Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 14 Tórshavn ein millum aðrar høvuðsstaðir Í Tórshavnar býráði vilja vit gera okkara bý til ein al­tjóða­gjørdan høvuðsstað. Vit skulu gera okkum til reið­ar at taka kappingina upp við aðrar býir og høvuðsstaðir. Vit skulu stremba eftir at hýsa al­tjóða ítrótt­ar­kappingum, fleiri ráð­stevn­ ur skulu haldast hjá okkum, og so skulu vit samstarva meira við býir aðra­staðni. Tað er ein veruleiki, at Tórs­havn­ar kommuna er í kapping við onnur býarøki úti í heimi um okkara menniskjaliga tilfeingi. Men umframt hesa kappingina, eru vit eisini ein býur – ein høvuðs­stað­ur – sum natúrliga dregur fólk og áhuga til sín. Og tað er millum annað hesin áhugin fyri Havnini, sum vit skulu duga betur at gagn­nýta og duga at fáa sum mest burtur­úr. Tað er nógv í løtuni, sum bendir á, at Havnin er áhugaverd fyri ferð­andi. Áhugin fyri at halda ráð­stevn­ur er vaksandi, alsamt fleiri altjóða ítróttarkappingar verða hildnar í Havnini og ung hava størri áhuga enn nakrantíð at lesa í Havnini. Tí skal Havnin verða til reiðar at taka hesar avbjóðingar á seg og blanda seg í kappingina við aðrar al­tjóða høvuðsstaðir. Vit eiga at lyfta okkum upp um bøgarðarnar og kaga út um landoddarnar og við røtt­um ryggi bjóða okkum fram á jøvn­um føti við aðrar høvuðsstaðir. Vit vilja kappast, og vit vilja sam­starva. Tí verður størri dent­ur lagdur á tey øki, sum røkka út til aðrar býir og al­tjóða­gera høvuðsstaðin, og tí leggja vit okkum eitt nú eina við, at Havn­ in skal bjóða seg fram at hýsa alsamt fleiri ráðstevnum og al­tjóða tiltøkum. Í kommununi skulu karm­ar­nir til slíkt verða tøkir, og so er tað upp til privat fyri­tak­semi, feløg og felagsskapir at fáa ráð­stevnur og tiltøk til okkara høvuðs­ stað. Samstarv við aðrar altjóða býir Saman við 40 øðrum borgarstjórum lut­tók eg í februar mánaði á altjóða ráð­stevnu í Ísrael. Ráðstevnan var fyri býir kring allan heim. Saman við borgarstjórum úr heimsins heraðs­hornum umboðaði eg Havn­ina. Hetta var ein lærurík og gev­andi ráðstevna í allar mátar. Í mín­um politiska lívi havi eg tikið lut á mongum altjóða ráðstevnum og verið í mongum samráðingum, men ongantíð havi eg upplivað áhug­an fyri Føroyum so stóran sum hesa ferð. Í Ísrael fekk Havnin sam­starv í lag við Rochester Hills (Michigan), Peru í Lima og Pireus í Grikkalandi. Talan er gevandi sam­starv á økjunum útbúgving, mentan og vinnulív. Felags fyri hesar býir er, at les­andi úr øllum heiminum ferð­ast hagar fyri at lesa. Fyri okk­um her heima kunnu slíkar sam­starvs­av­talur fáa enn fleiri lesandi til okkara Fróð­skaparsetur, tí møguleikarnir fyri at gerast skiftislesandi gerast fleiri. At Havnin skal verða altjóða lestr­ ar­býur er eitt mál, sum eigur at gerast partur av okkara stevnu­miði. Hjá okkum skal lestrar­um­ hvørvið fáa altjóða dám við kveikj­andi íblástri frá ungum úr øðrum londum. Politiskt eiga vit at ganga á odda og viðvirka til at knýta neyðug sambond. Kaga vit rundanum okkum, síggja vit, at lesandi seta sín ríka dám á størru býirnar. So­leið­is eigur tað eisini at verða í Havnini. At fleiri lesandi lesa á Fróðskaparsetrinum er ikki bara gott fyri eitt stimbrandi og menn­ andi lestrarumhvørvi. Hetta hevur eisini jaligar avleiðingar fyri eitt nú tænastuvinnuna, kaffistovur, mat­stovur, handlar, ja, fyri nógv av tí, sum ger, at vit eru góð við Havnina. Tá ið vit politiskt arbeiða við av­tal­um á altjóða stigi, eru til­gongd­ir­nar mangan sera drúgvar. Eitt nú tekur oftani fleiri ár at fáa frí­ handilsavtalur undirskrivaðar. Og tá ið blekkið á undirskrivaðu av­taluni loksins er tornað, verður farið undir at finna útav, hvat slag av samhandli kann verða. Her kann Havn­in fáa alt at ganga skjótari. Tí leggja vit fyrst lunnarnar við lokalpolitiskum samstarvi, ber til at skapa neyðug gróðrarlíkindi fyri frí­handilsavtalum á stjórnarstigi, tá ið fyrstu tøkini longu eru tikin. So­leiðis kann lokalpolitikkur og lands­p­olitikkur finna gott felags stev. Her havi eg eisini hug at nevna aftur­ vendandi stríðið millum høvuðs­staðin og restina av Før­oy­um. Vit mugu koma víðari. Vit taka á okkum leiklutin sum høvuðs­staður við øllum teimum skyldum, sum ein høvuðsstaður hevur – at vit ganga á odda, at vit eru rúmlig og at vit altjóðagera Havnina. Tíðargrein