Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 26 mars 2018 23 Nýggjan og lægri skorstein á Hagaleiti Í góðveðrinum mánadagin fór tey at taka niður 29 ára gamla skor­steinin á Brenn­ i­støðini á Hagaleiti í Leirvík. Nýggi skor­ steinurin verður 33 metr­ar høg­ur og verður hann sostatt nak­að styttri enn tann gamli, ið var 58 met­ur. Tørvur er ikki á so høgum skor­steini longur vegna góðu royk­reins­i­ skipa­nina, sum IRF fekk í 2006. Hetta arbeiðið er partur av stór­um umvælingar- og ú­t­bygg­ing­ar­ar­beiði hjá IRF. Í februar steðgaði IRF ovn­i­num á Brenn­ i­støðini og byrj­aði arbeiðið at taka gamla heitt­vatns­ket­ilin niður. Nýggi heittvatnsketilin verð­ur mun­ andi effektivari enn und­an­farni og fer IRF at kunnu brenna uml. 75 tons av burtur­ kasti um døgnið, í mun til 60 tons í dag. Brennistøðin fer har­u­m­framt at kunna koyra í 11 mán­aðir út í eitt, áðrenn neyð­ugt verð­ur at steðga fyri at reinsa skip­an­ina, sum eisini er ein betr­an í mun til í dag. Seinni í ár verður farið undir at byggja nýggja mót­tøku­høll aft­ur­at Brennistøðini, ið skal betra um møgu­leik­ar­nar at skilja burt­ur­kastið. Samlaða í­løgan úti á Hag­a­ leiti verður mett at kosta á­leið 70-80 mió. kr. og verður eft­ir ætlan liðug á sumri 2019. Tað verður á Oknarvegnum í Havn, at Smyril Line skal byggj nýtt Hotell. Herfyri boðaði Smyril Line frá, at ætlanin er at byggj eitt nýtt Hotell í Havn, men tey vildu ikki siga, hvar ætlanin er at byggja tað, tí enn var ætlanin ikki búgvin at leggja fram. Men nú sigur Tórshavnar býráð at tey hava fingið eina umsókn um at byggja hotell Oknarvegin og í tí sambandi skal byggisamtyktin broytast, so at hotell skal byggjast á stykkinum. Umsitingin hjá býráðnum heldur, at eitt hotell liggur væl á stykkinum og sostatt er tað at kalla púra vist, at ætlanin verður góðkend. Og sostatt verður tað á hesum stykkinum, beint við høvuðsætið hjá Banknordik, oman fyri SMS, at Smyril Line fer at byggja nýtt hotell. Her verður nýggja hotellið hjá Smyril Line • Høvuðstalvur • Neyðtalvur • Undirtalvur • Generatoranlegg • Høvuðs ávaringarskipanir • Brand ávaringarskipanir • Stýringar og yvirvaking • Elektrisk spøl • Innstallatiónir • Eldsløkki skipanir • Umvælingar • Manøvre system • Tekning og projektering • Ráðgeving • Eftirlit FO-480 Skáli - Tlf.: +298 471900 - Fax.: +298 471901 – http://www.el-service.fo Reyði pílurin vísir, hvar nýggja hotellið hjá Smyril Line skal byggjast á trøðni hjá BankNordik