Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 11 flýgur beinleiðis til Barcelona, og ferðamálið er framvegis sera væl umtókt. – Barcelona er kanska okkara best umtókta ferðamál, tá hugt verð­ur eftir hagtølunum, sigur Árni Olsen hjá Atlantsflogi. Hann sig­ur, at tey hava lagt seg eftir at kunna um Føroyar í Spania, og at tað hevur eydnast teimum at halda fast við rutuna, tí teyhava fingið al­samt fleiri spaniólar at flúgva til Før­oya. Fonn Flog og 62°N siga somu­ leiðis, at Barcelona tykist framvegis vera eitt sera áhugavert ferðamál hjá føroyingum. Summi fara enntá tvær ferðir um árið. Stjórin í 62°N vísir á, at gist­ing­ar­ húsini á Costa Brava leiðini eru ikki eins dýr og á eitt nú Mallorca, og at hjá summum er prísurin meira umráðandi enn ferðamálið. Halda jól á Gran Canaria Føroyingar tykjast eisini at vera sera fegnar um møguleikan at flúgva beinleiðis til Gran Canaria um veturin. Ferðamálið hevur verið so mikið væl dámt millum før­oyingar, at Atlantsflog nú hevur víðkað ferðaætlanina soleiðis, at flogið verður til Gran Canaria frá hálvum desember í ár til síðst í mars mánaði næsta ár. – Hetta verður triði veturin, at vit flúgva beinleiðis til Gran Can­ aria. Vit vistu ikki, hvussu stór­ur áhug­in fór at verða, tá vit byrj­aðu, men fólk hava tikið sera væl undir við ferðamálinum, sigur sølu- og markn­aðarleiðarin hjá Atlants­ flogi. Á ferðaskrivstovunum Fonn Flog og 62°N siga tey, at túrarnir á jólum og á nýggjárinum verða fyrst seldir. Summi halda jól og nýggj­ár á Gran Canaria, og onnur kom heim aftur til Føroya millum jóla og nýggjárs. Bergur Thomsen, stjóri í 62°N sig­ur, at summi velja at halda eini øðrvísi jól, og at onnur kanska hugsa, at tey vilja ferðast um vet­ urin heldur enn at fara av land­in­ um, tá summar er í Føroyum. Bíleggja í góðari tíð Eitt, sum er broytt nógv tey sein­ astu árini, er, at føroyingar bíleggja utt­anlandsferðina í sera góðari tíð. Tað var annars ikki óvanligt, at fólk keyptu ferðina rættiliga stutt upp­ undir fráferð, men soleiðis er ikki long­ur. – Føroyingar bíleggja ferða­seðl­ arnar eitt heilt ár framm­an­undan. Tá fólk koma heim aft­ur eftir eina utt­anlandsferð, bí­leggja tey bein­ an­vegin eina ferð aftur kom­andi ár, greiðir Sak­aris Fred­erik­sen, sølu- og markn­að­ar­stjóri hjá Fonn Flog, frá. – So skjótt sum okkurt ferða­mál kemur út, so eru tey klár bein­an­ veg­in. Og tey eru til reiðar at taka eina skjóta avgerð, sigur hann. Hann vísir á, at føroyingar vita av royndum, at skulu teir hava ein góðan prís, so er alneyðugt at bí­ leggja í góðari tíð. – Føroyingar vilja búgva væl, og skal ein tað, so er umráðandi at vera í góðari tíð, tí tað verður útselt fyrst, sigur Sakaris Frederiksen. Ferðast meira Føroyingar ferðast nógv meira í dag, enn teir hava gjørt. Og nú eru tað nógv, sum ferðast uttanlands meira enn einaferð um árið. Tær báðar ferðaskrivstovurnar vísa á, at nógvum føroyingum dám­ar væl at ferðast, og at teir eru sinnaðir at brúka pengar til ferðing. Harafturat er tað blivið bíligari at ferðast, enn tað hevur verið, og tí ferðast fólk oftari, enn tey plagdu at gera. Sølu- og marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi, Árni Olsen, vísir á, at príslækkingin saman við góðu tíð­ un­um í Føroyum hava við sær, at fleiri og fleiri fólk ferðast, og at tey ferð­ast oftari. Hann leggur afturat, at í fjør vaks ferðafólkatalið um flog­vøllin í Vágum sera nógv, og at ein stórur partur av vøkstrinum komst av, at føroyingar ferðast meira. VILJA FLÚGVA FERÐAMÁLINI Írar ferðast mest Írska fólkið ferðast meira enn nakað annað fólkaslag í heiminum. Hetta vísir kanning av hagtølum úr 170 ymiskum londum. Avstraliumenn og nýsælendingar eru beint í hølunum á írum Hóast írar ferðast lutfalsliga meira enn nakað annað fólk, so fara teir ikki altíð so øgiliga langt. Kanningin vísir, at Dublin, Belfast, Calway og Cork eru millum 10 tey fremstu ferðamálini hjá írum. (KELDA: CULTURETRIP.COM) Avstraliumenn ferðast mest uttanlands Avstraliumenn eru ovast á listanum, tá hugt verður eftir, hvat fólkaslag ferðast mest uttanlands. Einki annað fólkaslag ferðast eins ofta uttanlands sum avstraliumenn. Best umtóktu ferðamálini hjá teimum eru London, Amsterdam og Barcelona. Eisini svium, skotum, kanadiumonnum, onglendingum og dønum dámar sera væl at ferðast uttanlands, vísir kanningin. (KELDA: CULTURETRIP.COM) Bíligastu ferða­ málini í 2018 Aftur í ár hevur navnframa ferðahandbókin Lonely Planet víst á ferðamálini, har ein fær mest fyri pengarnar. Sambært Lonely Planet eru hesi 10 ferðamálini tey bíligastu í 2018: Tallinn í Estlandi Kanariska oyggin Lanzarote Arizona í USA La Paz í Bolivia Pólland Essaouira í Marokko Stórabretland Baja Kalifornia í Meksiko Jacksonville í Florida Hunan í Kina