hósdagur 22. mars 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
18
PÆTUR ALBINUS
F
øroyar løgdu væl fyri í
dystinum. Serliga var
tað verjan, ið stóð stinn,
og Viviann Petersen í
føroyska málinum stóð eisini
framúr væl fyrsta stóra korterið.
Makedonia hevði ilt við at finna
vegin til málið av hesum sama, og
í hinum endanum gekst betur hjá
Føroyum at fáa mál.
Tað var javnleikur 4-4, tá ið
Føroyar økti til 7-4 og Makedonia
valdi at taka timeout. Serliga
vinstra síðan hjá Føroyum við
Marianna G. Eystberg á bakkinum
og Turið Arge á vonginum var
eyðsýnd, og tað eina málið var eitt
satt perlumál við einum flúgvara.
Eftir hetta timeoutið hjá
Makedonia steðgaði fullkomiliga
upp hjá Føroyum. Okkara fingu
einki mál tað, sum eftir var til
hálvleiks, og hesin føroyski
málturkurin, ið vardi eitt lítið
korter, elvdi til at hálvleiksstøðan
var 7-7.
Greitt tap
Makedonia kom betri út til seinna
hálvleik, og skjótt løgdu tær seg á
odda 9-8. Tað sást, at tær av álvara
høvdu tikið sær um reiggj, og at
tær ætlaðu sær sigurin. Tær øktu
so líðandi um munin. Skotini hjá
teimum sótu betur, samstundis
sum tekniskar villur sníktu seg inn
á føroyska liðið, har hugskotini og
vónin so smátt hvurvu. Innskifti
málverjin hjá Makedonia gjørdi
tað heldur ikki lættari fyri tær
føroysku. Munurin bleiv nakað
stórur av tí sama, og tað endaði við,
at Makedonia vann dystin 22-15.
- Sjey mál eru ov nógv. Vit
spældu fínt í fyrra hálvleiki. Eftir
nakrar minuttir í seinna hálvleiki
skifta tær málverja, og hon tekur
pippið frá okkum. Tað eru nógvir
spælarar, sum kiksa í avgerandi
løtum, og tá ið tú kiksar 100% í
hesum spælinum, so blívur tað
øgiliga ofta tungt. Og tað bleiv tað
hjá okkum, tíverri, segði føroyski
landsliðsvenjarin, Dia Midjord,
eftir dystin.
Sunnukvøldið hittir Føroyar
aftur Makedonia, men ta ferðina á
útivølli í Skopje, har nakrir túsund
áskoðarar kunnu væntast til dyst.
- Eg gleði meg ordiliga nógv. Eg
elski at spæla landsdystir. Tað eru
einir 3.000 áskoðarar, sum troppa
upp til ein slíkan dyst, men man
skal ikki ræðast tað. Tað er eitt
upplivilsi, sigur toppskjúttin í
dystinum hesaferð, Turið Arge.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
EM-undankapping: Føroyar høvdu gott tak á dystinum og vóru á
odda 7-4, men serliga í seinna hálvleiki kom stígur í og Makedonia
vísti hvør dugur er í teimum. Føroyar taptu greitt 22-15
Føroyar – Makedonia 15-22 (7-7)
Føroyar: Turið Arge 5, Kristianna Henneberg Joensen 3, Marianna G. Eystberg
2, Daniella Joensen 2, Durita C. Jojic 1, Bára K. Hansen 1, Eir M. Berg 1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
Makedonia: Sara Ristovska 8, Mirjeta Bajramoska 4, Teodora Keramichieva 4,
Ivana Gakidova 3, Jovana Sazdovska 2, Elena Gjeorgjievska 1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
EM-undankapping Bólkur 3
LAND
S
V
J
T
MÁL
+/-
STIG
Serbia
3
3
0
0
99 – 70
29
6
Svøríki
3
2
0
1
94 – 71
23
4
Makedonia
3
1
0
2
75 – 86
-11
2
Føroyar
3
0
0
3
50 – 91
-41
0
A-landsliðið:
TAÐ KIKSAÐI
Í SEINNA
HÁLVLEIKI
Dystarskrá,
A-landsliðið:
25. mars Makedonia – Føroyar
30. mai Føroyar – Serbia
2. juni
Svøríki – Føroyar