hósdagur 22. mars 2018síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
17
mars 2018 23
Eyðun Klakstein
Sterku vinnufyritøkurnar í Eysturoynni standa
fyri einum týðandi parti av bruttovinninginum
í føroyskum útflutningi.
Grannskoðarafyritøkan NUMO gjørdi í
2016 eina greining av útflutningsvinnuni fyri
vinnulívsráðið í Klaksvík, og greiningin vísti,
at í 2014 lógu heili 63 prosent av bruttovinn
inginum í føroyskum útflutningi í Eysturoynni.
Sambært kanningini vóru 164 útflutnings
fyritøkur í Eysturoynni í 2014, og tær stóðu fyri
2,3 milliardum krónum av bruttovinninginum
í útflutninginum, sum samanlagt var um 3,6
milliardir krónur.
Umleið ein triðingur av útflutningsfyri
tøkunum var í Eysturoynni, men fleiri av fyri
tøkunum vóru sera sterkar, og tí stóðu tær fyri
so stórum parti av bruttovinninginum.
Eftir
Eysturoy
komu
Norðoyggjar,
sum stóðu fyri 14 prosentum av brutto
vinninginum í útflutninginum. Í 2014 vóru 91
útflutningsfyritøkur í Norðoyggjum.
Vágar og Suðuroy stóðu í 2014 fyri
8
prosentum
av
bruttovinninginum
í
útflutninginum hvør. Í Suðuroy vóru 72
útflutningsfyritøkur og í Vágum vóru 36.
Í Suðurstreymoy vóru 97 útflutnings
fyritøkur, sum stóðu fyri 6 prosentum av
bruttovinninginum í føroyska útflutninginum.
Norðstreymoy
stóð
við
sínum
7
útflutningsfyritøkum
fyri
1
prosenti
av
bruttovinninginum í útflutninginum.
Sandoy
hevði
13
útflutningsfyritøkur,
og tær stóðu fyri minni enn 1 prosenti av
bruttovinninginum.
Greiningin hjá NUMO er tvey ára gomul og
byggir á tøl, sum eru sløk fýra ára gomul, og
hóast tølini ikki høvd verið nett tey somu, um
útflutningstølin í 2016 høvd verið nýtt, stendur
vinnan í Eysturoy við sínum stóru alivinnu-
og fiskivinnufyritøkum framvegis sera sterk í
føroyskum vinnulívi.
Vinnan í Eysturoy er sterk
TÝÐANDI PARTUR AV FØROYSKA ÚTFLUTNINGINUM LIGGUR Í EYSTUROYNNI
Útflutningsvinnan í 2014
Øki
Fyritøkur
Bruttovinningur
Tal
%
1000 kr.
%
Norðoyggjar
91
18
486.854
14
Eysturoy
164
32
2.272.285
63
Norðstreymoy
33
7
51.473
1
Suðurstreymoy
97
19
203.909
6
Vágar
36
7
270.739
6
Sandoy
13
3
13.495
0
Suðuroy
72
14
288.945
8
(NUMO, 2016)
Útflutningsvinnan í Eysturoynni stendur fyri væl meira enn helminginum av bruttovinninginum í føroyska útflutninginum