Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 13 mars 2018 23 Árni Gregersen Upsafiskiskapurin undir Føroyum er broyttur ómetaliga nógv seinnu árini. Nøgdirnar eru munandi minni og tað hevur havt ávísar positivar broytingar við sær. Fyri bæði skip og virkir telir tað nógv, at tann fiskurin, sum verður seldur á markanðunum í Evropa – fyrst og fremst Frak­landi og Týsklandi – í dag hevur eina munandi hærgi góðsku. -Ja, tað er nógv broytt. Skipini hjá okkum eru so at siga ongantíð úti í meira enn eina viku, sigur Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin í Runavík. Umframt virkið í Runavík, hevur felagið eisini eitt saltfiskavirki á Toftum. Virkini arbeiða fiskin frá egnum trolarum, umframt nakað, sum verður keypt frá øðrum. -Umborð á okkara egnu skipum royna vit alla tíðina at hækka góðskuna. Fiskurin verður væl ísaður, so hann kann vera so feskur sum møguligt, tá ið vit senda vøruna avstað niður til Evropa, sigur Jens Pauli Peter­sen. Uppboðssøla Meðan nýskipanin av fiskivinnuni var til viðgerðar, var tosað nógv um uppboðssølu, men fyrst og fremst um uppboðssølu av rættindum. Lógin sigur tó, at av tí sum skipini fiska, skal ein fjóðringur – 25 prosent – seljast yvir eina góðkenda uppboðssølu. Hendan ásetingin kom í, so virkir, sum ikki sjálvi hava skip, skulu hava møguleika at fáa hendur á fiskinum. -Ja, tað kann gott vera, men vandi er eisini fyri, at bert tann elsti fiskurin fer á upp­boðssølu, meðani tey sum eiga skipini, behalda tann nýggjasta fiskin, sigur Jens Pauli Petersen. -Hetta fer eisini at hava við sær, at vit sum næstan bara arbeiða upsa mugu selja ein part av veiðuni á uppboðssølu til okkurt av hinum trimum virkjunum, sum arbeiða upsa – og so mugu vit keypa tað sama aftur frá hinum á uppboðssølu, sigur hann. Fiskiskapurin hjá upsatrolarunum hevur verið betri í ár enn leingi. Ikki at hann er góður – samanborið við fyrr – men hann er betri. -Tað vísir seg, at sjógvurin er millum eitt og tvey stig kaldari enn hann hevur verið og dygdin er góð í fiskium sigur Ingi Hansen. Hann vísir á, at tað kemur munandi minni uppá land enn fyrr, men tað eru eisini fleiri for­kláringar uppá tað. -Royndin er minni – tað eru munandi færri skip. Til dømis eru fimm skip løgd fyri Rók og Lerk. Eitt annað er sjálvandi, at so nógvar leiðir eru stongdar, sigur hann. Annars er optimisma at hóma millum fiski­m­enn og fólk í fiskivinnuna. Sagt verður, at fiskurin er betur fyri og magarnir eru fullir. -Vónandi kemur fiskurin aftur. Tað hevði gjørt gerandisdagin munandi lættari, sigur Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin. Góðskan er batnað nógv -og túrarnir eru styttir ÁHALDANDI VERÐUR ARBEITT VIÐ AT BETRA GÓÐSKUNA UMBORÐ Á SKIPUNUM – TÚRARNIR ERU STYTTIR NÓGV Aðrir vansar Á Faroe Origin vísa teir eisini á fleiri aðrar vansar við kvotaskipanini. Blandaði fiskiskapurin undir Føroyum ger, at tað er torført at sleppa undan hjáveiðu. -Hetta kann hava útblaking við sær. Vit hava sæð tað fyrr og onki bendir á, at vit ikki eisini fara at síggja tað nú. Vit hava sæð frágreiðingar úr øðrum londum, sum siga, at útblaking ikki verður brúkt longur, men hesar frá­greiðingar eru ikki nógv verdar, verður sagt í Runavík. Har siga tey seg vita frá vinnuni, at hetta verður gjørt í eins stóran stíl enn, men nú er tað bara ikki viðurkent alment. Rist í trolini Eitt annað, sum heldur ikki er farið at virka, er ásetingin um, at upsatrolini skulu hava rist í, so tann smærri fiskurin ikki verður veiddur, men sleppur út gjøgnum eina rist í trolinum. Hetta er roynt fyrr og tað vísir seg at tað ber til. Fiskurin fer út aftur og við vakmyndatólum sæst, at hann svimur aftur – tað vil siga fiskurin doyr ikki, men livir víðari. -Ja, hetta er roynt og skip hjá okkum hava