hósdagur 22. mars 2018síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
mars 2018 23
kundi skipini fiska stívliga 20.000 tons av
gulllaksi, men í dag er kvotan umleið 13.000
tons.
- Tavan plagar at keypa umleið 10.000 tons
av gulllaksi í vertíðini, og okkurt árið keyptu vit
stívliga 12.000 tons, um eg minnist rætt.
Hevur gingið væl
Nevndarformaðurin dylur ikki fyri, at tað sum
heild hevur gingið væl, síðan Tavan sá dagsins
ljós í 1994, og øll árini síðan byrjan hevur avlop
verið í rakstrinum.
- Í fjør høvdu vit eitt avlop á umleið 5,5
miljónir krónur. Okkurt ár hevur verið lakari,
men vit hava eisini havt onnur ár, har avlopið
var væl størri.
Jógvan Elias Joensen vísir á, at í Tavuni
verður allur gulllaksurin virkaður til fars og
lidna vøran, sum verður goymd hjá Bergfrost í
Fuglafirði, verður avskipað og send til keypar
arnar gjøgnum alt árið - heilt til vertíðin byrjar
aftur í apríl.
- Eg haldi, at teir, sum fiska gulllaks, eisini
hava verið hampiliga væl nøgdir og alt eftir,
hvussu gongdin hevur verið, hevur eisini eydn
ast at fáa meira upp á ráfiskaprísin. Virki og
skip hava brúk fyri hvørjum øðrum og uttan
skip og manningar á gulllaksaveiði, hevði einki
gulllaksavirksemi verið í Leirvík.
Aðrar royndir
Umframt at arbeiða gulllaks í summarhálvuni
og upsa í vetrarhálvuni, hevur Tavan eisini gjørt
ymiskar forvitnisligar royndir.
- Eitt skifti seinasta heyst gjørdu vit royndir
at arbeiða sild, sum var flakaskorin, skorin í
bitar og saltað. Vøran varð í tunnum send til
keypara í Svøríki, og afturmeldingarnar haðani
vóru góðar. Vit hava gjørt íløgur í maskinur, og
eg vænti, at royndirnar at skera og salta sild
verða tiknar upp aftur í sildavertíðini næsta
heyst.
Jógvan Elias Joensen leggur aftrat, at Tavan
eisini hevur gjørt royndir við at keypa og salta
brisling, og tá støddin á fiskinum hevur verið á
einar leið, hevur hetta eisini víst seg at rigga.
- Tað er altíð trupult at spáa um vinnu, men
eg haldi, at útlitini eru góð, tó at marknaðar
viðurskifti kunnu broytast. Sum nevndar
formaður í Tavuni síggi eg ljóst upp á tíðina
sum kemur, sigur Jógvan Elias Joensen, sum
soleiðis hevur gingið undan og verið nevndar
formaður innan føroyska fiskaframleiðslu øll
árini síðan 1970.
Seyð, neyst og bát
Sum 87 ára gamal er Jógvan Elias Joensen
klárur sum krystall, og hann kann ikki klaga
um heilsuna, tó at hann fyri nøkrum árum
síðan varð raktur av krabbameini, sum hann
kom burtur úr og gjørdist frískur av við skurð
viðgerð.
- Vit hava regluligar nevndarfundir í Tavuni,
og annars hyggi eg inn á gólvið av og á fyri at
forvitnast. Er okkurt at tosa um, taka vit tingini
upp at venda. Eg havi fimm ær at taka mær
av, og eg havi neyst og ein lítlan bát við leysa
motori, og av og á gangi eg mær ein túr, sigur
fryntligi og gløggi nevndarformaðurin í Tavuni,
Jógvan Elias Joensen.
Sum 87 ára gamal er Jógvan Elias Joensen klárur sum krystall, og hann kann ikki klaga um heilsuna
Mynd: Vilmund Jacobsen