hósdagur 19. apríl 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
13
Fýra loyndardómar
í parlagnum
Í royndum mínum sum parráðgevi, havi
eg uppdagað fýra loyndardómar, sum
eyðkenna eitt gott parlag. Samstundis eru
sokallaðir fíggindar, sum kunnu oyðileggja
loyndardómarnar. Men tíbetur eru hættir
at vinna á fíggindunum, soleiðis, at
loyndardómarnir sleppa at liva og trívast
í parlagnum.
Fyrsti loyndardómur: Umsorgan –
Eg hugsi um teg At vísa umsorgan fyri
hvørjum øðrum, er at siga, ”Eg hugsi um
teg.” Umsorgan er at vissa makan um, at tú
hevur umsorgan fyri honum. Tað er at loyva
hinum at vera keddur uttan at fiksa hann/
hana. Tað er at geva sær stundir og gera sær
ómak at nema uttan at hugsa um sex. Tað
er at verja kensluna av trygd, verju, æru og
opinleika. Umsorgan ger tað!
Stóri fíggindin av umsorgan er sjálvsøkni
– einans at hugsa um seg sjálvan. Ein
maki, sum ikki vil arbeiða gjøgnum sár
og skuffilsir í lívinum, fer altíð at vera
sjálvsøkin. Tá ið ósemjur um t.d. pening,
særdar kenslur ella familju, ongantíð verða
takklaðar rætt, so fer hvør fyrst og fremst
at hugsa um seg sjávan og hugurin at hugsa
um hin, hvørvur. Loysnin er at vera móti
hinum, sum tú ynskir, hann er móti tær. At
rokna hvønn annan hægri enn seg sjálvan
og at finna útav at tað er betur at geva enn
at fáa.
Annar loyndardómur: Opið samskifti –
Eg havi álit á tær Hetta er tað, ið pør sum
oftast stríðast við. Ikki tí, tey ikki tosa
saman, men tí tey ikki duga at samskifta
í truplum umstøðum og við særdum
kenslum. Í inniligum samskifti letur ein
upp fyri ymiskum kenslum, tørvum,
skuffilsum, sum ein ikki hevur gjørt
áður. Hesin atburður er ein tann sterkasti
vitnisburðurin um setningin, ”Eg havi álit á
tær.” Gott samskifti er at tosa opið og erliga
saman um dreymar og ynskir um lívið og
framtíðina. Tað er at taka sær stundir til at
lurta eftir,
hvussu arbeiðsdagurin gekk ella hvat
læknin segði í viðtaluni í dag. Tað er at tosa
saman um, hvat einum dámar best, tá ið tey
hava kynsliga samlegu ella hvørji orð særa
í djúpum samtalum.
Fíggindin, sum kann oyða gott samskifti,
er ótti. Ótti fyri at opna seg, ótti fyri at verða
avdúkaður, ótti fyri ikki at vera dámdur, ótti
fyri at opna gomul sár, o.s.fr. Loysnin er at
uppbyggja álit, læra at hvíla í kærleikanum,
og seta sær sum mál at reka óttan út.
Triðji loyndardómur: Felags áhugamál
– Mær tørvar teg Sunn pør hava felags
áhugamál. Tað merkir ikki, at tey skulu gera
alt saman, men at tey hava minst eitt felags
áhugamál. Tey gera nakað saman. Tey seta
sær mál, sum tey vilja útynna saman.
Møguleikarnir eru ótømandi, men góð
áhugamál skapa trivnað og gleði. Tá eg
kom saman við Unn mátti eg útvikla ein
áhuga fyri tí, sum Unn elskaði at gera,
sum t.d. at ganga langar túrar (sjálvt um
eg hataði tað). Og Unn mátti útvikla ein
áhuga fyri t.d. klassiskum tónleiki (og eg
haldi hon hataði tað). Men í dag elska vit
at ferðast saman, hava fólk heima og venja
saman. Hesi áhugamál gera, at vit stuttleika
okkum, loysa avbjóðingar og gleðast saman.
Stóri fíggindin hjá felags áhugamálum er
sjálvnøgdsemi – at klára seg sjálvan og ikki
loyva makanum innum. Men loysnin er at
síggja og ásanna, hvussu fátækt tað er at
ferðast einsamallur gjøgnum tilveruna.
Fjórði loyndardómur: Uppoffrandi
kærleiki – Eg elski teg Einki menniskja er
fullkomið, og vit stríðast við at elska. Tað
er lætt at siga ,”eg elski teg,” men veruliga
royndin við, um kærleikin er ektaður ella
ikki, staðfestist við tí, um eg eri tilreiðar
at vera uppoffrandi í mínum kærleika
til makan. Um eg eri tilreiðar at vilja luta
innastu og intimastu tankarnar, vera
kensluligur fyri tørvunum hjá hinum
og seta mínar tørvir til síðis fyri at rúma
hinum. Stóri fíggindi kærleikans er líkasæla,
t.e., at ein hugsar bert um sín egna tørv og
er líkasælur um tørvin hjá hinum. Loysnin
er at kenna sviðjan av brotnum felagsskapi,
sum skapa tørvin á at biðja um fyrigeving.
Fyrigeving, sum krevur djúpt samskifti
og sum tekur rúma tíð, men sum síðani
mennist til ein ektaðan kærleika fyri sær
sjálvum og hinum.
Jógvan
Zachariassen
BLOGGAR
BLOGGUR