týsdagur 17. apríl 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Danmark sigur fólkarættin vera óviðkomandi
Magni Arge,
fólkatingsmaður
Tjóðveldi
Danski staturin metir seg ikki
hava
givið
føroyingum
nakað
annað lyfti enn nakrar leysar út
sagnir frá komandi og farandi for
sætisráðharrum. Og skuldu Før
oyar gjørt av at skipað seg sum
fullveldi, skal fólkatingið viðgera
og góðkenna ynskið úr Føroyum.
Hetta sæst í svarinum hjá Anders
Samuelsen, uttanríkisráðharra, um
føroyskan sjálvsavgerðarrætt
Anders Samuelsen staðfestir í
svarinum, at Danmark hevur ong
antíð staðfest eksterna sjálvsav
gerðarrættin hjá ST samsvarandi
fólkarættinum, og danska stjórnin
hevur heldur ikki nakrar ætlanir
um at gera tað, tí hon metir fólka
rættin
vera
óviðkomandi
fyri
viðurskiftini millum Føroyar og
Danmark. Hetta skrivar uttanríkis
ráðharrin beinleiðis.
Sitandi stjórn vil eins og undan
farnar stjórnir geva føroyingum
moralskt lyfti um, at hon fer at
virða eitt ynski um føroyskt full
veldi, skuldu føroyingar ynskt tað.
Anders Samuelsen sigur kortini
onki um treytirnar, men staðfestir,
at fólkatingið skal góðkenna tílíkt
ynski.
"Færøsk selvstændighed vil i
givet fald skulle gennemføres efter
grundlovens §19," skrivar hann.
Hvussu danskir myndugleikar
fara at tulka grein 19, skuldi støðan
við føroyskum fullveldi íkomið,
finst ongin vissa fyri, tí Danmark
hevur ikki viðurkent føroyska
rættin at skipa Føroyar sum full
veldi hjá altjóða samfelagnum.
Fráboðanin hjá danska stat
inum til sendistovur í sambandi
við yvirtøkulógina og uttanríkis
politisku heimildarlógina í 2005
var ikki nøkur viðurkenning av
eksterna sjálvsavgerðarrættinum.
Tvørturímóti var hon ein statsrætt
arlig staðfesting.
"Circularnoten angår den for
fatningsretlige ordning, hvorved
færøske myndigheder under visse
nærmere omstændigheder har ad
gang til at binde Kongeriget Dan
mark folkeretligt," skrivar Anders
Samuelsen í svarinum.
At Danmark hóast hesa frá
boðan tilskilar sær rætt til at
leggja seg út í føroysk viðurskifti
á altjóða pallinum, kom til sjóndar,
tá Føroyar gjørdu avtalu við Ísland
og Grønland um tættari samvinnu.
Tá legði júst Anders Samuelsen
seg ímillum og vildi hava avtaluna
ógildaða.
Tann avgerðin og alt svarið hjá
Anders Samuelsen um sjálvsavgerð
arrættin vísa greitt, at Danmark
leggur nógv fyri at tulka Føroyar
í einum statsrættarligum høpi og
ikki einum fólkarættarligum høpi.
Hann skrivar beinleiðis:
"Det
bemærkes,
at
danske
myndigheder ikke vil stille sig i
vejen, såfremt et flertal af den
færøske befolkning ønsker selv
stændighed. I denne sammenhæng
- og som tidligere tilkendegivet i
besvarelse af folketingsspørgsmål
- er spørgsmål om selvbestemmels
esretten efter folkeretten ikke rele
vant."
Magni Arge, fólkatingsmaður og
formaður í Føroyanevndini, stað
festir:
- Við svarinum frá Anders
Samuelsen er staðfest, at Danmark
framvegis situr við buktini og báð
um endum í viðurskiftunum mót
vegis Føroyum, eisini í eini møgu
ligari fullveldissamráðing. Summir
føroyskir politikarar hava áhald
andi sagt, at Danmark hevur viður
kent sjálvsavgerðarrættin hjá ST,
men svarið hjá uttanríkiráðnum
vísir, at hetta er skeivt. Vit eru í
somu ójøvnu støðu, sum tá sam
ráðingar fóru fram í 2000.
Les spurning og svar her: http://
www.ft.dk/samling/20171/almdel/
fæu/spm/7/svar/1480581/1879731.pdf
Eingin føroysk loysing sambært altjóða lóg
Donsk vælvild gevur okkum rætt til loysing. Tað ger altjóða rættur ikki
Sjúrður Skaale
Sambært trimum veljarakanning
um frá 2018 er hugurin er loysa
frá Danmark sera lítil millum fólk.
Beinleiðis spurd søgdu færri enn
30% í eini kanning, at tey vildu hava
loysing, og hinar kanningarnar
vístu, at tjóðveldis- og fólkafloks
veljarar ikki vilja vita av hvørjum
øðrum. Báðir partar vilja í staðin
í samgongu við flokkar, sum ikki
hava loysing sum mál.
Nú er so í staðin nýtt lív blást í
ein sera teoretiskan spurning: Um
føroyingar gera av at loysa, hava
vit so rætt at gera tað einsæris sam
bært altjóða lóg – ella skulu danskir
myndugleikar góðkenna tað?
Hóast danskir myndugleikar
hava endurtikið upp í saman, at teir
góðkenna eina møguliga føroyska
avgerð um loysing, so fylti hesin
spurningur nógv, tá fullveldis
landsstýrið sat frá 1998 til 2004.
Áðrenn fullveldissamráðingar
nar millum Danmark og Føroyar í
2000 varð ein bók skrivað – Hvíta
bók – har serfrøðingar m.a. fingu
sum uppgávu at svara hesum
spurningi. Og svarið var, at vit við
góðum
grundgevingum
kunnu
siga, at altjóða lóg gevur okkum
innlendis sjálvsavgerðarrætt. Alt
so rætt at skipa okkara egnu við
urskifti í Føroyum – júst sum vit
gera. Men tá tað kemur til ytra
sjálvsavgerðarrættin – altso rættin
til loysing – er minni at heinta í al
tjóða lóg.
Í 2004 kom so ein bók frá Norð
uratlantsbólkinum á fólkatingi um
sama spurning – eisini við fleiri
serkønum
høvundum.
Saman
umtikið var semja um, at tað við
politiskum, søguligum og ment
anarligum argumentum ber til at
siga, at Føroyar hava rætt at loysa
frá Danmark.
Hetta var einki nýtt. Bæði
danskir myndugleikar og flest allir
føroyingar eru eisini samdir um
hetta – og tí áseta vit eisini okk
um henda rætt í uppskotinum til
nýggja føroyska stjórnarskipan.
Men í altjóða lóg er sambært
bókini lítið at koma eftir. Vit kunnu
snøgt sagt ikki grunda føroyska
loysing á altjóða viðtøkur – tí tær
geva okkum ikki rætt til loysing. Og
hóast onkur einstøk slík viðtøka
kann tulkast tann vegin, so er ikki
nógv hon kann brúkast til. Tað
finst jú eingin myndugleiki, sum
Føroyar kunnu klaga til, um Dan
mark noktar okkum at loysa.
Politisk vælvild er betri
Um føroyingar, uttan góðkenning
úr Danmark, høvdu boðað frá, at
nú vóru Føroyar ein statur, høvdu
altjóða stovnar roknað tað sum eitt
innlendis danskt mál – og staturin
hevði ikki blivið viðurkendur. Hygg
bara hvat er sagt um hendingarnar
í Catalonia farnu tíðina.
Sæð úr sjónarhorninum hjá al
tjóða stovnum eru statir svartir
kassar – og hvat hendir í hesum
kassum er ikki eitt mál fyri teir utt
an so, at hópdráp ella ógvuslig kúg
ing fara fram. Ikki akkurát nakað,
vit kenna til...
Vit hava snøgt sagt tørv á polit
iskari vælvild úr Danmark. Og so
leiðis er um allan heim.
Quebeq hevur roynt at loysa frá
Canada – tí stjórnin í Ottawa loyvdi
tí.
Skotland hevur roynt at loysa
frá Bretlandi – tí stjórnin í London
loyvdi tí.
Hinvegin sleppur Catalonia ikki
at loysa frá Spania – tí stjórnin í
Madrid ikki loyvir tí.
Føroyar samráddust í 2000 um
at skipa Føroyar sum fullveldi – tí
danska stjórnin góðtók, at vit hava
rætt til tað. At føroyingar ikki hildu
seg fáa nóg góða fíggjarliga og
umsitingarliga hjálp úr Danmark
til at skipa føroyska statin, er eitt
annað mál. Vildu vit, kundu vit
loyst tá.
Tað kunnu vit enn. Tí danska
stjórnin loyvir tí.
Eg skilji væl, at summi halda tað
vera veikt ella ússaligt, at rætturin
at loysa er grundaður á politiska
vælvild úr Danmark. Tí vilja tey
heldur grunda rættin á altjóða
lóg. Problemið er bara, at altjóða
lóg ikki gevur okkum rætt at loysa
yvirhøvur.
Kjakið um “eksternan sjálvsav
gerðarrætt sambært altjóða lóg”
hevur ongan ítøkiligan týdning. Tí
betur fyri loysingarfólk. Tí grunda
vit okkara rætt til loysing á hetta,
missa vit hann.
Nú hava vit “bara” ein politiskt
grundaðan rætt. Men tað merkir
altso, at tann dag ein greiður, var
andi meiriluti av føroyingum vil
skipa ein føroyskan stat, kunnu vit
gera tað.
Tann meirilutin er bara trupul at
hóma í løtuni...
Summir føroyskir politikarar hava
áhaldandi sagt, at Danmark hevur
viðurkent sjálvsavgerðarrættin hjá
ST
Eg skilji væl, at summi halda tað vera
veikt ella ússaligt, at rætturin at
loysa er grundaður á politiska væl
vild úr Danmark