hósdagur 22. mars 2018síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
27
mars 2018 23
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar hava fleiri trolbátar landað
í Leirvík, og í stuttum kann sigast, at bátarnir
hava gjørt góðar túrar og fingið nógvan fisk.
Men, tað eru ikki bara trolbátar, sum í løtuni
landa í Leirvík. Nú várróðurin er fyri, hava eisini
fleiri snellubátar landað í Leirvík.
Góður snelluútróður
Mikudagin í hesi vikuni høvdu 10 snellubátar,
sum landaðu í Leirvík, umleið 18.000 pund
tilsamans, harav besti báturin við tveimum
monnum hevði 3.500 pund.
Ein góður útróðrardagur gevur væl og
menninir, sum vóru við hesum eina bátinum
mikudagin, seldu fyri umleið 30.000 krónur.
Talan er ikki bara um útróðrarbátar, sum eru
heimahoyrandi í Leirvík, sum landa í bygdini,
men eisini bátar úr eitt nú Fuglafirði, Skála
fjørðinum og aðrastaðni.
Tá tað hevur viðrað nú í vártíðini, hava einir
4-6 útróðrarbátar landað fast í Leirvík, men ser
liga hósdagin vóru teir fleiri í tali.
Kaj Otto Frederiksberg, stjóri í Fo-Fish og
Norðfra í Leirvík væntar, at talið av bátum
verður enn størri, um snellubátarnir fram
haldandi fara at fáa fisk norðanfyri.
- Onkur bátur hevur fingið heilt upp í 4.000
pund einar tríggjar fylgjandi útróðrardagar, og
tað er óførur snellufiskiskapur.
Stjórin vísir á, at ein stórur partur av
norðhavsfiskinum er toskur 2, og hetta er
stórur og góður fiskur.
- Ja, vit kunnu siga, at tað stundum hevur
verið sum í gomlum døgum á bryggjuni í
Leirvík, og hetta hevur verið rættiliga hugaligt,
sigur hann.
Góður trolfiskiskapur
Um dagarnar hava eisini fleiri trolbátar eisini
landað í Leirvík, og tað skerst ikki burtur, at
trolbátarnir, sum bæði eru heimahoyrandi í
bygdini og teir, sum koma til bygdar at landa,
hava stóran og altavgerandi týdning fyri
virksemið hjá Norðfra og Fo-Fish.
- Umframt, at vit hava landingarmiðstøð,
levera vit eisini ís til skip og bátar, og skal tað
vera lønandi at hava slíkt virksemi koyrandi, er
neyðugt við skipum, bátum og fiski.
Kaj Otto Frederiksberg vísir á, at Búgvin
í vikuni hevur landað 20.000 pund av
havtasku, sum teir fingu á Skeivabanka, og
síðan hava nakrir trolbátar eisini verið við toski,
hýsu og upsa.
- Olga Maria og Jens Leon, sum byrjaðu at
fiska seinasta sunnudag, hava júst verið inni
við 70.000 pundum hvør, fullir undir lúkurnar.
Teir høvdu umleið 40.000 pund av toski hvør,
og síðan var meginparturin av restini upsi og
hýsa og kanska eini 2000 pund av flatfiski
hvør.
Hann vísir á, at trolbáturin Siðatindur eisini
er á veg inn at landa, og teir hava í minsta lagi
70.000 pund av toski, upsa og hýsu.
- Henda túrin hava trolbátarnir serliga fiskað
í einum geira í ein landnyrðing úr Fugloynni,
sigur hann.
Aðrir rokast eisini
Sosialurin kann leggja aftrat, at aðrir trolbátar,
sum hava landað aðrastaðni enn í Leirvík, hava
eisini gjørt roktúrar.
- Eg haldi, vit kunnu siga, at tað sum heild
hevur gingið rættiliga væl hjá trolbátunum
síðan í fjør heyst, men hetta eru smáir bátar,
og tí krevst, at veðrið er til vildar hesa tíðina av
árinum. Trolbátarnir - bæði teir, sum landa her
og aðrir - hava gjørt fleiri túrar, har teir vóru fullir
undir lúkurnar, sigur Kaj Otto Frederiksberg,
stjóri í Fo-Fish og Norðfra.
Góði fiskiskapurin sæst
aftur á bryggjuni í Leirvík
- TROLBÁTARNIR, SUM ERU HEIMAHOYRANDI Í LEIRVÍK OG TEIR, SUM KOMA TIL BYGDAR AT LANDA, HAVA STÓRAN OG ALTAVGERANDI
TÝDNING FYRI VIRKSEMIÐ HJÁ NORÐFRA OG FO-FISH, SIGUR KAJ OTTO FREDERIKSBERG, STJÓRI Í FO-FISH OG NORÐFRA
- Vit kunnu siga, at tað stundum hevur verið sum í gomlum døgum á bryggjuni í Leirvík, og hetta hevur verið rættiliga hugaligt, sigur Kaj Otto Frederiksberg
Kaj Otto Frederiksberg er stjóri í Fo-Fish
og Norðfra, og hann fegnast um góðu
gongdina hjá trolbátum og snellubátum
Mynd: Vilmund Jacobsen