týsdagur 17. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 44
Sjúrður Hildarson Hoydal
Teitur Joensen heldur at liðini
standa so at siga á púra jøvnum í
mansfinalunum.
Har eru tó summir smálutir, ið
kunnu vísa seg at vera avgerandi,
og her er Neistin eitt vet betri fyri.
Hetta ger at Neistin kanska er ein
evarska lítil favorittur.
Fyrst og fremst tað, at H71-hóp
urin stríðist við skaðar kann fáa
avgerandi týdning. Fleiri leikar
ir, eitt nú Jens á Skipagøtu, Sig
mundur Dahl og Rúni Vest Høj
gaard hava stríðst við skaðar
seinastu vikurnar, men tað tykist
sum tað fer at eydnast teimum at
fáa spælt finalurnar.
Hetta fer neyvan at eydnast hjá
Pæturi Thomsen, og tað er púra
vist at Hilmar Leon Jakobsen ikki
fær spælt.
Júst tað at Hilmar Leon ikki
verður við, er ein stórur missur hjá
H71, heldur Teitur.
H71 hevur leikarar, ið kunnu
koma inn fyri Hilmar Leon og eisini
gera tað væl, men hann er ein leik
ari sum hevur x-faktor, sigur Teitur
og staðfestir at tað er ein risastórur
missur at hann ikki er við.
Neistin hinvegin, hevur so at
siga allar mans tøkar. Tað er bert
Teis Horn Rasmussen, ið er skadd
ur. Hóast Teis hevði givið Neistalið
num ein stóran styrk, so hevur liðið
spælt uttan hann í øllum kapp
ingarárinum, og teir hava prógva
at teir megna at vinna uttan hann,
greiðir Teitur frá.
Meðan H71 hava mist ein
x-faktor, hevur Neistin júst ein
slíkan, ið lættliga kann gerast
avgerandi fyri finalurnar. Her sipar
Teitur til málverjan Nicholas Satch
well, ið hevur verið ein hin besti
leikarin í deildini í ár. Hann hevur
nakrar eginleikar, ið ger at hann
kann lyfta liðið tá tað er í trupul
leikum. Hóast málverjarnir hjá
H71 eisini kunnu hugsast at gerast
avgerandi, so eru teir eitt sindur
meira óstøðugir enn Nicholas í
Neistamálinum, og dysturin millum
málverjarnar verður áhugaverdur
at fylgja við í.
Tað verður dysturin millum teir
báðar høgru bakkarnar eisini. Ras
mus Søby hjá Neistanum og Peter
Krogh hjá H71. Teir eru báðir sera
avgerandi í bæði verju og álopið,
og í dystunum millum Neistan og
H71 í ár, hava júst hesir báðir fleiri
ferðir vera tungan á vágskálini, tá
avgerðirnar skuldi fella.
Yvirhøvur
hava
allir
hesir
dystir verið sera javnir. Í grund
spælinum hava liðini spælt tveir
javnleikir og vunnið ein dyst í part.
Í steypakappingini eydnaðist tað
hoyvíkingum at basa Neistamonn
um, men tá stríddist Rasmus eisini
við skaða, og fekk ikki verið so av
gerandi sum hann annars hevur
verið.
Samanumtikið metir Teitur at
skaðarnir hjá H71 geva Neistanum
ein evarska lítlan leiklut sum
favorittar. 51 móti 49 prosentum,
um hann skal seta tøl á.
Tróndur Kragesteen:
Vit hava svongdina
Neistin legði seg tíðliga í kapp
ingarárinum á odda, men mistu
fremsta plássið til H71 seinastu
vkurnar. Tað er tó ikki vandi fyri at
liðið hevur toppað ov tíðliga, heldur
Tróndur Kragesteen úr Neistanum.
Hann vísir á, at eitt lið røkkur fleiri
tindum í einum kappingarárið, og
í finalunum vil Neistin røkka enn
einum slíkum.
Hóast Tróndur metir H71 at vera
favorittur, orsakað av royndunum,
ið liðið hevur við at standa í final
um, so trýr Tróndur fult og fast á,
at tað fer at bera til at koppa dystin
til fyrimuns fyri Neistan. Tað
verður avgerandi fyri at hetta skal
bera til, at Neistamenn halda seg til
sínar avtalur og fáa spælt sítt spæl.
Eisini er umráðandi at steðga
tungu skjótálopsbylgjunum hjá
hoyvíkingum. Tað hevur givið
Neistanum trupulleikar í undan
farnu dystunum millum liðini. Hjá
Neistanum er tí umráðandi at av
marka villurnar í álopinum.
Hvussu hetta eydnast og ikki,
so væntar Tróndur avbera tættar
finalur, og vísir á at av teimum seks
dystinum millum liðini í ár, so var
bert ein, ið ikki gjørdist tættur.
Hetta er fyrsta FM-finala hjá
Tróndi í átta ár, eftir at hann hevur
verið uttanlands og nomið sær út
búgving. Tað hava verið tung ár
hjá Neistanum seinastu árini, og
Tróndur er sera fegin um at vera
komin heim til ein so evnaríkan
hóp.
Hetta er ein hópur, ið er svangur
eftir at vinna, serliga eftir at tað
ikki gekk móti hoyvíkingum í
steypakappingini, sigur Tróndur.
Tróndur
og
hinir
Neista
menninir gleða seg at skula spæla
finalu fyri fyrstu ferð í mong ár.
Undantikið Teis, eru allir mans
tøkir, og lagið er sera gott í hópi
num, ið vónar at øll við bláum
hjarta koma í høllina at stuðla
teimum.
Rúni Vest Højgaard: Vit
skulu hava rætta hugburðin
H71 liðið stendur fyri fjórðu ferð
á rað í eini FM-finalu, men hetta
ger ikki hoyvíkingar til favorittar,
heldur Rúni Vest Højgaard úr H71.
Hann vísir á at Neistamenn eisini
hava royndir á sínum liði, og nevnir
Rasmus Søby, ið hevur royndir
úr Danmark, umframt at eitt nú
Tróndur Kragesteen og Carl Herup
Olsen hava staðið í mongum final
um fyrr.
Hóast liðið hjá H71 hevur staðið
seg avbera væl seinastu árini, so er
ikki vandi fyri at teir eru mettir,
sigur Rúni og greiðir frá at liðið
eisini hevur fingið fleiri ungar
leikarar inn á liðið í ár, ið eru serliga
svangir eftir at vinna.
Árið hjá H71 hevur tó ikki verið
lýtaleyst, og liðið hevur fingið
nakrar avsmurningar. Ikki minst
móti Kyndli, bæði í landskappingi
og steypafinaluni.
Rúni vónar tó at hesin parturin
av kappingarárinum er lagdur
afturum teir, og sigur at hann
kennir tað sum liðið er til reiðar at
spæla finalu, og vónar ikki at liðið
kemur við sama hugburði sum í
teimum dystunum har einki rigg
aði.
Heldur væntar Rúni at dystirnir
vera tættir, eins og flest allir dystir
nir móti Neistanum hava verið, og
hann vísir á at tað er umráðandi at
raka rætta spenningsstøði fyri at
koppa dystinum til sín.
Tað verður umráðandi fyri
H71, at teir leikarar, ið dragast við
snuddir og skaðar, verða til reiðar
at spæla upp til sítt besta, og at
liðið kemur í røttu sálarstøðuna,
sigur Rúni og greiðir frá at liðið ov
ofta hevur havt trupulleikar við
hugburðinum í ár.
Yvirhøvur er hópurin spentur
at spæla enn eina finalu og lagið
er gott undan dystunum. “Vit vilja
hava hatta steypið aftur til Hoy
víkar” slær Rúni fast at enda.
HONDBÓLTUR
Skráin fyri finalurnar:
FYRRI FINALUDAGUR MIKUDAGIN 18. APRÍL
Kyndil – VÍF kl 18:00 í høllini á Hálsi
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus
Neistin – H71 kl 20:00 í høllini á Hálsi
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
SEINNI FINALUDAGUR LEYGARDAGIN 21. APRÍL
VÍF – Kyndil kl 16:00 í høllini í Vestmanna
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík
H71 – Neistin kl 19:00 í Hoyvíkshølini
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen
MØGULIGAR TRIÐJU FINALUR VERÐA LEIKTAR SUNNUDAGIN 22. APRÍL
VÍF - Kyndil kl 16:00 í Vestmanna
H71 - Neistin kl: 19:00 í Hoyvík
DAGSFORMURIN
VERÐUR AVGERANDI