Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 8 DANJAL AV RANA F jórða útbjóðingarumfar at leita eftir olju í føroysku undirgrundini var herfyri, men einans eitt felag vísti áhuga, tó ikki nóg ítøkiliga til at koma við eini umsókn. Óvist er júst hví áhugin fyri føroyska økinum er so lítil í løtuni, men treytir so sum at alt skal um føroyskan bryggjukant, aðr­ar lógir og reguleringar og so lutfals­liga lági oljuprísurin, verða ofta nevnd sum ein orsøk. Johan Mortensen heldur, at tíð­ in er komin, at føroyingar taka sak­ ina í egnar hendur og sjálvur fara eftir teimum fundum, sum liggja á før­oyskum øki. - Vit hava olju og gass í føroysku undir­grundini, oljufeløgini hava gjørt fundini. Nú er tað bara ein spurn­ingur um at heinta tað upp, sigur hann. Johan Mortensen var leið­ari hjá Amerada Hess, sum fann Marjun­ feltið suður móti Het­lands­rennuni í ár 2000. Hann hevur eisini verið um­boðsmaður hjá DONG og stjóri hjá Anadarko í Føroyum. - Í Marjunfundinum er talan um eitt stað millum 200 og 300 millión­ ir tunnur. Talan er tí um eitt stórt fund, men kanska júst ov lítið til at vera vert at heinta upp sum sjálv­støðugt oljufelt, sigur Johan Morten­sen. Tí er ikki meiri gjørt við Marjunfeltið fyribils. Hava framvegis tørv á olju Skulu Føroyar tó kasta seg út í eitt olju­ævin­týr, samstundis sum vit skulu náa málunum í visjón 2030 um ikki at nýta olju til brennievni á landi? - Við teimum um­hvørvis­broyt­ ing­um, sum vit síggja í heiminum í dag, so er eingin ivi um, at vit mugu minka um nýtsluna av olju. Vit kunnu á ongan hátt verja hesa fyri­litarleysu nýtsluna av olju, sum vit gera í heiminum í dag, sigur Johan Mortensen. Hann vísir á, at áður kend oljufeløg, sum til dømis DONG, nú hava selt alla sína olju- og gassframleiðslu og leggja alla orku­na í varandi orkukeldur. - Tá tað er sagt, so verður tørvur á olju og gassi í mong harrans ár aftur­at. Tá vit nú hava olju og gass í undir­grundini, hví skulu vit so ikki gera okkum dælt av tí, spyr hann. Hann sigur tó, at tað, sum veru­ liga hevur fangað hansara áhuga er nátúr­gass. - Tá royndir vóru gjørdar um aldar­skiftið, fingu vit sera greiðar ábend­ingar um at gass var at finna í Onnu Mariu-feltinum, har suðuri. Síðani hava vit eisini fingið greiðar ábend­ingar um eitt stórt gassfelt norðanfyri, Kúlubøkuna, greiðir hann frá. Kúlubøkan, sum liggur norð­ an fyri Føroyar, verður mett at inni­halda minst 12 TCF, tað vil siga milliardir rúmføtur ella 340 milliardir rúmmetrar av nátúr­ gass. Tað er á leið sama stødd sum norska Snøhvit-feltið í Norð­havi­ num. Snøhvit er fimt størsta nátúr­ gass­feltið í norskum øki. Johan Morten­sen metir, at eitt slíkt felt er nokk til at forsýna Føroyum við orku næstu 100 árini. Tað er tó ikki staðfest, at gass er í Kúlubøkuni. Mugu sjálvi taka ábyrgd Johan Mortensen heldur, at tíðin er komin, at føroyingar sjálv­ir taka ábyrgdina av olju- og gass­fund­ unum í føroyskum øki. - Ístaðin fyri at lokka heimin higar, lat okkum gera tað sjálvi. Tað er upplagt at samla stóru feløgini og pensjónsfeløgini í Føroyum og gera eitt alment føroyskt tjóðar­ gass­felag, har landið er størsti eigarin. Landsverk kann virka sum bori­felag. Teir kunnu líka lætt bora nið­ur í dýpið sum tvørtur gjøgnum fjøll, sigur hann. Hann vísir eisini á, at føroyingar longu hava førleikarnar. - Um allan heimin sita føroyingar í leiðandi størvum í oljuheiminum. So vit hava førleikarnar til at loysa allar uppgávurnar sjálvir, sigur hann. - Eg ivist heldur ikki í, at tað hevði verið nógv lættari hjá einum tjóðar­felag at fingið partnarar. Tað er væl hugsandi at Shell, Gazprom ella kanska kinesisk feløg kundu verið áhugaði í at gjørt íløgur í eitt før­oyskt tjóðargassfelag, sigur Johan Mortensen. Nátúrgass er petroleum í gass­ formi, fyrst og fremst metan. Orkan í gassinum kann nýtast til up­p­hit­ing, brennievni og orku­ fram­leiðslu. Gassið verður tá heint­að upp úr undirgrundini og ført í rørum til eina móttøkustøð, har nátúrgassið verður kølt niður, so at tað verður flótandi, sokallað LNG, Liquid natural gas. Hann vísir á, at á Gibraltar er Shell farið undir at byggja eina slíka móttøkustøð, við síðuna av einum elorkuvirki, sum fer at kunna veita allari hálvoynni við orku framyvir. Gassið skal førast í rørum úr móttøkustøðini bein­ leiðis yvir í elorkuvirki. - Ein slík móttøkustøð kundi verið knýtt at virkinum hjá SEV inni á Sundi, sigur Johan Morten­ sen. Kann skapa nýggjar vinnur - Her í Føroyum kundi natúrgass gjørt undurverk fyri føroyska bú­ skapin. Tað hevði kollvelt handils­ javnan hjá okkum. Nátúrgass kundi veitt bíliga orku til eina rúgvu av av­leiddum vinnum, so sum hita til drív­hús til grønmetisframleiðslu, vísir Johan Mortensen á. Seinastu fimm árini hava Før­oy­ ar innflutt brennievni fyri 961.415 krónur um árið. - Eingin ivi er um, at vit eiga at flyta okkum burtur frá oljunýtslu ongan­tíð ov skjótt, men tað er van­ vid ikki at gagnnýta gassið, sum ligg­ur rundan um okkum, sigur hann. Johan Mortensen sær eisini góð­ar møguleikar fyri øðrum av­ leiddum vinnum. Hann vísir á, at Bret­land hevur í umbúna at gera stór­ar íløgur í oljufeltini Rosebank og Cambo, sum liggja beint sunnan fyri markið. - Eitt føroyskt tjóðarfelag kun­ di drigið íleggjarar til sín, og síðani keypt seg inn í feløgini og felt­ini bretsku megin markið. Við før­ oysk­um pengum í virkseminum, kundi ein dirigið meiri virksemi til Føroya, til dømis Suðuroynna, sigur hann. - Tað er heilt víst, at tá Rosebank og Cambo skulu útbyggjast, eigur Suður­oyggin beinanvegin at bjóða seg fram sum veitingarhavn, tí hon fer at liggja nærmast feltunum. Avleiðingarnar av eini føroyskari olju- og gassvinnu kundu gagnað Suður­oynni serliga væl, heldur hann. SAMRØÐA OLJUÆVINTÝRIÐ KANN GERAST EITT GASSÆVINTÝR - Vit skulu seta á stovn eitt alment føroyskt nátúrgassfelag, heldur Johan Mortensen, fyrrverandi leiðari hjá Amerada Hess í Føroyum Tá útlendingar ikki vísa landgrunninum áhugað, mugu vit sjálvi taka ábyrgd, heldur Johan Mortensen Vit skulu seta eitt alment gassfelag á stovn og lata Landsverk taka sær av boringini, sigur Johan Mortensen