Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018 SOSIALURIN 35 19 PÆTUR ALBINUS F ríggjadagin setir føroyska U20-landsliðnum hjá kvinnum hol á eina nýggja HM-undankapping. Talan er um ein undankappingarbólk við trimum londum, sum verður spæld­ur í Hoyvíkshøllini. Mót­ støðu­londini eru Slovenia og Turka­land. Kappingin er skipað soleiðis, at vinnarin av bólkinum sleppur bein­ leiðis víðari til HM-endaspælið, sum verður í Ungarn í juni. Eru væl fyri Per Klarup er høvuðsvenjari hjá U20-landsliðnum, og afturat sær hevur hann Christoffur Gert Nielsen. Per, sum eisini er kend­ur sum venjari hjá Stjørnuni í Hvonn­ deildini, sigur, at føroysku U20- kvinnurnar eru væl bjálvaðar til hesa stóru avbjóðingina, ið er fyri framman. - Spælararnir fingu eina venjingarætlan í novembur í fjør, og vit hava eisini havt felags venj­ ing­ar í novembur og desembur. Í januar, februar og fyrst í mars hava vit verið í fýra feløgum og spælt venjingardystir ímóti teirra Hvonn-liðum, sigur Per Klarup. Liðið hevur verið samlað alla hesa vikuna og hevur vant tvær ferðir mánadagin og týsdagin, og nú eru tær við at vera har, sum tær skulu vera. - Allar venjingarnar hava ging­ ið fantastiskt. Leikararnir hava lagt nógv fyri og stríðast fyri upp­ gávuni, vísir U20-venjarin á. Føroyska U20-landsliðið hevur havt nógvar skaðar at dragast við, men í løtuni sær gott út, og allar eru klárar at spæla. Fleiri lyklaleikarar í bestu føroysku deildini eru á lið­num, millum annað Súna K. Hansen og Marianna G. Eystberg úr Kyndli, Tóra Eliasen úr Stjørnuni og toppskjúttin í Hvonndeildini, Maria H. Weyhe úr H71. Gera alt Per Klarup sigur, at tey í hópinum hugsavna seg um ein dyst í senn, og tískil verður í løtuni einans hugsað um dystin ímóti Slovenia fríggja­ dagin. - Vit vita, at Slovenia er eitt sterkt og vælspælandi lið. Tær eru stórar og sterkar og hava eina sera góða verju, har tær brúka styrkina hart og kontant, sigur Per og undir­ strikar, at álopsparturin hjá teim­ um eisini er stinnur. - Í alopsspælinum hava tær nakrar leikarar, ið eru sterkar í skot­fasuni. Tær hava eisini ein sterkan strikuspælara, og vit vita eisini, at tær ógvuliga gjarna vilja bróta ígjøgnum, sigur hann. Per Klarup fæst ikki til at siga hvat greiði málsetningurin er í hes­ um undanbólkinum. - Vit fara at gera alt fyri at fáa so góð úrslit sum gjørligt, soleiðis at vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni aftaná og siga, at vit hava gjørt alt vit vóru ment, sigur Per, ið eisini hevur eini boð til føroyska fólk­ið. - Vit vóna, at so nógvir og posi­ tiv­ir áskoðarar sum gjørligt koma at stuðla okkum, sigur Per Klarup at enda. Tær hava vant saman í útivið eitt hálvt ár, og nú er væl mannaða U20-landsliðið hjá kvinnum til reiðar til HM- undankapping á heimavølli. -Vit fara at gera alt fyri at fáa so góð úrslit sum gjørligt, sigur venjarin, Per Klarup Føroyar U20 hópurin: Málverjar Vár Højgaard Thomsen (H71) Annika Fríðheim Petersen (H71) Margit Weihe Fríðmundsdóttir (Neistin) Útileikarar Sonja Lava Sirdal (Stjørnan) Tóra Eliasen (Stjørnan) Jansy Højbro Jacobsen (Stjørnan) Anna á Steig (H71) Maria Hallsdóttir Weyhe (H71) Durita Toftum Joensen (H71) Drós Ragnarsdóttir (Neistin) Fríða á Dunga (Neistin) Súna Krossteig Hansen (Kyndil) Marianna Geirsdóttir Eystberg (Kyndil) Beinta Bárðardóttir (Kyndil) Magna Tórðardóttir (Team Stenhus) Siw Matras Larsen (TMS Ringsted) HM-undankapping: U20-KVINNURNAR ERU VÆL FYRI Dystarskrá, Hoyvíkshøllin: Fríggjadag 23. mars, kl. 19.00 Føroyar – Slovenia Leygardag 24. mars, kl. 19.00 Slovenia – Turkaland Sunnudag 25. mars, kl. 19.00 Turkaland – Føroyar