týsdagur 17. apríl 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 44
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
DART
Tróndur Arge
Myndir: Jann í Giljum
Fyrr í vikuni bleiv hann 40 ár
og nú er hann aftur FM vinnari.
Remy Gardlykke er stóra navnið
í føroyskum dart, sum av álvara
hevur fingið vind í seglini seinastu
árini. Aftur í ár bleiv finaluumfarið
víst beinleiðis á stroymingini hjá
Kringvarpinum. Tað er annað árið
á rað.
Hesa ferð var finaluumfarið í
Fuglafirði, meðan tað í fjør var á
Sandoynni. Sagt verður úr Fugla
firði, at nógv varð gjørt burturúr
fyrireikingunum og at hetta sást
aftur, tá kappingini fór fram.
Seinastu árini hevur dart verið
í stórari framgongd, har tað nú
javnan verður kunnað um gongd
ina, eitt dratsamband er sett á
stovn, umframt at Føroyar hava
spælt tveir landsdystir móti Íslandi.
Favorittarnir í finaluni
Í einmansleiki hjá monnum, høvdu
32 teir bestu tryggjað sær atgongd
til FM-endaspælið.
Longu í bólkaspælinum snávaðu
fleiri
av
hægst
styrkismettu
spælarunum. Hvørki Bogi Isaksen,
Uni Árting ella Hans Eivind Olsen
megnaðu at vinna sín bólk og
føroyameistarin
frá
2017,
Jón
Johansen, endaði á triðja plássi í
sínum bólki.
Hetta hevði millum annað við
sær, at Jón Johansen úr vágum,
og klaksvíkingurin, Bogi Isaksen,
hittust longu í 1/16 finaluni. Her
vann Bogi Isaksen tættan og spenn
andi dyst 3-2. Eftirfylgjandi tapti
Bogi Isaksen í 1/8 finaluni móti Hera
Kallsoy, meðan Hans Eivind Olsen
tapti fyri Jan McIntosh. Longu í 1/8
finaluni vóru longu tveir av topp
fimm í styrkismetingini útslidnir.
Remy rakti dagin
Í fjórðingsfinaluni brustu tveir av
favorittunum saman, Uni Árting
(HDF) og Remy Gaardlykke (D16).
FM favoritturin, Remy Gardlykke,
hevði spælt sera væl allan dagin.
Hann helt fram at spæla á høgum
stigi, og vann ein greiðan 4-1 sigur
á Una Árting.
Jan McIntosh (HDF) vísti eisini
styrki í fjórðingsfinaluni við settum
á 15, 16 og 17 pílar. Martin Heldar
skarð (KDF) og Jan Erik Fjallstein
(VDF) vunnu báðir 4-3 í hvør sínari
fjórðingsfinalu og so vóru hálv
finalurnar mannaðar.
Martin óvæntað í
hálvfinaluni
Mest óvæntaði maðurin í hálv
finalunum var Martin Heldarskarð.
Hann skuldi royna seg móti Remy
Gardlykke. Martin Heldarskarð
legði hart út við at vinna fyrsta
settið og hevði eisini møguleikan at
leggja seg á odda 2-0, men tók ikki
av. Eftir hetta hevði FM favoritturin
tamarhald á dystinum og vann 4-1,
hóast avbjóðarin fylgdi væl við í
teimum flestu settunum.
Í hinari hálvfinaluni hittust Jan
McIntosh og Jan Erik Fjallstein. Jan
McIntosh var greiður favorittur og
vann eisini fyrsta sett, men Jan Erik
Fjallstein javnaði til 1-1. Eftir hetta
var Jan McIntoshn, sum er styrkis
mettur sum nummar tvey til kapp
ingina, tó klárt tann betri og vann
4-1.
Finalan var sostatt millum teir
báðar hægst styrkismettu spælar
arnar, Remy Gaardlykke og Jan
McIntosh. Tveir góðir spælarar í
eini góðari finalu. Tað stóð javnt
1-1, eftir tvey sett. Síðani setti Remy
Gardlykke trumf á og vann 5-1. Hesi
fýra settini var hann stórspælandi
og vann finaluna uppiborið. Remy
Gardlykke er enn eina ferð FM
vinnari í dart.
Jan og Petur spæla
best saman
Til tvímansleikin høvdu 29 pør
meldað til. Tey átta styrkismettu
pørini megnaðu nærum øll at spæla
seg fram til fjórðingsfinalurnar. Í
fjórðingsfinaluni fullu silvurvinn
ararnir frá 2017, Bogi Isaksen &
Kristian Joensen (KDF).
Í fyrru hálvfinaluni spældu
Remy Gaardlykke & Petur Thomsen
(D16) móti Hans Eivind Olsen &
Hera Kallsoy (Team Sandoy). Her
var greiður munur á pørunum, so
Remy Gardlykke & Petur Thomsen
vunnu 4-0.
Í seinnu hálvfinaluni spældu
Jan McIntosh & Uni Árting (HDF)
móti Ólavi Ellingsgaard & Esmar
Mikkelsen (Pílar & skot). Hesin
dysturin var heldur javnari, men til
endan vunnu Jan McIntosh & Uni
Árting 4-2.
Finalan gjørdist sostatt ein
endurtøka av hálvfinaluni í 2017, tá
Jan McIntosh & Uni Árting gjørd
ust føroyameistarar. Hesaferð meg
naðu Remy Gardlykke og Pætur
Thomsen at fylgja við til 2-2, men
so gekk ikki meir. Jan McIntosh
& Uni Árting vunnu finaluna 5-2
og endurvunnu harvið føroya
meistaraheitið.
Einmansleikur kvinnur
Í einmansleiki hjá kvinnum, høvdu
átta tær bestu tryggjað sær at
gongd til FM-endaspælið.
Lýdia á Smið (Kaldbak) hevur
alt kappingarárið skarað framúr
og tey flestu roknaðu við, at hon
fór at vinna FM.
Í bólkaspælinum hjá kvinnum
vann Elisabeth Nicolajsen (Team
Sandoy) á Lýdiu á Smið. Tí bleiv
nakað av spenningi í. Elisabeth
Nicolajsen mundi tó snávað í
fjórðingsfinaluni móti Gunnbjørg
Dam (VDF), men vann til endan
3-2 og vann síðan hálvfinaluna 3-0
móti Joan Edvør Thomasen (VDF).
Lýdia á Smið vann greitt sína fjórð
ingsfinalu, men fekk harða mót
støðu í hálvfinaluni frá Anniku
Joensen (Team Sandoy). Lýdia á
Smið megnaði tó at vinna 3-2, og
so skuldu Lýdia og Elisabeth aftur
hittast í finaluni.
Elisabeth Nicolajsen vann eisini
fyrsta settið í finaluni, men so
raknaði Lýdia á Smið við, og vann
finaluna 4-1 og gjørdist harvið
føroyameistari.
FM í dart:
REMY
AFTUR
BESTUR
Remy Gardlykke er aftur besti dartspælarin
í Føroyum. Tann nú 40 ára gamli lands
liðsspælarin vann FM finaluumfarið,
sum var í Fuglafirði um vikuskiftið
Kvinnur fv: Annika Joensen, Elisabeth Nicolajsen,
Lýdia á Smið og Joan Edvør Thomasen
Menn fv: Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke,
Jan McIntosh og Martin Heldarskarð
Tvímansleikur fv: Jan McIntosh og Uni Árting