hósdagur 22. mars 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
mars 2018
23
Árni Gregersen
Fyritøkan Mest er ein mynd uppá, at sjálvt um
vit liggja fyri okkum sjálvi í Norðuratlantshavi,
so kunnu vit saktans veita tænastur til onnur
lond.
Seinastu árini hevur nógv verið tosað
um í Norðurlandaráðnum, Útnorðurráðnum
og øðrum altjóða felagsskapum, um ta
virksemi, sum tekur seg upp norðanfyri, nú
veðurlagsbroytinganar gera sína ávirkan.
Í politiska umhvørvinum verður sagt, at vit
eiga at gera Føroyar til ein maritiman miðdepil,
sum kann veita tænastur – serliga til alla
skipaferðslu, sum fer framvið okkum.
Men meðan tosað verður um visjónir á
bonaðu gólvunum, so ger Mest nakað við hesi
viðurskitini.
Mest er ein fyritøka, sum byggir á
skipasmiðjurnar báðar í Havn og á Skála, men
virksemi er meira enn tað.
Skipasmiðjurnar eru á høgum altjóða støði
og tær eru framvegis í menning. Mest selir
seg á altjóða marknaðinum uppá, at vit liggja
mitt millum Skotland, Ísland og Noreg, og at
fyritøkan er serkøn í øllum, sum hevur við
sjógvin at gera.
Mest sigur eisini, at serligu føroysku evnini
til at duga at umstilla seg – flexibilitetur – er ein
av strkjunum hjá fyritøkuni.
Annað virksemi
Umframt at byggja og umvæla skip, so hevur
Mest eisini eina sera framkomna smiðju í
Runavík.
Smiðjan er serútgjørd at fáast við rustfrítt
stál – nakað sum verður brúkt ómetaliga nógv
til framleiðslu innan fiski – og alivinnuna.
Smiðjan er í einari 2400 fermetra stórari høll,
har tveir triðingur av plássinum verður brúkt til
rustfría stálarbeiðið.
Av tí at ein so stórur partur av rustfría
arbeiðinum fer til fiski-og alivinnuna , so er
neyðugt at arbeiði við rustfríum verður gjørt
burtur frá øðrum smiðjuarbeiði.
Pam offshore
Ein annar partur av Mest er Pam Offshore.
Pam Offshore veitir tænastu til serliga
norska oljuídnaðin. Tann parturin av fyritøkuni
leigar fólk til serliga norskar fyritøkur. Fólk við
serligum førleikum,
Pam sigur, at tey vanliga hava millum 50
og 100 mans til arbeiðis í Noreg, men at
arbeiðsstyrkin í Føroyum er munandi størri og
at tað sum oftast ber til at finna fólk til so at
siga allar uppgávur.
Umframt tað, so hevur Mest eisini
sleipibátarnar Samson og Pressaran, sum veita
tænastur til skipaferðsluna og til alivinnuna í
Føroyum.
Hetta eru bátar við stórari orku, sum lættliga
kunnu flyta, og hj+alpa stórum skipum, sjálvt
um veðrið ikki er av tí besta.
Mest tekur eisini eitt sindur lut í oljuvinnuni
av og á. Fyri nøkrum árum síðani var risastóri
boripallurin West Hercules á Skálafjørðinum.
Har vóru umvælingar og viðlíkahald gjørt
umborð, sum PAM og Mest stóðu fyri.
Tað er partafelagið Krúnborg, sum eigur
størsta partin av partabrøvunum í Mest, meðan
Mouritz Mohr, stjóri, eisini eigur ein part í
fyritøkuni.
Veita ymiskar tænastur til
virksemi í Norðuratlantinum
MEÐAN ALMENNAR NEVNDIR HALDA FUNDIR UM AT GERA FØROYAR TIL MIÐDEPIL
Í VIRKSEMINUM Í NORÐURATLANTSHAVI, SO GER MEST TAÐ