Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 44 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Teitur Joensen, leikari fyri KÍF og hondbóltsviðmerkjari, metur VÍF vera greiðan favoritt í kvinnu­ finalunum. Tær hava uttan iva verið tað mest støðuga liðið í ár, og tær hava nógv vápn. Serliga tekur Teitur fram sterku verjuna, ið hevur lagt grundarlag undir at VÍF hava fing­ið bestu úrslitini av øllum í ár. Kyndil hevur vunnið onkran ein­stakan dyst á VÍF, men VÍF hevur yvir­ høvur verið sterkari í ár, eins og vit sóu í steypafinaluni, har VÍF vann tryggan sigur á Kyndli. Í álopinum hevur VÍF so mikið góð­ar skjúttar at tær kunnu skjóta upp um eina flata verju, og Kyndil noyð­ist at trýsta skjúttarnar uppi á vølli­num. “VÍF hevur yvirhøvur fleiri vápn enn Kyndil og fleiri streingir at spæla uppá, og tað vænti eg verður av­gerandi” sigur Teitur. VÍF hevur tó eitt minni vápn, eftir at liðið fekk tey tungu boð, at Mari­anna Holm Jacobsen hevur fing­ið álvarsligan skaða og verður ikki við í finalunum. Men VÍF liðið hevur fyrr víst at tað megnar at spæla uttan Marionnu. Men hetta eru finalur og í final­ um kann alt henda vísir Teitur á. Men skal Kyndil hava nakran møgu­leika, so krevur tað at allir leikar­ar spæla upp til sítt besta. Ser­liga lyklaleikararnir Turið Arge og Marianna Eystberg, umframt mál­verjarnir, skulu bera liðið um tað skal eydnast teimum. Møguleikin hjá Kyndli gerst eisini størri um tær megna at leypa hvøkk á vestmenningar, men tað er trupult at síggja hvussu hetta skal gerast. Tað verður neyvan við sjey móti seks í álopinum, tí at hetta vápnið er best móti høgum verj­ um, og flata VÍF-verjan er so mikið sterk. Kyndilsvenjarin hevur eina stóra avbjóðing at finna loysnir í bæði álopi og verju, men Kyndil hevur staðið í nógvum finalum sein­astu árini, og hevur avgjørt ein fyri­mum av tí lærdómi tað gevur, fram um VÍF, so spennandi verður at síggja hvussu Kyndlaliðið fer at spæla. Liljan Djurhuus: Vit skulu spæla okkara spæl Liljan Djurhus úr VÍF metir tó ikki liðið hjá sær at vera so stórur favorittur. Hon vísir á at tær hava bæði vunnið og tapt dystir móti Kyndli í ár, og í finaluni ræður um at raka dagin. Tað er torført at meta um hvussu dystargongdin verður áðr­enn mikukvøldið. Í VÍF eru leikarnir greiðir um at spælið hevur verið avbera gott í ár, og hóast liðið altíð hyggur eftir um broyt­ingar krevjast og spælið skal tillagast, so skal liðið halda fram við at spæla sítt egna spæl, ið hevur borið liðið so langt í ár. Avgerandi verður at verja væl frá byrjan. Tað er týdningarmesti part­ur av spælinum hjá VÍF. Tá verj­an koyrir væl, so smittar tað av á álopið eisini, vísir Liljan á og greiðir frá, at skal tað eydnast teim­ um væl í finalunum, so krevst at liðið vísir góðan vilja, bæði í verju og álopi, at liðið ger so fá mistøk sum gjørligt og finnur sítt góða spæl fram, ið hevur borið VÍF so langt í ár. Liljan og VÍF hava verið tryggj­ að­ar at enda í finaluni í longri tíð, men hetta hevur ikki havt nakra ávirk­an á hvussu liðið er fyri til finalur­nar, heldur Liljan. Hon vísir á at liðið hevur vant eins væl og tað plagar, og tær hava sett sær innan­ hýsis mál at stremba móti fyri at halda fokus. Liðið er á røttum stað, og hóast Mari­anna fekk skaða undan finalun­um, so vónar Liljan ikki at hetta fer at vera avgerandi fyri finalur­nar. Hóast hesi tungu skaðaboð, so held­ur hópurin hugin uppi og lagið er gott. Nervar eru ikki farnir at gera um seg enn, men tað er ymiskt hvussu teir koma fram undan final­ um, sigur Liljan. “Vit eru spentar” staðfestir Liljan at enda. Turið Arge Samuelsen: Vit kunnu koppa VÍF “Tað er nóg mikið at tapa eina finalu” sigur Turið Arge Samuelsen úr Kyndli, og greiðir frá at tað var eitt heldur vánaligt liðavrik í steypa­ finaluni, ið Kyndil tapti greitt. Heldur ikki hevur eydnast hjá liðnum at spæla upp til sítt besta í dystunum móti VÍF í grund­spæli­num, men so er heppið at liðið fær enn ein møgu­leika at próg­va seg í final­ un­um, heldur Turið og slær fast at tær ætla ikki at halda seg aftur. Liðið hevur ar­ beitt við summum broyt­ingum til tess at forð­að fyri somu støðu sum í steypafinaluni, men Tur­ið vil ikki avdúka nakað áðr­enn final­ur­nar. Taktiskar broytingar er eitt, men tað mest avgerandi verður hvussu verjurnar standa og hvussu hug­burðurin hjá leikarunum er á finalu­døgunum, sigur Turið. Hon vísir á at bæði liðini hava góðar skjúttar, umframt kvikar fintu­sterkar leikarar og nógva ferð í álopinum. So avbjóðingin hjá báð­um liðum er at fáa verjuna at standa væl. Yvirhøvur er Turið samd við Teiti í at liðið skal raka dagin. “Tað verður altavgerandi”, sigur hon av­ gjørd. Og líkindini fyri at Kyndil fer at raka dagarnar í finalunum eru góð, heldur Turið, ið vísir á at liðið hevur vant væl alt árið fyri at vera í toppformi í hesi vikuni. Kyndil skal royna at brúka tær roynd­ir, tær hava fingið í mongu finalun­um seinasta árið. Turið vísir á at liðið dugir væl at vera í hesi støðu, og megnar tí væl at halda fokus og verða jarðbundnar. Tó so hevur VÍF eisini sera royndar leikar­ar, og hóast tær ikki hava spælt eins nógvar finalur, so munar tað eisini hjá teimum, sambært Turið. Nú gleða leikararnir seg bert eftir at sleppa at spæla finalurnar. Lag­ið er gott í hópinum, tær hava ong­ar skaðar at dragast við og tær eru til reiðar at njóta sjálva upp­ liv­ingina, ið tað er at standa í eini finalu. Upptakt: FM-finalurnar í hondbólti VÍF ER GREIÐUR FAVORITTUR HONDBÓLTUR