Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 15 høvuðsstaður altjóða Havnin “the pearl of the north atlantic” Flestu ferðafólk, sum koma til Før­oya, vitja Havnina á ferðini í Før­oy­um. Tí verða eisini fleiri gisting­ar­hús bygd í løtuni til tess at nøkta tørvin. Hetta er kærkomið og neyðugt. Og hetta er ein fortreyt fyri, at ferðavinnan kann vaksa og blóma. Sum høvuðsstaður eiga vit at stuðla undir hesa menning. Her snýr tað seg eisini um at gagnnýta og fáa allar møgu­leikar­nar fram, sum bygdirnar og oyggjar­nar í kommununi hava at bjóða. Fyri jól samtykti Tórshavnar býráð ein ferðavinnupolitikk við 23 átøk­um, ið øll hava til endamáls at betra um ferðavinnuna í Havnini. Tó eiga vit at verða tilvitað um, hvørji ferðandi vit helst vilja hava til Føroya. Sambært hagtølum, leggja ráðstevnugestir meiri eftir seg um samdøgrið enn ein vanligur ferð­andi. Ráðstevnugestir nýta í miðal 3.000 krónur um samdøgrið – ein vanligur ferðandi nýtir 1.000 krón­ur. Fíggjarliga er ferðavinnan somu­leiðis styrkt á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar býráði við 3 mió. kr. í 2018. Havnin hevur ein virkan leik­lut í ráðstevnum, sum verða hildnar í Føroyum, og har nógvir út­lendskir gestir taka lut. Vit veita eitt fíggjarligt ískoyti til hesar ráð­stevnur, tí tær verða hildnar í Havn­ini. Samstundis nýta vit altíð høv­ið til at umboða Havnina og kunna um, hvat okkara høvuðs­stað­ur hevur at bjóða. Her hugsa vit altjóða, men úrs­lit­ið sæst aftur í Havnini. Tað sæst aft­ur í øktum virksemi, og tað sæst aftur í fleiri arbeiðsplássum í vinnuni. Tí er tað at arbeiða fyri, at Tórshavn er ein altjóða høvuðs­staður tað sama sum at skapa grund­arlag fyri meira framburði. Tá ið vit í Tórshavnar kommunu eru virkin og seta pening av til ráð­stevn­ur her, eru vit samstundis við til at sáða tað, sum borgarar síðani kunnu heysta av avleiddum virk­semi, sum útlendskir gestir leggja eftir sær í býnum. Ítróttur á altjóða stigi Eins og tað er við ráðstevnum, geva altjóða kappingar eitt gevandi íkast til býin og tænastuvinnuna. Tí skulu allar útbyggingar á ítróttar­øki­num lúka øll altjóða krøv, so­ leiðis at vit kunna halda altjóða kapp­ingar og dystir á altjóða stigi í Havn­ini. Umframt at hetta stuðlar ítrótta­ligari menning her heima og gevur okkara ítróttarfólkum bestu karm­ar at íðka undir, so gevur hetta eisini býnum ein altjóða dám og eitt avkast til tænastuvinnuna. Í løtuni verður vestursíðan á Tórs­vølli bygd, sum fer at gera, at Tórs­vøllur fer at lúka øll krøv hjá FIFA, og seinni í ár verður farið undir at leggja langhylin til rættis, ið skal lúka øll krøv frá altjóða svimji­sam­bandinum FINA. Vit í Tórshavnar býráði fegnast um øll tey frambrot, ið føroysk ítrótt hevur tikið, og tað er hugaligt at síggja allar íðkararnar, sum hava lyft ítróttina á eitt hægri altjóða stig. Tað er gott at síggja kappingar í flogbólti, síggja hondbóltsdystir, fimleika­kappingar, altjóða talv­kapp­ingar og aðrar kappingar vera hildnir í høvuðsstaðnum. Tað lyftir ikki bert ítróttin upp, men so sanni­liga eisini høvuðsstaðin. Men samstundis má eg siga, at tað er harmiligt fyri okkum øll, at vit mugu staðfesta, at Høllin á Hálsi ikki lýkur altjóða krøv. Talan er um eina stóra útbygging, og tí mugu vit bara undrast, at hædd ikki er tikin fyri altjóða kappingum. Høvuðsstaðurin skal taka lut og bjóða seg fram Tórshavnar býráð hevur sett sær fyri, at vit vilja ganga fremst til tess at gera Havnina til ein altjóða bý. Vit skulu verða sjónligari úti í heimi, vit skulu verða umboðað til fleiri tiltøk úti í heimi, og vit skulu kenna tað sum okkara ábyrgd, at høvuðsstaðurin fær fleiri og var­andi sambond við aðrar býir, politik­arar og fólk við ávirkan. Tí fer alt, sum hevur við altjóða upp­gávur at gera, at fylla meira í Tórs­havnar kommunu. Og her er ferðavinnan ein avgjørdur við­leik­ari. Tað er okkara ítróttur eisini og somu­leiðis góðar avtalur við út­búgv­ing­arstovnar úti í heimi. Sum ráðstevnan í Ísrael í febru­ar bar boð um, loysir tað seg at tosa við aðrar leiðarar í býum aðra­staðni. Eg kenni frá egnum roynd­um, at virðingin fyri okkum økist, tá ið vit taka lut og bjóða okkum fram. Nú er stundin komin til, at Tórs­havn av álvara bjóðar seg fram, og at vit vísa okkum at vera ein høvuðsstaður millum aðrar al­tjóða høvuðsstaðir. TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Annika Olsen Borgarstjóri MYND: STIG NYGAARD ON VISUALHUNT.COM