Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43 Tveir sosialráðgevara til Viðskiftadepilin – Børn og ung ALMANNAVERKIÐ X X 20.04.18 6 starvsfólk til sambýlir og Frítíðartoymið í Klaksvík. ALMANNAVERKIÐ X X 23.04.18 Reingerðarfólk til Sambýlið á Eirargarði 16 A/B, Tórshavn ALMANNAVERKIÐ X X 23.04.18 Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari at arbeiða sum náttarstuðul í Norðoyggjum ALMANNAVERKIÐ X X 24.04.18 Í Suðuroynni er eitt leyst starv á Sambýlinum á Bárðarfløtti ALMANNAVERKIÐ X X 24.04.18 Køkshjálp til kantinuna í Almannaverkinum í Tórshavn – tíðaravmarkað ALMANNAVERKIÐ X X 27.04.18 Føðideildin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðiligum varaleiðara LANDSSJÚKRAHÚSIÐ X X 27.04.18 1. meistari til Teistan STRANDFARASKIP LANDSINS X X 27.04.18 Maskinmeistari við elektrikaraútbúgving ella skipselektrikari STRANDFARASKIP LANDSINS X X 27.04.18 Tíðaravmarkað starv sum 2. meistari til Smyril STRANDFARASKIP LANDSINS X X 27.04.18 Tíðaravmarkað starv sum 3. meistari til Smyril STRANDFARASKIP LANDSINS X X 27.04.18 Sjúkrarøktarfrøðingur til P40 LANDSSJÚKRAHÚSIÐ X X 30.04.18 Articon 10 lærlingar ARTICON X X 01.05.18 Introstilling i Intern Medicin LANDSSJÚKRAHÚSIÐ X X 12.06.18 Um Starvsmarknaðin: Starvsmarknaðurin er nýtt átak í Mikudags-Sosialinum. Talan er um fleiri samanhangandi síður í blaðnum við starvslýsingum, og eisini er ein teigur við starvslýsingum, har tær eru listaðar alt eftir, nær umsóknarfreistin er. Mikudags-Sosialurin verður prentaður í gott og væl 19.000 eintøkum og borin út til øll húsarhald í Føroyum, so við eini starvslýsing í Starvsmarknaðinum kemur tú út í hvørt heim í landinum. Hevur tú áhuga í at lýsa í Starvsmarknaðinum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Bartal í Gongini søluráðgeva Tlf. 270600 bartal@sosialurin.fo STARVSMARKNAÐUR STØRV Seinasta freist Advokatvirkið J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo heimasíða www.advokatvirkid.fo - ogn.fo Hevur tú visjónir, hug og hegni at leiða og stýra Heilbrigdinum? Viðgerðarheimið Heilbrigdið á Velbastað søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum fyristøðufólki at leiða, menna og standa fyri dagliga arbeiðinum í heiminum. Fyristøðufólkið hevur dagligu leiðsluna av Heilbrigdinum við tilvísing til stýrið, sum skal tryggja eina dygdargóða fyrisiting av heiminum. Høvuðsuppgávan hjá fyristøðufólkinum verður at hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av øllum fyrisitingarligum uppgávum, yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og tryggja at heimið virkar optimalt eftir endamálsorðingini. Fyristøðufólkið fyri Heilbrigdi skal: • tryggja at virksemi í heiminum er á einum høgum faklium støði, og at játtanin verður nýtt á fullgóðan hátt • skipa mannagongdir í heiminum, ið tryggja eitt høgt fakligt støðið • fyrisita avvarðandi lógir og kunngerðir á økinum • hava ábyrgdina av skynsamari fíggjarligari stýring og eftirliti innan ábyrgdarøki • hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, umframt rakstrar- og menningaruppgávunum • tryggja ein góðan starvsfólka- og menningarpolitikk • vera áhugað í at samstarva við onnur viðgerðartilboð í t.d. okkara grannalondum • skapa virðing fyri heiminum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólkið • tryggja at stravsfólkini hava góðar og viðkomandi førleikar innan neyðugu økini • vera framtakshugað, síggja møguleikar heldur enn forðingar, duga at finna loysnir og lata grundreglurnar hjá AA ganga fram um tað persónliga. Førleikar: Vit vænta at umsøkjarin: • hevur viðkomandi leiðslu og fyristingarligar royndir • hevur innlit í virksemi og stýring á misnýtslu økinum • hevur skil fyri fíggjarstýring og góðar fyrisitingarligar førleikar • hevur vitan um treytir og reglur innan almennu fyrisitingina • hevur hug og hegni at leiða, er sjónlig/ur í leiðarastarvinum og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við einum hugburði um álit heldur enn eftirlit • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir • hevur royndir og førleikar við undirvísing og viðgerð innan misnýtslu Vit bjóða: Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið á einum høgum fakligum støði, og góðar møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning. Løn og aðrar setanartreytir vera ásettar eftir nærri avtalu. Starvið verður lýst til setanar frá 1. mai 2018 ella skjótast møguligt eftir tað. Umsókn verður at senda til: Advokatvirkið Skansavegur 1 FO-100 Tórshavn Att.: Hans Trygvi Teirin ella til teldupost: teirin@ advokatvirkid.fo Umsóknin skal verða Hans Trygva Teirin í hendi seinast 26. apríl 2018 kl. 16:00 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Árna Rein á telefon 218017 FYRISTØÐUFÓLK TIL HEILBRIGDI Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað Viðgerðarheimið á Velbastað hevur til endamáls at virka sum viðgerðarstaður fyri misnýtarar av rúsdrekka. o.ø. Heilbrigdið hevur 14 viðgerðarpláss. Viðgerðarheimið Heilbrigdi er sjálvsognarstovnur.1