hósdagur 22. mars 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
16
mars 2018
23
Føroyska KT-fyritøk
an FarPay skal seta
meira ferð á virksemið
hjá donsku gjalds
fyritøkuni MobilePay
Kappingin um kundarnar á hesum
marknaðinum er sera hørð, og
fyri MobilePay hevur tað havt
stóran týdning at styrkja seg á tí
virkisøkinum, sum snýr seg um
fastar gjaldsavtalur hjá fyritøkum.
Higartil hevur tað verið trupult og
kostnaðarmikið hjá fyritøkum at fáa
skipanina hjá MobilePay at koyra
saman við teirra KT-skipanum, men
ta avbjóðingina loysir framkomna
skipanin hjá FarPay á ein sera ein
faldan og effektivan hátt.
– Okkara skipan er ein »plug &
play«-skipan, sum virkar sum ein
pallur, og á hesum palli kunnu fyri
tøkurnar so bjóða út ymsar gjalds
loysnir. Fyrr var hetta ein krevjandi
avbjóðing at loysa, men við okkara
skipan spara fyritøkur bæði tíð og
pengar, sigur Sámal Samuelsen,
sølustjóri hjá FarPay.
Fyri FarPay er avtalan við Mob
ilePay ein fongur. Felagið hevur líka
síðan stovnan, við stuðli frá Vinnu
frama, arbeitt við at fáa fótin fyri seg
uttan fyri Føroyar, eitt arbeiði, sum
hevur kravt nógva orku. Tað byrjaði
við smáum kundum, men nú hevur
FarPay m.a. gjørt avtalu við størstu
donsku
fitness-ketuna,
Fitness
World, og tann avtalan er ein av
orsøkunum til samstarvið millum
FarPay og MobilePay.
– Avtalan við FarPay er tann
fyrsta av sínum slagi, sum er á veg.
Samlað merkja hesar avtalur við
triðjapartar, sum hava nógv við
skiftafólk við sær, at vit fevna enn
breiðari og at vit í ár røkka enn fleiri
viðskiftafólkum, sigur Mark Wraa-
Hansen, forstjóri í MobilePay.
Eisini hjá Fitness World eru tey
sera væl nøgd við nýggja samstarvið
við FarPay, sum bæði sparir fyritøk
uni tíð og pengar.
– Samstarvið við FarPay merkir,
at vit nógv skjótari kunnu fáa nýggjar
gjaldsloysnir upp at koyra, líkamikið
um talan er um Apple Pay, Google
Pay ella MobilePay. Við at lata
FarPay taka sær av tekniska parti
num vera vit heilt vist nógv skjót
ari enn kappingarneytar okkara við
nýggjum gjaldsloysnum, og tað er til
gagns fyri allar okkara kundar, sigur
Niels Eldrup Meidahl, fíggjarstjóri hjá
Fitness World.
Viðgongdin hjá FarPay í Danmark
eru góð tíðindi fyri føroyska KT-
vinnu. Eitt er, at avtalurnar styrkja
grundarlagið undir sjálvari fyritøkuni,
eitt annað er, at hetta verður við til at
menna KT-vinnuna her á landi.
– Fyri okkum, og fyri føroyska
KT-vinnu sum heild, hevur tað stóran
týdning, at vit av álvara fáa fótin fyri
okkum uttanlands. Vit brúka nógva
orku upp á menning, og hesar av
talurnar merkja, at vit framyvir skulu
brúka enn meira orku og arbeiðs
megi. Og tað er eitt arbeiði, sum
eisini framyvir verður gjørt í Før
oyum, sigur Bárður Háskor, stjóri í
Farpay.
FarPay gjørt samstarv
við MobilePay
Bárður Háskor, stjóri í Farpay.