hósdagur 19. apríl 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
7
og hon viðgongur, at tað ávirkar.
- Sjálvandi rakar tað ein. Tað er
ótrúliga óbehagiligt og nakað, sum
man ikki vil koma útí. Men eg má
tó siga, at tað ger meg ikki meira
afturhaldna politiskt. Kanska
tvørturímóti. Men orsøkin til, at
eg nú sigi frá er, at nú fleyt bikarið
yvir. Tað er upp á ongan máta í
ordan, at fólk verða viðfarin soleið
is, sigur Kristina Clementsen, sum
eisini sigur seg kenna fleiri onnur
fólk, sum verða viðfarin so.
- Tú skalt ikki bara finna teg í
øllum. Og eftir at hava hugsað um
tað, eri eg komin fram til, at tað er
umráðandi fyri, at eg sigi hart, at
eg finni meg ikki í hesum. Og hug
burðurin um, at politikarar skulu
tola meira av, skal ikki legitimisera
slíkar gerðir, sigur Kristina
Clementsen.
Víðari vísir hon á, at tað eru
eisini fleiri av viðmerkingunum,
sum koma, sum eru at meta sum
kvinnuhatskar.
- Eg upplivi eisini kvinnuhatur í
tí. Tað eru jú nógvar kvinnur, sum
uppliva, at menn taka í reyvina
í býnum ella gera annað púra
óhóskandi. Men tá eg upplivi tað,
kemur ein politiskt niðurgerandi
viðmerking við tí. Eg upplivi tað
sum, at eg verði útsett orsaka
av, at eg havi valt at stilla upp og
siga mína hugsan, sigur Kristina
Clementsen, sum heldur, at hóast
tað hevur verið trupult at siga frá í
støðunum, so er ta hennara skylda
nú at siga hart, at slíkt er ikki í lagi.
- Orsøkin til, at eg legði út á Insta
gram og at eg segði ja til samrøðu
við Sosialin er, at eg haldi eisini
man má siga, at hetta ikki er í lagi,
so at hesi fólkini, sum gera slíkt fáa
at vita, at tað er ikki teirra rættur at
uppføra seg soleiðis. Tey skulu vera
vælkomin yvir at kjakast við meg
um okkurt. Men tað skal ikki vera
útspilling av mær ella harðskapur
upp á nakran máta. Tað gongur
ikki, sigur Kristina Clementsen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Soleiðis skrivaði Kristina Clementsen á Instragram fyrr í vikuni