Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 mars 2018 23 Árni Gregersen Faroe Seafood lat aftur í 2010 og eini 800 fólk vóru send út í arbeiðsloysi. Støðan var rættuliga ring í Føroyum tá. Landið var rakt av fíggjarkreppuni og lángevararnir hildu ikki, at Faroe Seafood kundi halda fram. Hóast umstøðurnar vóru vánaligar, so vistu fólk í vinnuni, at skuldu vit halda fram at búgva her í landinum, so er neðugt at veiða og arbeiða tann fiskin, sum er á føroysku grunnunum. Longu 16. februar taka fyritøkur seg saman og seta á stovn Faroe Origin. Felagið keypti fleiri virkir í búnum eftir Faroe Seafood: Lynfrost í Runavík, Nyk á Toftum og Fiskavirki í Vestmanna. Hetta broytti støðuna munandi og eftir at virkið í Runavík hevði ligið stilt í einar tveir mánaðir, var farið aftur tila rbeiðis. -Onkrar broytingar og sonevndar uppdateringar vóru gjørdar, men síðani hava vit arbeitt við fullari ferð, sigur Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin. Virkið í Vestmanna var selt burturúr til vestmenningar, men við keypinum úr Faroe Seafodd vóru eisini seks rættuliga nýggir trolarar, sum hava verið fastir leverandørar til Faroe Origin. Talan er um trý pør, sum í størstan mun hava fiskað upsa síðani. Tað hevur gingið upp og niður hesi árini, men alla tíðina hevur arbeiðið verið í gongd. -Skipini hjá okkum hava fiskað mest eftir upsa, men ávísar tíðir hava okkurt av pørunum roynt eftir kongafiski og til dømis blálongu, sigur Jeens Pauli Petersen. stjóri. Tær fyritøkurnar, sum settu Faroe Origin víoru Varðin í Gøtu, Framherji ogoSamherji, og so Bacalao . Tilsamamans var upprunaligi partapeningurin 50 milljónir krónur. Tey fyrstu árini hevði felagið stórt hall, men síðani tá hevur gingið munandi betur. Fleiri ár hava givið avlop, eftir ár við stórum halli. Í seinasta almenna roknskapinum frá 2016 stendur eginpeningurin at vera slakar 15 milljónir krónur. 225 fólk arbeiða hvønn dag hjá Faroe Origin STÓRA FYRITØKAN Í RUNAVÍK BYGGIR Á LEIVDIRNAR AV FØROYA FISKAVIRKING eisini roynt skipanina. Tað ber væl til, sigur Jens Pauli Petersen. Orsøkin til at hetta ikki er sett í verk enn er, at ongar ristir eru í landinum. Tað vil siga, at sjálvt um skipini vilja keypa ristir so eru tær ikki til taks. Stutt undan jólum var annars boðað frá, at frá 1.januar í ár skuldu skipini hava hesar ristir­ nar. -Hetta var eisini galdandi til vit fingu gjørt vart við, at hetta kravið var tað sama sum at leggja flotan, tí skipini fingu ikki hendur á ristum, sigur Jens Pauli Petersen,. So var tann ásetingin útsett til 1.mars, men 28.februar var ásetingin enn einaferð útsett. Hesa­ferð til 1.oktober, tí framvegis fingust ristir­ nar ikki. -At tað verður arbeitt uppá handan mátan hækkar ikki um trúvirði hjá teimum, sum skulu gera tær skipanir, sum vinnan skal arbeiða eftir. Vit fáa bara enn einaferð staðfest tað, sum verður sagt í vinnuni, at tey á skrivstonum í Havn ikki vita, hvat tey tosa um, siga teir á Faroe Origin. Ristin í trolinum er vanliga ein rist úr metal. Tá ið ein slík verður sett í trolið, so verður eitt vakmyndatól eisini sett í. Alt hetta kostar, tí skipini hava minst eitt trol í part og par­ trolararnir hava oftast minst trý trol. Tað vil siga, at útgerðin kostar fleiri hundrað­ túsund krónur tilsamans. Í løtuni arbeiðir trolvirkið Vónin við at gera eina rist, sum ikki er úr metal, men heldur úr øðrum tilfari. Friðing og rist Á Faroe Origin gera teir vart við – eins og vinnan annars – at tey ikki skilja ætlaninar um at brúka rist í trolinum, samstundis, sum stór økir eru friðað. Tey halda, at talan er um tvær síður av somu søk, sum gera tað sera torført hjá botn­ fiskaflotanum at arbeiða -At økir eru stongd í stóran mun og at vit samstundis skulu brúka rist á opnu leiðunum, virkar eitt sindur ógvusligt. Er eitt øki friðað, so er ein orsøk til tess, men so mugu vit sleppa at fiska á øðrum leiðum, sigur Jens Pauli Peter­ sen.