hósdagur 22. mars 2018síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
11
mars 2018 23
Fyireika seg til nýggju
farleiðina úr Havnini
SAMSTUNDIS SUM TAÐ ER STÓRT VINNULIGT VIRKSEMI Á
SKÁLAFJØRÐINUM ,FYRIREIKAR RUNAVÍKAR KOMMUNA
SEG TIL AT UNDRISJÓVARTUNNILIN LETUR UPP
Árni Gregersen
Sjálvt um stórt virksemi er í Runavíkar
kommunu og arbeið til allar hendur, so fyri
reikar kommunan seg til at nýggja farleiðin
millum Skálafjørðin og Havnina verður tikin í
brúk í 2020.
Eitt er at skipa fyri sjálvari ferðsluni, tá ið
hon kemur upp á Rókalandinum, men Runa
víkar kommuna arbeiðir eisini við at fáa byggi
lendi til vega.
Í nøkur ár hevur tað ligið á láni at gera út
stykkingar, men nú er ferð komin á. 10 grund
stykkir vóru sett til sølu í Rituvík herfyri og tey
eru øll seld.
Ein onnur verkætlan er í Saltangará við
100 grundstykkjum og tey flestu eru longu
umbiðin.
-Vit mugu staðfesta, at vit eru ein kommuna,
sum eru ómetaliga bundin at konjunkturunum,
sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Tað sum hann vísir til er, at nógv tann størsti
parturin av inntøkunum hjá kommununi kemur
frá tí privata virksemi, sum er.
Bara tær báðar fyritøkurnar – Bakkafrost og
Faroe Origin – hava yvir 1000 fólk til arbeiðis
og harafturat koma so allir undirveitararnir.
Tí hevur kommu8nan tað gott, tá ið vinnan
hevur tað gott, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at viðhvørt mugu stór tøk
takast, tá ið vinnan skal mennast, men hetta
má bara vera so.
-Skal ein fyritøka hava eitt grundøki, so
verður annað lagt til síðis fyri at fáa hetta gjørt.
Tí eru onkrar verkætlanir seinkaðar eitt sindur,
sigur Torbjørn Jacobsen
Stór broyting
Í Runavíkar kommunu eru tey vælvitandi um,
at tá ið undirsjóvartunnilin letur upp, so verður
eitt heilt annað samband millum høvuðsstaðin
og Skálafjørðin.
-Í veruleikanum fara vit aftur til tíðina, tá
ið mjólkabátarnir sigldu millum Havnina og
Skálafjørðin. Tá var tilknýtið millum økini sterkt,
sigur borgarstjórin.
Tá ið nýggja sambandið kemur, fær Havnin
aftur tilknýti til Skálafgjørðin, har 6.500 fólk
búgva í teimum trimum kommununum, Runa
víkar, Nes og Sjóvar kommunu.
Hesin veruleikin kann lættliga flyta javn
vágina í Føroyum. Miðstaðarøkið verður styrkt.
-Klaksvík er nú næststørsti býur, men
tá ið hetta fer at virka, so verður hetta í
veruleikanum næststørsta øki í Føroyum. Og
tað kann fáa broytingar við sær, sigur borgar
stjórin í Runavík.
Longu nú búgva 4000 fólk í kommuni.
Kommunan er væl útbygd á nógvum økjum
við einum rímiliga nýggjum skúla við Løkin og
einum vælútbygdum ítróttarøki.
Kommunan er tó rættuliga spjadd og fevnir
um 15 bygdir. Kommunan røkkur úr Æðuvík til
Oyndarfjarðar og Elduvíkar og yvir um fjørðin
til Skálar.
Hetta ger, at ein partur av rakstrinum er
heldur dýrari enn hjá øðrum kommunum.
Størsta ítøkiliga verkætlanin fyri framman
er havnarlagið og vegurin gjøgnum fjørðuna
inn móti Bakkafrost. Harumframt skulu út
stykkingar til bústaðir eisini gerast.
Eitt annað sum tey eisini vænta, er at størri
trýst fer at koma á ansingarstovnarnar.
-Men tað er onki at ivast í: hetta er ein
kommuna við nógvari ferð á, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Nógv var lagt í at byggja nýmótans skúlan í Runavík fyri nøkrum árum síðani
Ítróttarøkið við Løkin er at teimum bestu í Føroyum
Torbjørn Jacobsen er borgarstjóri í Runavíkar kommunu