Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 10 LÍVSSTILUR Í londunum rundan um okkum leita alsamt fleiri fólk eftir nýggjum ferðamálum og serligum upplivingum, tá ferðin uttanlands verður løgd til rættis. Soleiðis er ikki hjá okkum. Føroyingar velja fyrst og fremst ferðamál, sum teir kunnu flúgva beinleiðis til úr Vágum MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO F øroyingar hava frá fyrsta degi tikið av møgu­leik­an­ um at flúgva beinleiðis til ferðamál sunnanfyri. Tá Atlantsflog byrjaði at flúgva úr Vágum til Barcelona i 2013, var gravgangur eftir ferðunum suð­ur­ eftir. Áhugin er ikki minkaður hesi árini, heldur tvørturímóti. Atlantsflog hevur síðani flogið beinleiðis til skiftandi ferðamál í Suðurevropa. Umframt at flogið verður til Barcelona, ber eis­ini til at flúgva beinleiðis til onn­ur ferðamál sunnanfyri. Ferða­ætl­ an­in hjá Atlantsflogi er víðkað til eisini at fevna um Mallorca, Lissa­bon, Malta og Gran Canaria, og øll ferðamálini eru sera væl um­tókt, eru Atlantsflog og ferða­ skriv­stovurnar 62°N og Fonn Flog á einum máli um. Ferðaskrivstovurnar eru eisini samdar um, at rákið uttanlands, har fleiri og fleiri leggja stóra orku í at finna nýggj og øðrvísi ferðamál, tá uttanlandsferðin skal leggjast til rættis, er ikki komið til Føroya. – Føroyingar vilja fyrst og fremst flúgva beinleiðis til sólferðamálini hjá Atlantsflogi. Teir vilja hava ferðina lagda til rættis allan vegin, og hon skal helst minna so nógv sum møguligt um pakkaferðirnar hjá eitt nú Spies, so teir bara skulu fylgja við streyminum til gist­ing­ ar­húsið. Vit síggja als ikki hatta mynstrið, at leitað verður eftir øðr­vísi ferðamálum, sigur Bergur Thom­sen, stjóri í 62°N. Somu royndir hava tey á ferða­ skriv­stovuni Fonn Flog. – Fólk eru rættiliga vanabundin, og teimum dámar væl eina pakka­ ferð. Tey vilja fegin hava ráðgeving frá ferðaskrivstovuni, tí ein kann ikki altíð líta á tað, sum er á al­nót­ ini. Møguleikarnir eru eisini so nógv­ir, at tað kann vera torført at koma til eina niðurstøðu, sigur Sakaris Frederiksen, sum er sølu- og marknaðarstjóri hjá Fonn Flog. Beinleiðis flúgving avgerandi Bæði hjá Fonn Flog og 62°N vísa tey á, at tað hevur øgiliga nógv at siga fyri føroyingar, at tað ber til at flúgva beinleiðis til ferðamálini. – Tað er lættari og ofta kanska eis­ini bíligari, tí sloppið verður und­an at gista í Danmark, áðrenn farið verður víðari og kanska eis­ini á heim­ferðini. Tað eru bæði barna­ familj­ur og vaksin, sum vilja hava tað lættari og flúgva bein­leið­is, sig­ur sølu- og markn­að­ar­stjórin hjá Fonn Flog. Stjórin hjá 62°N er samdur og vísir á, at føroyingar meta tað sera høgt at brúka so lítla tíð sum møgu­ligt til flúgving, og at teir velja beinleiðis ferðirnar, tí tað er lætt­ari enn at flúgva umvegis onn­ ur lond. Atlantsflog hevur lagt fleiri ferða­mál sunnanfyri afturat ferða­ætlanini, síðani byrjað varð at flúgva til Barcelona í 2013, og und­irtøkan hevur verið stór hvørja ferð. – Tá flogið varð til Kreta, fóru før­oyingar á Kreta. Tá tað bleiv møguligt at flúgva beinleiðis til Lissa­bon og Malta, so fóru øll har tað árið ella árið eftir. Tey fylgja bara við, sigur sølu- og markn­að­ ar­stjórin hjá Fonn Flog og leggur afturat, at tá Fonn Flog skipaði fyri beinleiðis túri til Riga í fjør, vórðu øll 168 plássini seld eftir minni enn einum degi. – Vit skipa aftur fyri túri til Riga í næstu viku, og undirtøkan er eins góð og í fjør, sigur hann og vísir á, at tað er enn eitt dømi um, at fólk vilja hava beinleiðis túr­ ar. Tað sama ger seg galdandi við beinleiðis túrinum hjá Atl­ants­ flogi til Edinburg. Sølu- og markn­ að­arleiðarin hjá Atlants­flogi, Árni Olsen, sigur, at hetta ferðamálið er ómetaliga væl umtókt millum pør, og tá talan er um vinkutúrar og mannfólkatúrar. Barcelona ovast á listanum Hetta er sætta árið, at Atlantsflog FØROYINGAR V BEINLEIÐIS TIL Bergur Thomsen, stjóri í 62°N Sakaris Frederiksen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Fonn Flog Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi