hósdagur 22. mars 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
mars 2018
23
Vilmund Jacobsen
Jógvan Elias Joensen í Leirvík, sum er føddur
hin 28. desember í 1930 og sum soleiðis er
87 ára gamal, er formaður í nevndini aftan fyri
gulllaksavirkið Tavuna í Leirvík.
Hann er sonur Hjalmar úr Leirvík og Thildu
úr Miðvági, sum fingu tvey børn. Fyrst fingu tey
ein Jógvan Elias, sum varð føddur í 1928, men
sum eitt ára gamal í desember í 1929 doyði av
meningitis.
Núverandi nevndarformaðurin í Tavuni,
Jógvan Elias Joensen, varð uppkallaður eftir
beiggja sínum.
Sum ein av teimum fyrstu bygdardreingjun
um í Leirvík tók hann realskúlaprógv í 1948.
Eftir at hava lokið realskúlan, fór Jógvan
Elias Joensen til Danmarkar, har hann fekk
handilsprógv hjá Købmandsskolen í Keyp
mannahavn í 1954 og hægri handilsprógv frá
Niels Brock’s Handelsskole í 1956.
Í 1957 giftist hann Kristionnu Lervig, sum
doyði í januar í 2011.
Kristianna var formaður í bygdarhúsnevnd
ini heilt frá byrjan í 1981, og tað er ikki at taka
munnin ov fullan av siga, at hon øll árini var ein
ímynd av bygdarhúsinum í Leirvík, sum hon
og maðurin saman við øðrum góðum fólkum í
bygdini vórðu við til at reisa á føtur.
Ungur í álitisstørv
Jógvan Elias Joensen byrjaði sum ungur í
skrivstovustarvi hjá P/F Poul Hansen heilsølu.
Fyrstu seks árini var hann á deildini í Havn, og
í 1960 flutti hann inn á Glyvrar at arbeiða, har
hann gjørdist leiðari á eysturoyardeildini hjá
Poul Hansen og var har í samfull 24 ár.
Deildin á Glyvrum læt aftur í 1990, og eftir
tað arbeiddi hann nøkur ár fyri heilsøluna úr
Leirvík, har hann og konan eisini róku mat
vøruhandil.
Tilsamans var Jógvan Elias Joensen knýttur
at P/F Poul Hansen í eini 35 ár.
Tað var, tá pápin gjørdist sjúkur og gavst
við handlinum, at Jógvan Elias keypti ognina
og læt handilin, sum tey kallaðu Bakkabúðina,
upp aftur.
Í 1970 gjørdist Bakkabúðin fyrsti sjálvtøku
handil í Leirvík, og í 2003 góvust hjúnini við
handilsvirkseminum í Leirvík.
Áðrenn vit koma til sólskinssøguna um
gulllaksavirkið Tavuna í Leirvík, hoyrir við upp
í søguna um Jógvan Elias Joensen, at hann í
stívliga 20 ár - árini frá 1979 til ár 2000 - var
í nevndini í Norðoya Sparikassa, harav hann
seinastu fýra árini var formaður.
Politikkur hevur ongantíð verið lívið hjá
hinum 87 ára gamla, men saman Georg
Johannesen vóru teir báðir í mong ár
kommunalir grannskoðarar, eins og Jógvan
Elias í sínari tíð eitt skifti eisini var grannskoðari
hjá flakavirkinum Frost í Leirvík.
Ein sólskinssøga
Jógvan Elias Joensen hevur í mong ár verið
virkin innan vinnulívið í Leirvík, eins og hann
í sínari tíð eisini var reiðari á onkrum skipum.
Pápin var ein av stovnarunum og í nevndini
í flakavirkinum Frost, sum hevur røtur aftur til
seinnu hálvu av fimmtiárunum.
Tá pápin doyr í 1966, verður Jógvan Elias
valdur í nevndina í Frost, har hann gjørdist for
maður í 1970 og verður verandi nevndarfor
maður heilt fram til 1994, tá Frost fer í søguna
sum vanligt flakavirki.
Men, tað tók ikki langa tíð, til virkið í Leirvík
byrjaði aftur.
Saman við trimum øðrum, Osmundi
Justinussen, Ingvari Joensen og Jóan Magnusi
Rasmussen, stovnaði Jógvan Elias Joensen
gulllaksavirkið Tavuna, sum gjørdist ein verulig
sólskinssøga, og øll árini síðan hevur hann
verið nevndarformaður í felagnum.
Ingvar Joensen var seinasti stjóri í Frost,
Jóan Magnus Rasmussen var bókhaldari hjá
Osmundi Justinussen, sum hevði bátarnar - og
sjálvur var Jógvan Elias Joensen nevndarfor
maður í Frost.
Hetta var líka sum orsøkin til, at tað vóru
teir fýra, sum saman stovnaðu gulllaksavirkið
Tavuna.
Gulllaksur og upsi
Mikudagin, tá Sosialurin hitti Jógvan Elias
Joensen í Leirvík, og vit sótu í hugnaligu stovu
hansara og skiftu orð, sigur hann, at soleiðis:
- Vit arbeiddu nakað av gulllaksi í Frost
seinastu tvey árini, áðrenn virkið læt aftur, og
hesa tíðina fingu vit eina ábending um, at hetta
var ein møguleiki. Í byrjanini leigaðu vit flaka
virkið, men tað var ein klasulur í leiguavtaluni
og seinni í keypsavtaluni um, at vit ikki skuldu
arbeiða vanlig botnfiskasløg undan Føroyum.
Gulllaksavertíðin er frá apríl og til nakað út
á heystið, og tá ikki bar til at arbeiða vanligan
botnfisk í vetrarhálvuni, gjørdist veturin ein av
bjóðing hjá gulllaksavirkinum í Leirvík.
- Men, sum tíðin gekk, kundu vit fara undir
at arbeiða upsa í vetrarhálvuni, og hóast færri
fólk eru til arbeiðis í upsaframleiðsluni, so ger
upsin kortini, at virksemið í Tavuni ikki liggur
stilt um veturin.
Nógv góð fólk
Jógvan Elias Joensen vísir á, at hóast tvífalt so
nógv fólk eru til arbeiðis í gulllaksavertíðin sum
í upsavertíðini, og arbeitt verður í skiftivaktum
á 10 tímar við gulllaksinum, so hevur kortini
gingið rímiliga væl at fingið arbeiðsfólk til virk
semið hjá Tavuni.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at onkur fer, og
onkur kemur, men tey eru fleiri, sum hava
arbeitt í Tavuni í nógv ár, og góðu úrslitini hjá
okkum eru ikki minst okkara arbeiðsfólki fyri at
takka, eins og vit hava havt eina góða leiðslu
á virkinum.
Øll árini síðan 1994 hevur framleiðslan í
Tavuni verið gulllaksafars í summarhálvuni, og
í fyrstuni gjørdu tey eisini onkra roynd at salta
gulllaksafløk til Suðurevropa.
- Høvuðsálitið í gulllaksaveiðini hevur øll
árini verið Stjørnan og Polarhav, Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin, og síðan hava vit eisini keypt
lastir frá partrolarunum, Vestmenningi og
Fram, nú Skoraberg.
Jógvan Elias Joensen vísir á, at tey fyrru árini
Samrøða við 87 ára gamla nevndarformannin í Tavuni:
Tavan í Leirvík er ein
verulig sólskinssøga
JÓGVAN ELIAS JOENSEN HEVUR HEILT SÍÐAN 1970 VERIÐ NEVNDARFORMAÐUR INNAN FØROYSKA
FISKAFRAMLEIÐSLU - FYRST Í NEVNDINI AFTAN FYRI FLAKAVIRKIÐ FROST OG SÍÐAN Í TAVUNI Í LEIRVÍK
Umframt at arbeiða gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni, hevur Tavan eisini gjørt royndir við at salta sild og brisling