Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43 Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sjeytifimm Tann 2. apríl fylti pápi okkara Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sjeyti­fimm. Pápi okkara er ikki sum menn flest, og smæðist ikki at kalla seg orginal, tí hann vil hvørki vera ella gera sum flest øll onnur, sum í dagsins samfelag stremba eftir at líkjast hvør øðrum heldur enn at líkjast burtúr. Og tað er júst hetta, ið gera hann til tann serstaka mann, hann er - ósjálvsøkin, raskur, hjarta­ligur, gávumildur, ótrúliga skemt­ingasamur (veit altíð eina góða), og so er hann ein framúr góð­ ur frásøgumaður og skribentur. Við eini lívsfilosofi “at lívið verður ikki end­ursent” hevur hann, saman við mammu, givið okkum góð og rík barna­ár, hann hevur fylgt sínum dreym­um og áhugamálum, og hev­ ur hjálpt teimum sálarsjúku í tríatí ár. Eyðun er sonur Rudolf Joensen, úr Sørvági, og Jóhonnu Joensen, av Tvøroyri, og vaks upp á Biskupstøð í Klaksvík sum næstelstur av fýra, og hevði har rík barnaár. Omma plagdi at siga frá, at Eyðun var sera góð­lyntur og fittur smádrongur, segði ongantíð nei og var fittur at ansa yngru systkjunum. Hann var til dømis sendur í skúla langt fyri tíð, tí at foreldrini ivaðust í, um hann mundi vera eitt sindur býttur, sat so eygagóður og vant eitt noða um krakka­beinini, bara hann fekk frið. Tað var ein dyggur smeitur fyri familjuna, tá ið pápin eftir stutta sjúkralegu andaðist jólamorgun í 1949, bert 39 ára gamal, og omma mín sat eftir við trimum smá­ dreingj­um og fastir míni undir belti, og við egnum virki. Við dygg­ um stuðuli frá familju, vinum og kenn­ingum í Klaksvík komu øll børn­ini væl undan, hóast missurin og saknurin av pápanum hevur merkt børnini víðari í lívinum. Eyðun átti allarhelst at verið sjó­maður. Sum smádrongur treivst hann best í fjøruni, har hann róði í jollu, sum hann sjálvur hevði smíðað. Menn, sum áttu neyst og bát, vóru fittir at lova honum við at dyrgja ella seta línu, og tá hann var liðugur við realskúlan í 1959, fór hann út á keiina og bað skip­aran á Fimm Systrum, Símun Dáva, lova sær við. Hann var við Fimm Systrum nakrar túrar úndir Íslandi, og nevnir hann ofta hetta tíð­ar­skeiðið sum sítt allarbesta. Mammuni dámdi ikki hansara sjó­ manna­lív, tí hann sum barn hevði ringa heilsu, og einaferð, tá ið hann kom aftur við Fimm Systrum, stóð mamm­an á keiuni við pappírum til studentaskúla - ikki tann í Havn, tí har skikkaðu tey sær so illa, men ein indremissiónskan kostskúla í Haslev! Í 1963 var studentaskúlin lok­ in, og komin aftur til Føroya fekk hann starv sum vikarur í skúlanum í Klaksvík. Hetta árið á skúlanum í Klaksvík hugnaði hann sær óført, og í frítíðini flotaði hann so ofta sum gjørligt við einum goml­ um fýramannafari, nevnd Hans­ ina, sum hann hevði fingið frá abbanum á Tvøroyri. Tað var her, í tí dagliga samskiftinum við næm­ ing­ar og lærararar, at hugurin at fara at lesa sálarfrøði búnaðist. Mamm­an og onnur við henni vóru heldur skeptisk, tí hetta var í eini tíð, har í virðið í sálarfrøðini enn ikki var rættilig viðurkent, og lítil vitan var millum fólk um sálar­ frøði­út­búgvingina. Mamman segði: góði, hvørjum skalt tú liva av? Hóast orðini hjá mammu síni, tók Eyðun mót til sín og fór í 1964 niður á Lærda háskúlan í Keyp­ manna­havn sum fyrsti føroyingur at lesa sálarfrøði. Lestrarárini vóru góð, og hann búði í fleiri ár á Stud­ enta­garðinum á Tagensvej og dám­ ar honum væl at fortelja góðar søg­ur frá hesi tíð, frá traditiónum har og øllum teimum persónum, ið myndaðu lestrarárini. Í februar 1973 var lesnaðurin lokin, og hann fekk prógv sum cand. psych. Tað var í lestrarárunum, í 1966, at hann møtti mammu okk­ara, Karini Djurhuus, dóttir Hans Petur Djurhuus av Nesi, Vági, og Elly Dam úr Havn. Karin var eisini í Keyp­mannahavn í lestr­arør­ind­um, har hon las til trí­málsligan korre­ spond­ent á Handil­háskúl­anum í Keyp­manna­havn. Tey fluttu heim í februar 1973 eftir loknan lestur og búsettust í Havn, har tey seinni, í 1978, bygdu sær hús á Ternu­ryggi. Í 1973 vórðu tey vígd í presta­garð­in­ um í Kvívík og fingu seinni børnini, Rúna í 1977 og Elina í 1981. Í Føroyum var einki fullltíð­ar­ starv sum sálarfrøðingur tá, men bert nakrir fáir tímar um vikuna, so Eyðun undir­vísti á Lær­ara­ skúlanum, Sjúkra­systra­skúl­anum og Studentaskúlanum og HF tey fyrstu árini. Nøkur ár seinni var eitt fulltíðarstarv sum sálar­frøð­ ing­ur á statshospitalinum lýst leyst, og Eyðun fór at starvast sum sálarfrøðingur á psykiatrisku deild burturav. Her tók Árni Olsen hann undir sínar veingir og var hon­um ein góður lærumeistari, og sam­an við honum og Hera Berg og øll­um teimum dugnaligu sjúkr­ar­røkt­ ar­frøðingunum og pleyg­ar­un­um mynd­aðu tey psykiatrisku deild í fleiri áratíggju. Eyðun var, og er enn, ein sera væl­umtóktur sálarfrøðingur, og sum undangongumaður á økin­ um røkti hann starvið sum ein­asti kliniski sálarfrøðingur á psykiatr­ isku deild í heili 30 ár. Sum sálar­ frøð­ingur hevði hann sín heilt egna stíl og óhátíðarligu men beint fram medferð og bar tingini fram á ein virðiligan og logiskan hátt, sum allarhelst hevur havt við sær, at tey, ið komu til hansara, kendu seg í góðum hondum. Sum smágenta varð eg mangan spurd, hvør átti meg, og tá kendu fólk beinanvegin og greiddu síðani við virðing frá, hvussu hann hevði hjálpt teimum, teirra børnum ella onkrum næstringum í sambandi við svára sálarsjúku ella kreppu. Og enn tann dag í dag, verði eg møtt við somu virðing fyri pápa mínum, hóast tað skjótt verða 15 ár síðani hann gavst sum sálarfrøðingur á psykiatrisku deild. Sum smágenta var eg ov lítil til at skilja, hvønn týdning og hvat virðið, sálarfrøðilig hjálp í Føroyum hevði fyri fólk í ólukkuligum støðum, men í dag skilji eg, at í Føroyum var lítil og eing­in hjálp at fáa til sálarsjúk fyrr, og aloftast vóru tey sjúku send av landinum til viðgerðar. Eyðun kundi sum kliniskur sálar­frøðingur sam­an við øllum hinum dugnaligu starvsfólkunum á psyk­iatr­isku deild veita hesum fam­ilj­um við­ gerð­artilboð í nær­um­hvørv­in­um, heima í Føroyum. Hóast arbeiðsbyrðan og -ábyrgd­ in oftani var sera tung, gloymdi Eyðun ikki alskin til sjógv og fiskiskap, og ong­an­tíð fór sjó­ manna­lívið í gloymsk­una. Tað kom fyri, at hann tók sær frí og flotaði onkr­an góð­veð­urs­seinna­part og royndi eftir nøkr­um “gillum” á sín­ um heilt egnu mið­um í Nóls­oyar­ firði. Hetta hevur allar­helst verið hans­ara máti at sleppa sær burtur frá einum arbeiði, ið kravdi nógv av honum, eina løtu. Í mong ár hevði hann bát saman við verfaðirinum, til hann keypti Elina, ein fittan gulan Starlet glas­ trevjubát, ið hevði bátapláss niðri á Kongabrúnni. Hagani var útsýni framúr til steypahandanina í kapp­ róðri á Ólavsøku, og í mong ár var tað fastur táttur hjá familju og vin­fólki at koma umborð og heilsa uppá um Ólavsøkuna. Nøkur ár eftir at Eyðun var far­ in frá sum sálarfrøðingur, í 2006, seldi hann Elina og keypti sær deks­bátin Høgna Jákup, ein gamlan slupp­unga frá 1920, ið Eyðun sum smá­drongur mintist liggja á vágni úti fyri barndómsheiminum á Biskupstøð í Klaksvík. Hetta var ein barndómsdreymur hjá honum, og hóast Høgna Jákup hevði verið sokkin og tískil var í sera ringum standi, so hættaði hann sær undir otium-projektið og setti hann í stand. Henda gamla sluppunga hjúklaði hann um í fleiri ár, og gjørdi fleiri góðar túrar við honum, serliga við kalvalínu. Eftir góð tíggju ár slapp hann sær tó av við hann aftur, mest tí at nógv við­líka­ hald og røkt alsamt skuldi til og tí Høgna Jákup ikki var so væl egn­ að­ur til smáar túrar út í fjørðin. Tað gekk tó heilt stutt tíð, so mundi hann gingið av verðini í bátaloysi, og hann keypti sær tískil aftur ein gulan glastrevjubát, ið hann nevndi Elina Onnur, og sum er systurskip hjá fyrru Elini. Við henni troytir hann miðini, so eingin toskur ella krabbagágga fær frið til stóra gleði fyri teir tríggjar abbasynirnar og tríggjar abbadøturnar. Pápi okkara hevur altíð verið roka­ligur og ótrúliga raskur, og er tað enn sum 75 ára gamal. Honum hevur altíð dámt sera væl at skapa og skaffa til egið borð, t.d. at fara á flot, velta eplir, hava kríatúr, so sum hønur, dunnur og gæs osfr. Familjan hevur notið gott av hansara alski til útróðurin, og van­ ligt er at hann koyrir runt til fam­ ilju og vinir við greipum, eftir at hann hevur verið í fjørðinum. Nú er hálvtannað ár liðið síðani vit fluttu heimaftur til Føroya eftir lestr­arárini í Keypmannahavn, og sigast skal at abbasynirnir hava nógva gleði av bæði ommuni og abbanum í tí dagliga. Tá ið eg var smágenta hevði babba meg við í øllum tí rokaliga, til dømis mang­an túrin eftir reyðfiskum inni í tara­ skóginum í gomlu Hoy­vík­ini, við skrubbugørnum fram við argja­ land­inum ella at seta epl­ir niður í summarhúsinum á Ternuryggi. Eisini minnist eg mang­an túrin við tráðu fram við Hoy­dalsá at fiska síl mong góð summ­arkvøld. Hetta lærdi meg nógv um nátturunar tilfeingi og virði, og kveikti í mær áhugan til lívfrøðina, sum nú eisini myndar mítt arbeiðslív. Somu­ leiðis njóta abbasynirnir og tær tríggjar abbadøturnar gott av somu upplivingum saman við abb­anum, og tað kemur meir enn so fyri at ein spann full við krabbum, krabba­ gogg­um, krossfiskum og alskins øðrum stendur uttanfyri okkara hurð í Havn til abbasynirnar at kanna, tí at abbin hevur verið úti við gørnum ella í goggurúsuni í báta­hylinum á Argjum. Sum tann sjómaður hann innast inni er, hildu hann og mamma 75 ára føð­ingardagin umborð á Norrønu, á sjómannaferð til Ís­ lands. Hjartaliga tillukku við teim sjeytifimm, góði babba. Vegna familjuna Elin Djurhuus Samuelsen NØVN