hósdagur 22. mars 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
mars 2018
23
Árni Gregersen
Sjálv lógin um fyrisiting av sjófeingi kom í
gildi 1.januar, men enn er langt eftir á mál til
hon virkar.
Bæði á sjógvi og á landi bíðar stórur partur
av vinnuni eftir, at allar kunngerðir, sum hoyra
til lógina verða lýstar, so vinnan veit hvusssu
hon skal fyrihalda seg til tað, sum lóggevararnir
ætlaðu við lógini.
Í Runavík er stóra felagið Faroe Origin, sum
hevur tvey virkir, gamla Lynfrost í Runavík og
gamla Nyk á Toftum.
Felagið hevur eisini seks trolarar – trý pør –
sum í størsta mun liva av botnfiskinum undir
Føroyum – fyrst og fremst upsa.
-Tað sum vit stúra mest fyri er, tá ið kvota
skipanin kemur í gildi 1.januar næsta ár, sigur
Jens Pauli Petersen, stjóri í felagnum.
Ætlanin var upprunaliga, at kvotaskipanin
skuldi koma í gildi 1.januar í ár, men tað vísti
seg, at tíðin gekk undan við at fáa lógina
samtykta í Løgtinginum, so valt var at útseta
gildiskomuna av kvotum í staðin fyri fiski
dagarnar.
-Vit halda ikki, at kvotaskipanin fer at gagna
nøkrum. Allar royndir bæði í Føroyum og
uttanlands vísa, at kvotaskipanir elva til snýt,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at alt sum menn kenna til
kvotaskipanir vísir, at hon ikki virkar.
Ingi Hansen, sum er útgerðarmaður hjá
trolarunum hjá felagnum, sigur, at uttan mun
til hvussu strangt eftirlitið er, so verður arbeitt
uttanum eina slíka skipan.
-Sjálvt um eftirlitsfólk verða sett umborð á
skipini, so vita vit, at tað ber væl til at arbeiða
uttanum. Vit kenna til nógvar søgur um,
hvussu tað er gjørt, sigur hann.
Sjálvt um eftirlitið verður hert og eftirlitsfólk
verða sett umborð á øll skip, so eru enn nógvir
ósvaraðir spurningar um hvussu hetta skal
virka.
-Ja, hvagani fáa teir fólk til hetta arbeiðið
og hvør skal gjalda teimum. Skulu tey hava
somu løn, sum manningin ella skulu tey lønast
øðrvísi, spyr Ingi Hansen.
Víst verður eisini á, at arbeiðir eitt eftirlitsfólk
leingi saman við einari manning, so kann tað
skjótt vísa seg, at loyaliteturin flytur seg, tí við
komandi kann kenna seg sum ein partur av
manningini – heldur enn sum eitt eftirlitsfólk.
Bíða eftir
at lógin um
sjófeingi
fer at virka
FISKIVINNAN Á SJÓGVI OG LANDI BÍÐAR FRAMVEGIS EFTIR AT ÁSETINGARNAR Í FISKIVINNUNÝSKIPANINI AV ÁLVARA FER AT VIRKA