hósdagur 19. apríl 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
6
BARBARA HOLM
”Einaferð stillaði eg upp til
løgtingsval. Nú havi eg sitið í
Løgtinginum í tveimum umgan
gum – og eg havi elskað tað arbeið
ið. Men tað kom nógv annað við,
sum ikki bara var stuttligt og slett
ikki okey. Og nú vil eg bara siga
frá. Tað vóru nógv fólk, sum einki
annað endáaml høvdu enn at vera
eitt reyvarhol. Ja, eg bleiv bæði
skumpað og sligin av dreingjum.
Løgið og óveruligt – og tað rakti
meg faktiskt. Eg hevði veruliga
ynskt, at tey (helst dreingirnir)
sóu hetta uppslagið, tí eg kláraði
ikki at siga teimum TÁ, at tað ikki
var okey. Tú skalt ongantíð tola alt,
heldur ikki um tú hevur sagt tína
meining. Liðugt”
Soleiðis stóð at lesa á Instagram
síðuni hjá 21 ára gomlu Kristinu
Clementsen fyrr í vikuni. Kristina
Clementsen er næsta varafólkið
hjá Tjóðveldi á tingi. Við valið í
2015 stillaði hon upp, og fekk so
fitt av atkvøðum, at hon nú telist
millum teirra, sum onkuntíð skulu
inn at umboða flokkin. Men við tí
er greitt, at tað komu óvæntaðar
hendingar, har politikkurin rakti út
í gerandislívið hjá ungu kvinnuni.
- Eg upplivi vanligt slíkt, beint
eftir at eg havi verið í miðlunum
ella á annan hátt havi sagt mína
hugsan, sigur Kristina Clementsen,
tá ið Sosialurin spyr inn til, hvat
hon hevur upplivað, sum hon
greiðir frá á Instagram.
Skumpað og sparkað
Kristina Clementsen býr í Dan
mark og lesur á CBS í Keypmanna
havn. Hon tekur nú eina bachelor
í vinnulívsbúskapi og verk
ætlanarleiðslu. Nú hon er komin
burturfrá meldrinum í Føroyum
og hevur fingið stundir at hugsa
um hendan spurningin um ágang,
er hon komin fram til eina niður
støðu.
- Eg haldi ikki man skal góðtaka
alt. Tú fært at vita, tá ið tú stillar
upp, at tú skalt vænta mótspæl. Og
tað er frálíkt. Eg haldi eisini politik
arar skulu tola meira enn onnur.
Men eg haldi tað er eitt mark
onkustaðni. Og tað markið er, tá ið
fólk beinleiðis fremja ágang ímóti
einum. Tað haldi eg ikki, at nakar
skal væntast at góðtaka og tí sigi
eg frá, sigur Kristina Clementsen,
sum kortini viðgongur, at hon
dugdi ikki nóg væl at siga frá í
støðuni.
Eftir at Kristina Clementsen
fyrstu ferð tók sætið á tingi stutt
fyri jól í 2015, upplivdi hon hendan
ágangin fyrstu ferð.
- Eg var í býnum eitt kvøldið, tá
ið ein maður brádliga við báðum
ørmum skumpaði meg harðliga.
So segði hann okkurt tápuligt, gekk
inn í meg, og fór so avstað. Sjálv
andi bleiv eg kløkk av tí, sigur Kris
tina Clementsen.
Hesin sami persónurin var
ágangandi móti Kristinu Clement
sen fleiri ferðir, og til síðst kendist
tað mest sum, at hon varð forfylgd
av manninum. Men hesin maðurin
er ikki eitt eindømi.
- Eg havi eisini fleiri ferðir upp
livað, at fólk antin eru fysiskt
áleypandi ella persónliga áleyp
andi. Tá tey til dømis siga ymiskt
óhóskandi, sum snýr seg um mín
persón, sigur Kristina Clementsen.
Uppringd eftir kjak
Eina aðru ferð, tá ið Kristina
Clementsen upplivdi nógvan
ágang var, tá hon luttók í kjaki í
sjónvarpinum hjá Kringvarpinum
um flóttafólk.
- Tá fekk eg nógvar vemmiligar
viðmerkingar. Ein ringdi til mín og
spurdi, um eg veruliga vildi hava
hasi fólkini til Føroya at neyðtaka
meg, sigur Kristina Clementsen og
kann ikki lata vera við at trekkja
upp á smílibondini og siga.
- Tað er jú høpisleyst, sjálvandi
vil eg ikki tað. Men hvat svarar man
uppá slíkt, spyr hon.
- Tú kanst ikki verja teg ímóti tí.
Tí felags fyri hesi fólkini er, at tey
vilja ikki kjakast um nakað ítøki
ligt. Tey ynskja ikki at hoyra, hvat
eg haldi um eitt evni ella siga, hvat
tey halda. Onkuntíð eru tað við
merkingar um, hvussu ung eg eri
og um Tjóðveldi sum heild. Tað toli
eg væl. Men tá tað blívur persónligt
og endamálið ikki er at kjakast
um nakað og bara spilla meg út,
so er tað eingin meining í tí, sigur
Kristina Clementsen.
Má siga frá
Hesin ágangur, sum Kristina
Clementsen vil rópa varskó um,
hendir sum oftast, tá ið hon er úti
í býarlívinum. Tað eru sum oftast
javnaldrar, fólk millum 20 og 30 ár,
POLITIKKUR
EG GÓÐTAKI
IKKI SLÍKAN
ÁGANG
- Eg haldi tað er mín skylda at siga frá, so at
persónarnir, sum fremja ágang á onnur, fáa
at vita, at hatta er snøgt sagt ikki í lagi, sigur
Kristina Clementsen, sum fleiri ferðir hevur
upplivað at verða skumpað, spilt út og niðurgjørd
orsaka av sínari luttøku í almenna rúminum
Kristina Clementsen: