týsdagur 17. apríl 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Okkum tørvar
fleiri lestrarstørv
»Tú lærir ikki av bókum. Tú lærir av at arbeiða.«
MFS – Meginfelag Føroyska
Studenta
Lesandi og nýútbúgvin verða
í tíð og ótíð løgd undir at ”onki
duga”, tí tey bara hava sitið
á reyvini og lisið. Vit kundu
nýtt hetta høvið at greiða frá
týdninginum av útbúgving, eitt
nú hvussu útbúgving er lyk
ilin til búskaparligan vøkstur
og er grundarlagið fyri góðum
kappingarføri, og ikki minst teir
fólkaræðiligu,
sosialu,
ment
anarligu og burðardyggu fyri
munirnar, ið fylgja við einum
útbúgvnum fólki. Tað fara vit tó
ikki. Vit fara í hesum umfarinum
at geva fordómsfullu útsøgnum
rætt – í hvussu so er fyri ein part.
Vit ynskja at vísa á týdningin av
lestrarviðkomandi størvum.
At sameina lesandi og
arbeiðsmarknaðin
Starvslestur er ein partur av fleiri
útbúgvingum. Dømi um hetta
eru útbúgvingar so sum verk
frøði, læknavísind, námsfrøði og
sálarfrøði. Starvslestur gevur tí
lesandi møguleika at royna sínar
fakligu førleikar í praksis og
ikki minst at menna seg fakliga.
Hetta er tí ein týðandi partur
av menningini hjá tí lesandi, tí
hetta bindur tann lesandi tíðliga
við arbeiðsmarknaðin og gevur
viðkomandi
eina
kenslu
av,
hvussu tað er at brúka sína vitan,
innan tað fakið, ið tann lesandi
hevur valt.
Fyritøkur ella stovnar fáa
somuleiðis ágóðarnar av at hava
starvslesandi, tí her er møguleiki
at fáa arbeiðsmegi, ið er forvitin
eftir læra, sum ofta tímur væl at
arbeiða og kemur við ískoytum
og nýggjum vinklum til arbeiðs
uppgávurnar - og ikki minst,
sum lættir um arbeiðsbyrðuna á
arbeiðsplássinum. Hetta kann tí
verða áhugavert bæði fyri tann
lesandi og arbeiðsgevaran.
Tað
er
nógv,
ið
hava
starvslestur sum ein part av
sínari útbúgving, so eru tað hópin
av útbúgvingum, har starvslestur
ikki er ein kravdur partur av
útbúgvingini. Dømi um hetta
er løgfrøði, samfelagsfrøði, bú
skaparfrøði og samskifti. Tað er
tó møguligt hjá fleiri av hesum
av sínum eintingum at søkja um
loyvi frá útbúgvingarstovninum
at royna seg sum starvslesandi.
Tá er tó umráðandi at tær
fyritøkur og teir stovnar, ið bjóða
út starvslestur, lýsa við tí.
Hóast starvslestur ikki er ein
partur av útbúgvingini, eru tað
fleiri, ið ynskja sær eitt starv,
ið er viðkomandi fyri lesturin.
Hetta eru tey, ið vit kenna sum
lestrarstørv, ið fevna um 8-15
tímar um vikuna við síðuna av
lesnaðinum.
Eins og við starvslesnaðinum,
kann lestrarstarvið tæna einum
góðum endamáli, tí hin lesandi
fær royndir og møguleika at
tvinna teori og praksis saman,
og ikki minst ein fót innum á
arbeiðsmarknaðin.
Lestrarstørvini eru eisini við
til at lætta um arbeiðsbyrðuna
hjá hinum starvsfólkunum á
fyritøkuni ella stovninum, tí hin
lesandi hjálpir til við bæði størri
og smærri arbeiðsuppgávum, ið
annars ikki eru tíð ella møguleiki
til.
Fleiri møguleikar
til føroysk lesandi
Vit hava størstu virðing fyri teim
um, ið arbeiða ófaklærd størv. Hin
lesandi hevur hinvegin tørv á at
vera á einum arbeiðsplássi, ið á
ein ella annan hátt gevur fakligt
ískoyti til útbúgvingina. Hetta
kemst ikki minst av, at tey flestu
lesandi ikki hava nógvar pengar
um hendi og studningurin ikki
røkkur til allar útreitslunar, og tí
kann tað verða eitt win-win hjá
teimum lesandi at vinna sær nøkur
eyka oyru, samstundis sum ein fær
nakað fakliga burtúr arbeiðinum.
Hetta fevnir bæði um starvslestur
og lestrarstøv.
Í Føroyum eru tað tey síðstu
árini komin alsamt fleiri møgu
leikar til lesandi at arbeiða hjá
einari fyritøku ella stovni sum
starvslesandi, og hetta fegnast
vit
um.
Her
verður
hugsað
bæði um lesandi á hægri lestri í
Føroyum og føroysk lesandi utt
anlands, ið fáa tilknýti til føroyska
arbeiðsmarknaðin.
Tó vilja vit eisini heita á føroysk
ar fyritøkur og stovnar at bjóða út
lestrarstørv, ið eru 8-15 tímar um
vikuna. Tað kennist fyri okkum ov
lætt at einans bjóða út starvslestur,
ið fyri tað mesta er óløntur. Lesandi
hava eisini, eins og øll onnur, tørv á
einum fíggjarligum rásarúmi.
Vit síggja fleiri og fleiri lestr
arstørv í tí privatu vinnuni, men
meta, at tað enn haltar hjá tí al
menna.
Í londum rundan um okkum
eru lesandi sett í starv í flestu al
mennu stovnum, og vit duga ikki at
síggja, hví tað ikki skuldi borið til í
Føroyum eisini.
Stimbra førleikarnar
hjá teimum lesandi
Vit vilja ikki fara so langt sum at
siga, at tey, ið ikki hava havt lestr
arstarv ella hava verið í starvslestri,
ikki hava røttu fakligu førleikarnar
ella ikki “duga” at arbeiða, tí tað er
ymiskt, hvussu fólk læra á besta
hátt. Tó er tað ikki verri at hava
royndir frá arbeiðsmarknaðinum,
tí tað kann geva nakrar fakligar
fyrimunir í gerandisdegnum sum
lesandi og kann brynja seg til
arbeiðsmarknaðin í framtíðini.
KOM OG
FANGA
OKKUM
MFS hevur í longri tíð ynskt
at varpa ljós á starvslestur og
lestrarstørv, herímillum heita
á fyritøkur og stovnar um at
bjóða fleiri út. Tí skipa vit fyri
ráðstevnu
í
Keypmannahavn
leygardagin 21. apríl á Norður
atlantsbryggjuni, við heitinum:
»Kom og fanga okkum«.
Á ráðstevnuni verður møgu
leiki hjá tí lesandi at fanga arbeiðs
gevarar, ið á ein ella annan hátt
hava føroyskt tilknýti. Hetta vil
siga bæði úr Føroyum, í Danmark
og uttan fyri Danmark.
Á ráðstevnuni luttaka yvir 20
fyritøkur og stovnar, bæði innan
tað almenna og innan privatu vinn
una.
Vit hava lagt okkum eftir at
hava okkurt til allar málbólkar,
so tann lesandi og arbeiðsgevarin
kann fanga tey røttu fólkini.
Endamálið við tiltakinum er
at lata upp fyri samskifti og sam
starvi millum lesandi, fyritøkur og
stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar
og at samantvinna føroysk lesandi
í Danmark við arbeiðsmarknaðin,
fyri at tryggja áhaldandi menning
og vøkstur í samfelagnum.
Ráðstevnan verður sett av Aksel
V. Johannesen, løgmanni, klokkan
11. Síðan verður møguleiki allan
dagin at ganga runt og heilsa upp
á fyritøkurnar og stovarnar, ið
luttaka á ráðstevnuni. Tað verður
eisini møguleiki at taka CV myndir,
fáa góð ráð um, hvussu tú skrivar
CV og umsókn, og hoyra Elinborg
Pálsdóttir spæla nøkur løg.
Øll sum luttaka hava møguleika
at vera við í lutakastinum um tvey
gávukort á kr 1.500 frá Atlantic
Airways og ein flytiplatt frá Posta.
Kom á ráðstevnuna 21. apríl á
Norðuratlantsbryggjuni og ger
vart við teg, og hvør veit – møgu
liga finnir tú títt dreyma lestr
arstarv, starvslestur ella íblástur
til eitt samstarv um eina verkætlan
við eina fyritøku.
Til ber at lesa meir um tiltakið á
Facebook: »Kom og fanga okkum«
og á heimasíðu okkara www.mfs.fo
STARVSLESTUR: Starvslestur er ein møguleiki
hjá fólki undir hægri lesnaði at royna seg á
arbeiðsmarknaðinum í nakrar mánaðir sum ein
part av útbúgvingini. Hin starvslesandi arbeiðir
vanliga 30-40 tímar um vikuna í 3-6 mánaðir og
er vanliga ikki til undirvísing í hesum tíðarskeiði.
Sum part av hesum, skal hin lesandi skriva eina
frágreiðing í samband við útbúgvingina og fær
somuleiðis góðskrivað ECTS. Tann lesandi fær
lestrarstuðul, meðan viðkomandi er lesandi,
og viðhvørt eina samsýning frá fyritøkuni ella
stovninum, har tey eru starvslesandi, vanliga
millum kr. 10.000 og kr. 20.000 fyri alt tíðarskeiðið.
Lesandi í Danmark kunnu nú eisini fáa kr 3.000
í løn/samsýning um mánaðin við síðuna av SU.
LESTRARSTARV: Í einum lestrarstarvi
arbeiðir hin lesandi nakrar tímar um vikuna við
síðuna av undirvísingini. Tað, sum eyðkennir
hesi lestrarstørv er, at tey vanliga fevna um
8-15 tímar um vikuna, og uppgávurnar eru
fakliga viðkomandi lesnaðinum. Hetta kann
fevna um bæði størri og smærri uppgávur.
MFS