hósdagur 19. apríl 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
12
LÍVSSTILUR
Velja Norrønu hvørt ár
– Vit eru heppin at hava nógvar góðar og trúgvar kundar, ið ferðast við
okkum ár undan ári, og fleiri eru løgst afturat seinastu árini, sigur Henny
á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line. Hon ásannar
samstundis, at kappingin um ferðafólkini er harnað hetta seinasta árið
MILDRID JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
E
ins og føroyingar eru
raskir at taka av møgu
leikanum at ferðast bein
leiðis við Atlantsflogi til
ferðamál sunnanfyri og til Edin
burg, so eru teir eisini trúfastir at
sigla við Norrønu.
Henny á Líknargøtu, sum er
sølu-og marknaðarstjóri hjá Smyril
Line, sigur, at rutan hjá Norrønu er
ikki broytt, og at trúgvu kundarnir
hjá Smyril Line sostatt ferðast
somu leiðir sum áður.
Nógv tey flestu, sum ferðast við
Norrønu, hava bil við, og størsti
parturin fer til Danmarkar, har
nógvum dámar sera væl at gista á
frítíðardeplum. Nógv færri taka av
tilboðnum hjá Smyril Line um at
gista á frítíðardeplum í Týsklandi,
hóast hesin marknaðurin og
marknaðurin annars í Evropa er í
vøkstri, greiðir Henny á Líknargøtu
frá.
Ymiskir kundar
Summum málbólkum dámar væl
busstúrar, sum Smyril Line skipar
fyri í Danmark, Íslandi og Evropa,
og somleiðis hava tey ferðafólk,
sum ferðast á sertúrum so sum
jólatúrum, harmonikutúrum, sjó
manstúrum og tónleikatúrum.
Undirtøkan millum føroyingar er
somuleiðis góð, tá skipað verður
fyri tematúrum fyri bæði yngri og
eldri.
– Vit hava nógvar trúfastar
kundar kring Føroyar, ið ár um ár
ferðast á føstu tematúrunum, sum
vit skipa fyri, sigur sølu- og markn
aðarstjórin hjá Smyril Line.
Henny á Líknargøtu greiðir
frá, at kundarnir eru sera ymiskir,
men at nógvum dámar sera væl,
at Smyril Line fyriskipar túrin og
vegleiðir um gistingarhús og frí
tíðardeplar. Hon heldur kortini, at
ferðamynstrið er lutvíst broytt, tí
Smyril Line hevur fleiri kundar,
sum keypa ferðaseðil við Norrønu
og annars leggja sína egnu ferð
til rættis. Tá er ofta talan um, at
tey fara at vitja familju, flyta frá
frítíðarstaði til frítíðarstað ella
koyra suður gjøgnum Evropa.
– Hesir kundarnir hava ikki altíð
keypt alla ferðina undan fráferðini,
men avgera heilt ella partvíst, hvar
leiðin gongur, tá teir eru komnir
til Danmarkar ella víðari í Evropa,
sigur Henny á Líknargøtu.
Kappingin um
ferðafólkini harnað
Sølu- og marknaðarstjórin hjá
Smyril Line sigur, at kappingin um
ferðafólkini er hørð.
– Tað er ongin loyna, at kapping
in um ferðafólkini er nógv harnað
hetta seinasta árið, har vit hava
sæð nógv lægri ferðaseðlaprísir
enn fyrr, sigur hon.
Hon leggur afturat, at vit hava
góðar tíðir í Føroyum, og at hetta
merkist eisini í ferðavinnuni.
– Fólk ferðast meira, enn tey
hava, samstundis sum kappingini
eisini er harnað, sigur Henny á
Líknargøtu.
Ferðafólk ikki vælkomin allastaðni
Barcelona
Tað er ikki í øllum evropeiskum býum, at íbúgvarnir
eru glaðir um tey mongu ferðafólkini, sum koma
til býirnar á hvørjum ári.
Millum býirnar, sum eru móðir av ferðafólkum,
er eitt av yndisferðamálunum hjá føroyingum.
Í Barcelona hevur eitt nú verið skipað fyri
mótmælisgongum at gera vart við misnøgdina hjá
íbúgvunum við tey ovurhonds nógvu ferðafólkini,
sum streyma til býin á hvørjum ári.
Cinque Terre
Í teimum fimm bygdunum í Cinque Terre
landspartinum í Italia stúra tey fyri umhvørvinum í
økinum, sum er eitt tað best umtókta í landinum.
Hálvtriðja millión ferðafólk eru í Cinque Terre
á hvørjum ári, og í eini roynd at fyribyrgja
umhvørvisdálking hava italskir myndugleikar
boðað frá, at ferðafólkatalið verður avmarkað til
hálvaaðru millión um árið.
Santorini
Eisini á grisku oynni Santorini eru tey um at ganga
undir í ferðafólki. Í eini roynd at loysa trupulleikan
ásettu myndugleikarnir í fjør, at í mesta lagi 8000
fólk frá ferðamannaskipum sleppa í land um
dagin. Árini frammanundan hevur tað ikki verið
óvanligt við 10.000 vitjandi av ferðamannaskipum
um dagin á grisku oynni.
Venesia
Tey ovurhonds nógvu ferðafólkini í Venesia í Italia
hava havt við sær, at prísirnir í býnum eru hækkaðir
so nógv, at venesiabúgvar hava ikki longur ráð at
leiga í sínum egna heimbýi. Serfrøðingar vilja vera
við, at í 2030 fer ongin innføddur venesiabúgvi
at búgva í umráðnum. Italski felagsskapurin Italia
Nostra hevur mælt myndugleikunum til at banna
øllum ferðamannaskipum í Venesia.
(Kelda: culturetrip.com)
Henny á Líknargøtu, sølu- og
marknaðarstjóri hjá Smyril Line