Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 mars 2018 23 Árni Gregersen Næsta summar kemur skrokkurin til fyrsta føroyska, nýbygda havrannsóknarskipið til Føroyar. Sjálvur skrokkurin verður bygdur á einari skipasmiðju í Litava, men restin verður gjørt á skipasmiðjuni MEST. -Ja, vit hava avgjørt, at hetta verður gjørt á Skála, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest. Fyri skipasmiðjuna hevur tað við sær, at millum 40 og 50 fólk afturat sleppa til arbeiðis, meðan skipið verður bygt, umframt allar undirveitararnar. -Sjálvandi fáa vit ikki gjørt alt sjálv. Vit mugu arbeiða saman við tí servitan á ymiskum økjum, sum longu finst í landinum, sigur stjórin. Avtalur eru longu gjørdar við fleiri undirveitarar, men nakrar eru enn eftir at gera. Talan er um eitt arbeiði, sum samanlagt fer at kosta umleið 280 milljónir krónur. Serligt skip At byggja eitt føroyskt havrannsókarskip er ein serliga uppgáva. Skipið skal lúka serlig krøv, sum annars vanliga ikki verða sett vanligum fiskiførum. -Talan er um eitt skip, sum ikki er serliga stórt. Tað er einar 54 metrar langt, men tað er pakkað við útgerð og hevur fleiri dekk og upprunaliga hevur verið miðað ímóti at skipið ikki skal verða dýrari í rakstri enn Magnus Heinason, sigur Mouritz Mohr. Havrannsóknarskipið hevur sjálvandi alla nýmótans útgerð, sum krevst til eitt slíkt skip, bæði tá ið talan er um sjálvt skipið, men so sanniliga eisini tá ið talan er um útgerð til tær kanningar, sum eitt slíkt skip skal gera. Eitt avgerandi krav er, at skipið skal vera friðarligt. Hvørki skrúvan ella motorar o.o útgerð mugu larma, meira enn ein ávísur standardur loyvir. Gjøgnumgangandi veit man, at skip sum larma – kanska serliga í skrúvuni – fáa minni fisk. -Í hasari bransjuni eru serlig krøv og serligir standardir, sum slík skip skulu hava og tað skal nýggja skipið eisini lúka, sigur Mouritz Mohr. Nýggja havrannsóknarskipið kemur til Føroyar næsta summar. Tá er tað sandblást og málað. Tað verður lagt á Skála, har tað so verður gjørt liðugt. Skipasmiðjan Mest hevur umleið eitt ár at gera arbeiðið liðugt í. -Hetta er ein stór og serlig uppgáva, sum vit eru ómetaliga glað fyri, at vit hava fingið til Føroyar at gera liðugt, sigur stjórin á Mest Avloysir Magnus Heinason Nýggja havrannsóknarskipið skal avloysa Nýbygningur nummar 113 byggjast hjá Mest á Skála SJÁLVT UM SKROKKURIN VERÐUR GJØRDUR UTTANLANDS, SO VERÐUR NÝGGJA FØROYSKA HAVRANNSÓKNARSKIPIÐ BYGT Í FØROYUM