Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brian Smedemark nýggjur stjóri í Trygd Seinnapartin fríggjadagin 6. apríl varð skipað fyri al­ mennari móttøku í sam­ band við stjóraskifti í P/F Trygd. Janus Thomsen, sum sein­astu árini hevur verið stjóri í felagnum, er nú avloystur av Briani Smede­mark. Nýggi maðurin í stjóra­ stólinum er 37 ára gamal. Brian Smedemark er útbúgvin búskap­ar­frøð­ ing­ur og hevur eitt nú starv­ast sum fíggjarstjóri í Føroya Tele (2013-2016) og sum marknaðarstjóri í Tele-Post í Grønlandi (2016-2017). vilmund@sosialurin.fo Jeanette á Argjaboða leiðir nú Trygdargrunnin Hin 28. mars var seinasti arbeiðsdagur hjá Hanna Thomsen, deidarleiðara á Trygdargrunninum. Í fjør summar gjørdist hann 67 ára gamal og hevur sjálv­ ur ynskt at gevast. Hanni Thomsen byrj­ aði sum skrivstovumaður á Lønjavningargrunni Skips­fiskimanna hin 15. juli í 1975. Samstundis, sum Hanni Thomsen nú hevur takkað fyri seg, er nýggjur deild­arleiðari settur á Trygd­argrunninum. Nýggjur deildarleiðari á grunninum er Jeanette á Argjaboða. Hon er 38 ára gomul og útbúgvin cand.it. Hon hevur síðan august 2013 starvast á Trygdargrunninum sum verkætlanarsamskipari. vilmund@sosialurin.fo Heidi Durhuus í starv hjá Fjølrit Fjølrit, sum er ein upphavs­rættindi­ felagsskapur, hevur frá 1. apríl í ár sett Heidi Durhuus í starv sum umsitara og KT-mennara Vilmund Jacobsen Heidi Durhuus er 40 ára gom­ul, ættað úr Hoyvík og er útbúgvin sum cand.it í talgiltari sniðgeving og sam­ skifti, umframt at hon hevur bachelorprógv í KT-menning. Heidi Durhuus hevur ar­ beitt sum KT-mennari, bæði í Noregi og Danmark, eitt nú hjá Statens Serum Institut í Keypmannahavn. Arbeiðsuppgávurnar hjá Fjøl­rit verða nógvar og fjøl­ broyttar. Eitt nú skal hon menna skipanina, sum skal til fyri at kunna skráseta listafólk, nýtslu av teirra verkum og avrokning av viðurløgum. Tað verður sostatt Heidi Durhuus, sum verður bindi­ liðið millum kundarnar hjá Fjølrit, eitt nú skúlar, komm­ unur og stovnar, sum brúka verk, ið eru vard av upp­havs­ rætti - og lista­fólk­ini, sum eiga verkini, ið verða brúkt.   Fjølrit í 30 ár Starvið sum umsitari og KT-­ mennari hjá Fjølrit er ný­ stovnað, og er hetta fyrstu ferð, at Fjølrit hevur sett fólk í starv. Hóast Fjølrit hevur meira enn 30 ár á baki, hevur felags­skapurin higartil verið rikin sum ein grunnur, har ein nevnd við jøvnum mill­ um­bil­um kom saman at við­ gera innkomar umsóknir um stuðul. - Inntøkurnar hjá upp­ havs­rættinda­felags­skap­in­ um vóru grund­aðar á ein so­ kall­aðan “vernd­ar­sátt­mála”, sum var ein avtala millum Fjøl­rit og Føroya Landsstýri. Fjølrit vísir á, at sambært hesi avtalu skuldu listafólk hava endurgjald fyri til­far, sum varð avritað og brúkt í undirvísing heldur enn, at eitt nú skúlar, komm­unur og stovnar keypa upp­runa­tilfar, ið rithøv­undar, mynd­lista­ fólk og onnur annars kundu fingið inntøku av. Meira umsiting Tá málsøkið upphavsrættur varð yvirtikið sum føroyskt málsøki í januar 2010, varð farið undir at smíða føroyska lóg. Galdandi lóggáva, sum kom í gildi 30. apríl 2015, hevði við sær, at Fjølrit ikki longur bara kundi rekast sum ein grunn­ur. Upphavs­rætt­ar­ lóg­in ásetir, at viðurlag, sum felagsskapurin krevur inn, so vitt møguligt skal av­roknast til viðkomandi upp­havs­ mann. - Broytta lógar­grundar­ lagið hevur við sær nógv størri krøv til umsitingina av viðurløgum. Tí ber tað ikki longur til at reka Fjøl­ rit einans við eini trí­manna­ stjórn, men neyðugt er at seta eitt fólk í starv at ar­ beiða fulla tíð burtur av við hes­um, verður lagt aftrat. STARVSMARKNAÐUR Bárður Mikkelsen í starv hjá Atlantic Hin 1. mars í ár byrjaði Bárður Mikkelsen í starvi hjá Atlantic Airways sum miðlagrafikari. Bárður Mikkelsen hevur drúgvar royndir sum grafikari, og hann kemur úr einum starvi á Sendistovuni í Tórshavn. Í starvinum hjá Atlantic Airways kemur Bárður Mikkelsen at seta síni fingramerki á allan samleikan hjá føroyska flogfelagnum. Heidi Durhuus, sum nú starvast hjá Fjølrit, hevur eitt nú arbeitt sum KT-mennari, bæði í Noregi og Danmark ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku autovinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í autovinnuni vitjar tú m.a. persónbila- og lastbilaverkstaðir, plátusmiðir / autolakkerarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mikudagin 23. mai og hósdagin 24. mai 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 17. mai 2018 Starvssetan: Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk