um, at Merkið skal gev kvæðini út, um tygum geva loyvi til tess”. Tað sæst einki at vera komið burt­urúr hesi ætlan. Fyrsta útgáv­ an hjá Mikkjali var annars í 1926. Um hetta gekk eftir ætlan kundi Merkið vera fyrst at geva út verk hjá Mikkjali. Merkið var úti um seg á nógv­um økjum Samtykt varð á sama fundi at senda soljóðandi bræv til Havnar Býráð: “Havnar Býráð verður biðið um at ansa eftir, at teir merktu stein­ arnir í Tinganesi ikki verða oyði­ lagdir men tiknir upp á hampiligan hátt og hóskandi varðveittir. Hesir steinar hava eftir okkara tykki stórt søguligt virði og stórt spell halda vit tað vera, um teir verða sundusoraðir. Um býráðið ikki heldur seg kunna gera nakað við hendan spurn­ing, verður tað biðið um svara okkum sum skjótast, so at vit kunnu ganga aðrar leiðir, með­ an tíð er”. Hellan er til enn, so Merkið fekk á sín hátt sín vilja. Tróndur, Sigmundur og Grundtvig Á fundi tann 7. oktober las Rasmus Rasmussen upp sjónleikin Høvd­ ing­ar hittast, sum hann sjálvur hev­ur skrivað fyri mongum ár­ um síðani, men tíverri er hann ong­antíð prentaður. Sjónleikurin handl­ar um Trónd í Gøtu og Sig­ mund Brestisson. Tað er heiðin­ dóm­urin og kristindómurin ið møtast. Tann svarti heið­in­skap­ ur­in verður førdur fram av teirri ódám­liguTorgerð, meðan Ingi­ bjørg er blíð og góð og fer í kleyst­ur. Og tann 21. oktober helt tann tá einans 23 ára gamli Christian Matras fyrilestur um Svend Grundt­vig í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðan hann var borin í heim. Hann helt, at vit í Føroyum eiga at minnast hann fyri tað arbeiði hann gjørdi fyri føroyskt mál við at skriva kendu bókina “Dansken paa Færøerne et sidestykke til Tysken í Slesvig” og at savna Før­ oya kvæði. Røðarin harmaðist um, at Føroyingafelag í Danmark ikki fekk so frægt sum upp í lag at leggja ein krans á grøv hansara. Røðarin endaði við, at tá ið før­ oy­ingar fara at seta minnis­varðar yvir okkara egnu stórmenni, so eiga teir ikki at gloyma Svend Grundt­vig. Hetta ynski fekk hann so ikki uppfylt. Tey munnu vera fá sum kenna til Sven Grundtvig í dag. Hann var eina av teimum fáu dønum, sum vardu rættin hjá før­oyingum at nýta føroyskt mál í skúla og kirkju. Í hesum sam­bandi sammetti hann danir við fram­ferð­ina hjá týskarum í lands­partinum Slesvig, norðast í Týsklandi, har tað búðu og búgva nógvir danir. Tann 18.november var Petur Alberg biðin um at lesa upp úr Bald­ursbrá hjá gamla ung­manna­ felagnum. Hann las m.a. upp eina søgu: Stevnimøti á Penaplássi, ið er óføra stuttlig. Alt fundarfólkið stuttleikaði sær eisini óført. Fundarskrivarin endaði við hesum orðum: “Eg trúgvi, at allir limir Merkisins høvdu sama ynski tað kvøldið og settu sær sum mál at fáa okkara Neista líka góðan Baldursbrá.” Skemt Í skjalasavninum hjá Merkinum er eisini ein avskriving av skemti, sum var ein fastur táttur í blaðnum. Hetta skemtið stavar frá 1935 og 1936. Hetta lýsir eitt sindur tann humoristiskan sansin tá í tíðini. Okkurt av tí hevði verið óhugsandi í dag sum hetta: Eitt stykki úr djórasøgu Mikkjal Dánjalsonar á Ryggi: Tað næsta kríatúr, vit skulu nevna er konufólk. Konufólk er eitt kríatúr, sum stendur mannfólkinum nær, serliga í myrkri. Sum dømi um, hvussu hetta kríatúr er, skal eg nevna, at eg eina ferð havi runnið eftir einum millum Seyrvág og Miðvág. Tað var pollamjørki tann dagin, so herðurnar lógu ljósar og lægdirnar myrkar. Hvørja ferð tað kom upp á herðarnar var tað ólátað og rann so skjótt, at eg illa orkaði at fylgja. Men hvørja ferð tað kom niður aftur í mjørkan var tað spakt og viðeiriligt. Men kynið er sum í kettu. Best sum eg helt væl til standa leyp tað á meg og vildi mussa. Christian Matras helt á fundi í Merkinum í 1924, at føroyingar áttu at sett eini minnisvarða til minnis um Svend Grundtvig. Petur Alberg var eisini ein stuðul hjá Merkinum. Tíbetur eru enn privatfólk, sum hava ans fyri kirkjugarðinum undir Svínaryggi. Fyri kortum varð nýggjur gravsteinur settur upp við hesi innskrift: ANNA ELISABETH ISAKSEN F. HOLM F. 17.02 1848 D. 06.12.1921 PETER ALBERG SONUR PETER OG JOHANNU ALBERG F. 15.01.1924 D. 11.11. 1928 Tey, sum liggja her, eru mamma Peter Alberg, kallað Betti, og sonur Petur, sum doyði sum smádrongur. Tey eru grivin undir liðuni á pápa Petur, Djóna í Geil, sum saman við sínum børnum og eftirkomarum annars, hava havt ómetaliga stóran týdning fyri Havnina