hósdagur 22. mars 2018síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
mars 2018 23
MEST HEVUR VIRKSEMI Í HAVN, Á SKÁLA OG Í RUNAVÍK,
MEN PAM ER EISINI EIN PARTUR AV VIRKSEMINUM
Árni Gregersen
Upprunaliga var tað Kjartan Mohr, sáli,
sum fór undir at byggja skip á Tórshavnar
Skipasmiðju, men tað er nógv broytt síðani
Vón var bygt í Tórshavn, til tað sum stóra
fyritøkan ger í dag.
Nú eitur fyritøkan Mest og hevur tvær
skipasmiðjur – eina í Havn og eina á Skála.
Harumframt hevur fyritøkan eisini ein stóra
smiðju í Runavík. Tað venda vit aftur til
seinni.
Skipasmiðjurnar á Skála og í Havn hava
bygt nógv skip, serliga í seinnapartinum av
farnu øld.
Nýbygging av fiskiskipum hevur ikki
staðið so ovarlaga á skránni seinnu árini,
men nú skal Mest byggja nýggja havrann
sóknarskipið, sum skal latast Havstovuni á
sumri 2020.
Sjálvt um fiskiskip ikki eru bygd hesi
seinnu árini, so hevur serliga skipasmiðjan
í Havn bygt nakrar tvíkiljur og flakar til
alivinnuna og á Skála eru tvey frálandaskip
bygd fyri á leið 10 árum síðani, Tey bæði
skipini vóru bæði bygd til Thor í Hósvík.
Stjóri á Mest er Mouritz Mohr. Hann
hevur sitið í stjórastólinum síðani 2010,
men hevur hann so at siga altíð arbeitt í
skipasmiðjunisamtakinum
Viðlíkahald
Skipabygging hevur ikki verið nógv av
seinnu árini, men kortini hevur Mest havt
nógv at gera.
Fyrst og fremst er talan um viðlíkahald
av føroyskum skipum.
-Tá ið vit nú hava ein so stóran flota av
skipum, sum vit hava, so skulu hesi skip
viðlíkahaldast. Tað krevur nógv fólk og
tað ger at vit ofta hava nógv at gera, tá ið
steðgur er í fiskiskapinum, men vit mugu
sjálvandi eisini vera klár at veita tænastur,
tá ið okkurt hendir hjá einstøku skipunum,
sum eru í vinnu, sigur Mourtiz Mohr.
Umfram føroyska marknaðin, so arbeiðir
Mest eisini fyri skip úr øðrum londum.
Grønlendsk skip hava í mong ár fingið
viðlíkahald gjørt í Føroyum, men í nøkur á
vóru tey ikki so nógv her.
Nú vísir tað seg, at tey leita aftur hendan
vegin.
-Eg haldi, at að hongur saman við, at hesi
grønlendsku skipini nú hava slíkar støddir,
at tey eru væl egnaði til skipasmiðjurnar hjá
okkum, sigur Mouritz Mohr.
Eisini íslendsk skip brúka Mest. Nøkur
íslendsk skip hava veirð her seinastu árini
og gjørt viðlíkahald í stóran mun.
-Eftir kreppuna í Íslandi var tað sum ís
lendingar gjørdu av, at alt arbeið sum kundi
gerast í Íslandi, var gjørt har, men nú er tað
sum hetta er broytt, sigur hann.
Tað tykist, sum Ísland hevur fótað sær
og virksemi er meira í landinum. Tí síggjast
íslendsk skip aftur í Føroyum nú.
Bæði íslendingar og gønlendingar
tykjast væl nøgdir við ta tænastu teir fáa í
Føroyum og tá er talan bæði um sjálvt ar
beiðið, men prísurin telir sjálvandi eisini.
Men arbeitt verður eisini við skipum
aðrastaðni frá. Fleiri russiisk skip hava fing
ið umvælingar í Føroyum. Tað hevur víst
seg, at russar hava fingið nógv gjørt í Noreg,
men nú kemur ein partur hendanvegin.
Kappignarneytar
Mest hevur tvær 3 bedingar r umfram stóru
turrdokkina á Skála.
Hóast tað, so hava tey eisini kappingar
neytar í Føroyum.
-Ja, tí tað er nógv tú kanst gera umborð
á skipum, sjálvt um tú ikki tekur tey upp á
eina sleipistøð ella inn í eina turrdokk, sigur
Mouritz Mohr.
Kappingarneytarnir eru fyrst og fremst
sleipistøðin í Klaksvík KSS, men eisini KJ
Hydraulik er ein kappingarneyti. Serliga
kappast Mest við KJ um at byggja tvíkiljur
nar til alingina.
-Men sjálvt um vit kappast so eru vit
eisini samstarvsfelagar, sum rætta hvørjum
øðrum eina hond, tá ið á stendur, sigur
Mouritz Mohr.
Størstu kappingarneytarnir eru tó tær
útlendsku skipasmiðjurnar í grannalond
unum.
Og so venda vit aftur til smiðjuna í Runa
vík.
Smiðjan í Runavík er ein ógvuliga aktivur
partur í Mest-fyritøkuni. Umframt at vera ein
vanlig smiðja, so er hon serkøn í at arbeiða
við rustfríari útgerð.
Alingin er vorðin ein stórur partur av virk
seminum, tí bæði í framleiðsluni á sjógvi og
landi eru høg góðsku- og heilsukrøv.
Tí fyllir alingin nógv hjá fyritøkuni í dag.
-Ja, alingin fyllir mera og meira. So vit
mugu staðfesta, at alt virksemi í alivinnuni
eisini gagnar okkum, sigur stjórin á Mest.
250 fólk
arbeiða
hjá størstu
skipasmiðjuni
Magnus Heinason, sum hevur røkt uppgávuna
seianstu mongu árini.
Magnus Heinason er eitt gamalt skip – bygt
til vanligan fiskiskap í 1978.
Seinnu árini hevur mangan verið frammi, at
skipið er í so ringum standi, at tað meira ella
minni er óforsvarligt at brúka, verða ikki javnan
sttórar ábøtu gjørdar á tað.
Tað er eisini mangan sagt, til dømis av
tingsins røðarapalli, at Magnus Heinason fær
so lítið av fiski, tá ið royndartrolignar verða
gjørdar, at kanningarnar ikki eru eftirfarandi.
Kári P. Højgaard, Sjálvstýri, hevur fleiri ferðir
mælt til, at eitt annað skip verður leigað inn at
gera royndir saman við Magnus Heinason fyri
at fáa eina veruliga vitan um, hvar er til av fiski.
Men nú verður avloysaraskipið bygt og
tað skal vera liðugt at lata Havstovuni á sumri
2020.
Sjálvt um nýggja skipið ikki er serliga
stórt, so er tað 10 metrar longri enn Magnus
Heinason.