hósdagur 19. apríl 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
9
T
á umsóknirnar til fjórða
útbjóðingarumfar vórðu latnar
upp í februar, var tað bara eitt
felag, sum søkti Jarðfeingi um
loyvi at leita eftir kolvetni í føroysku undir
grundini.
- Sjálvandi hevði eg vónað, at vit fingu
fleiri enn ta einu umsóknina, sigur Poul
Michelsen, landsstýrismaður. Lands
stýrismaðurin leggur tó afturat, at altjóða
oljuídnaðurin framhaldandi er í kreppu og
at leitivirksemið er tað minsta í meira enn
seksti ár.
- Tí høvdu vit hinvegin ikki væntað at
fingið nógvar umsóknir, sigur hann.
Jarðfeingi hevur tí avgjørt at skifta yvir
til eina open door skipan. Hetta merkir, at
dyrnar til føroyska landgrunnin standa
opnar, og at oljufeløg søkja um leit
ingarloyvi, tá tað passar til teirra leitingar
strategi.
Jarðfeingi sigur, at fleiri feløg hava víst
áhuga fyri føroyska økinum og hava biðið
um jarðfrøðiligar dátur, eins og nærri kunn
ing um treytirnar fyri virksemi á føroyska
landgrunninum.
- Okkurt bendir á, at feløg seinni fara
at søkja umvegis open door skipanina. Tí
fara vit nú at fyrireika tað eisini, segði Niels
Christian Nolsøe í februar.
Johan Mortensen
hevur drúgvar
royndir í føroysku
oljuvinnuni
Lítil ítøkiligur
áhugi fyri Føroyum
Hetta eru teir níggju brunnarnir, sum higartil eru boraðir á føroyska landgrunninum
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Navn: Rúni Johansen
Aldur : 43
Bústaður: Streymnes
Yrki : Verkstaðsleiðari hjá P/F Kaj
Andreasen
Hví Miðflokkurin:
- Miðflokkurin er tann einasti flokkurin,
ið beinleiðis nevnir, at kristnu virðini hava
størsta týdningin.
Politisk grundhugsjón:
Tey virðir, okkara kristna trúgv umboðar,
eru sera umráðandi at hava við, tá
politiskar avgerðir verða tiknar, t.d. hvussu
vit eru um okkara eldru. Er tað rætt, at tey,
sum hava arbeitt alt lívið, skulu revsast við
at broyta útgjaldsháttir, sum gera, at tey
gjalda meiri skatt og hava minni at yvirliva av. Ja, eg skrivaði YVIRLIVA, ein stórur
partur av okkara elstu klára at yvirliva við tí veiting, tey fáa í dag, men tey hava
ikki rættin at LIVA eins og øll onnur.
Hvat við arbeiðstrygd og avgerðum, sum verða tiknar av okkara lóggevandi
valdi? Hugsa um tær avleiðingar, sum standast av at skera av tí játtan, sum
arbeiðseftirlitið arbeiðir undir.
Hvussu við teimum, ið hava gjørt lógarbrot, og skulu í arrestina í Mjørkadali. Til
síðsta val spurdi eg pallborðið í høllini á Hálsi, svarað varð, at arbeitt varð við
málinum. Enn er einki hent, fangarnir sita enn í Mjørkadali, í ótíðarhóskandi
umstøðum. Og starvsfólkini koyra eftir Oyggjavegnum alt árið, hóast tunnilin
kom í Kaldbaksbotn, nettup tí verandi farleið ikki var brúkbar og trygg. Nú
er kriminalforsorgin ikki føroyskt øki enn, men hava vit ikki ábyrgd at okkara
borgarum bæði innanfyri og uttanfyri fangaklivarnar?
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Sitatið hesa vikuna:
Størsti friðaroyðarin í dag er skríggið frá ósekum, óføddum børnum.
Um ein móðir fær seg til at drepa barnið í sínum egna fangi, hvat
kann tá forða okkum í at drepa hvønn annan? Fyri mær eru tær tjóðir,
ið loyva fosturtøku, tær fátækastu. Tær óttast tey smáu, tær óttast
ófødda barnið. Barnið má doyggja, tí tær vilja ikki hava hetta eina
barnið afturat- ikki eitt barn afturat- og barnið má doyggja. (sagt, tá
hon tók ímóti Nobel friðarheiðurslønini í Oslo h. 10. septembur 1979).
Móðir Teresa
Vangamynd
Miðflokkurin:
nei til ognarskatt!
Nýggjasta skattahugflogið frá ráðandi flokkunum kemur frá tjóðveldisstjørnuni,
formanninum í kommunufelagnum. Í útvarpinum hjá kringvarpinum, sum tað so
fínt kallast, boðar hann frá, at nú fara teir at kanna møguleikan at seta í verk tveir
nýggjar skattir, nevndar pensiónsgjald og húsatænastugjald. Og teimum so líkt
geva tey øðrum skuldina fyri at verða komin við hugskotinum til hesi bæði gjøldini,
hesuferð búskaparráðnum
Miðflokkurin fer aldrin at stuðla ognarskatti, sum hetta jú í veruleikanum er talan
um! Ongin orsøk er at leggja fleiri skattir á føroyingin, hvørki sum ognarskatt,
pensións- ella húsatænastugjald, ognartøku av skattafríu grundarupphæddina,
ella aðrar listinlærdar skattir. Tað er ikki vaksandi talið av pensionistum, sum hótta
framtíðar føroysku vælferðina ella tað, at skattirnir eru ov lágir, men ovurhonds
ovurnýtslan okkara ættarlið heldur seg hava rætt til. At fíggja hetta marglætið
við at taka rættindi frá farandi ættarliðnum ella leggja byrðar á komandi, má ikki
henda.