hósdagur 22. mars 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
mars 2018
23
Árni Gregersen
Góðar 900 fermetrar byggir Fiskavirki í Gøtu
afturat virkinum.
Talan er um eina køligoymslu, sum skal
brúkast til at goyma saltfisk í. Higartil er
fiskurin goymdur í kølihúsum í Danmark –
fyrst og fremstd í Hirtshals.
-Vit at byggja egna goymslu spara vit
nakað av útreiðslum til hølisleigu og vit kunnu
senda fiskin beinleiðis til Rotterdam heldur
enn til Hirtshals, sigur Páll Gregersen, stjóri á
Fiskavirkinum..
Fiskavirki
í
Gøtu
arbeiðir
fyrst
og
fremst ssaltfisk og hann verður seldur á
suðurevropiska marknaðinum. Stórur partur
fer til Italia og Spania, men nakað av fiski fer
eisini til Grikkalands og til Portugals.
Saltfiskur til marknaðirnar suðuri í Evropa
er arbeiddur í Føroyum í mong, mong ár
og framvegis eru virkir, sum selja saltfisk
suðureftir.
Meðan fiskurin fyrr kom undan Føroyum og
Íslandi, so verður ein stórur partur av hesum
fiski keyptur inn frystur, serliga úr Noreg, men
eisini frá føroysku trolarunum, sum fiska í
Barentshavinum.
Deinnu árini hava virkini eisini keypt fisk
frá føroysku línuskipunum, sum hava fiskað á
Flemish Cap.
Gongur skjótt
Í Gøtu er tey farin undir at byggja eina
køligoymslu. Júst nú verður arbeitt við
planeringini, men ætlanin er, at arbeiðið skal
ganga so mikið skjótt, at goymslan kann
takast í br+úk seint í summar.
-Ymisk viðurskifti gera, at vit halda at hetta
er ein góð loysn. Vit hava fiskin her hjá okkum
sjálvum og vit kunnu veja ta farmaleið úr
Føroyum, sum hóskar best til, har fiskurin skal,
sigur Páll Gregersen.
Á Fiskavirkinum er abriði hvønn dag, so at
siga.
Feskur fiskur verður arbeiddur, tá ið hann er,
men annars verður frysti fiskurin tinaður, so at
tað hóskar til eina dagsframleiðslu.
Tað tryggjar støðugt arbeiði á virkinum.
Í Gøtu er onki skip, sum roynir eftir
botnfiski, so virkið er bundið at keypa fisk
um uppboðssøluna, umframt frysta fiskin,
sum verður keyptur frá skipum ella fyritøkum
uttanlands.
Byggja køligoymslu
til saltfisk í Gøtu
FISKAVIRKI Í GØTU ER FARIÐ UNDIR AT BYGGJA EINA NÝGGJA KØLIGOYMSLU TIL SALTFISK
Fiskavirkið í Gøtu er farið undir at byggja eina goymslu til saltfiskin í Føroyum
Páll Gregersen, stjóri, heldur at tað er ein fyrimunur at hava fiskin á egnunari goymslu